Sheol

24 versir um "Sheol"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 16:10 Sálmarnir

Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.

3
Sálmarnir 86:13 Sálmarnir

Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins.

3
Prædikarin 9:10 Prædikarin

Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað! Tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum, har sum tú fert.

3
Fyrsta Mósebók 37:35 Fyrsta Mósebók

Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: „Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!“ Faðir hansara græt um hann.

2
Job 7:9 Job

Sum skýggið svinnur og rekur avstað, so er við honum, ið fer niður í deyðaríkið – hann kemur ikki upp aftur haðani;

2
Job 14:13 Job

Á, at Tú hevði viljað goymt meg í deyðaríkinum, fjalt meg har, inntil vreiði Tín er yvirstaðin – hevði Tú viljað sett mær tíðarmál og so minst meg!

2
Sálmarnir 6:5 Sálmarnir

Kom aftur, HARRI, fría sál mína út, hjálp mær fyri náði Tínar skuld!

2
Sálmarnir 55:15 Sálmarnir

tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.

2
Hoseas 13:14 Hoseas

Úr valdi deyðaríkisins skal Eg frelsa tey, úr deyðanum skal Eg loysa tey út. Deyði, hvar er pest tín! Deyðaríki, hvar er sótt tín! – Angur er loyndur fyri eygum Mínum.

2
Amos 9:2 Amos

Bróta tey seg inn í deyðaríkið, skal hond Mín taka tey út haðani, og fara tey upp til Himmals, skal Eg stoyta teimum oman haðani;

2
Jónas 2:2 Jónas

Jónas bað í búki fisksins til HARRAN Gud sín

2
Lukas 16:19 Lukas

Ríkur maður var, sum klæddi seg í purpur og dýrt lín og livdi hvønn dag í gleði og góðgæti.

2
Lukas 16:20 Lukas

Men fátækur maður, ið æt Lazarus, var lagdur fyri portur hansara, fullur í sárum.

2
Lukas 16:21 Lukas

Hann tráaði eftir at mettast av tí, sum fall av borði hins ríka; men eisini komu hundarnir og sleiktu sár hansara.

2
Lukas 16:22 Lukas

Nú doyði hin fátæki; og hann varð av einglum borin í fang Ábrahams. Eisini hin ríki doyði og varð jarðaður.

2
Lukas 16:23 Lukas

Táið hann læt upp eyguni í deyðaríkinum – har hann var í pínu – sá hann Ábraham langt burtur og Lazarus í fangi hansara.

2
Lukas 16:24 Lukas

Tá rópti hann: „Ábraham faðir! Miskunna mær og send Lazarus, so hann kann drepa hitt ytsta av fingri sínum í vatn og leska tungu mína! Tí eg pínist svárliga í hesum loga.“

2
Lukas 16:25 Lukas

Men Ábraham svaraði: „Sonur, minst, at tú fekst góða títt, meðan tú livdi, og Lazarus á sama hátt hitt ringa! Men nú verður hann uggaður her, og tú pínist.

2
Lukas 16:26 Lukas

Og umframt alt hetta er millum okkum og tykkum stórt djúp fest, so tey, sum vilja fara hiðani yvir til tykkara, skulu ikki kunna, og ei heldur nakar haðani skal kunna koma yvir til okkara.“

2
Lukas 16:27 Lukas

Tá segði hann: „So biði eg teg, faðir, at tú sendir hann í hús faðirs;

2
Lukas 16:28 Lukas

tí eg havi fimm brøður – fyri at hann kann vitna fyri teimum, so ikki teir við skulu koma í hetta pínustað.“

2
Lukas 16:29 Lukas

Men Ábraham segði við hann: „Teir hava Móses og profetarnar – lurti teir eftir teimum!“

2
Lukas 16:30 Lukas

Hann svaraði: „Nei, Ábraham faðir! Men hevði onkur frá hinum deyðu komið til teirra, so høvdu teir vent við!“

2
Lukas 16:31 Lukas

Men hann segði við hann: „Hoyra teir ikki Móses og profetarnar, lata teir seg heldur ikki yvirtala, um onkur rísur upp frá hinum deyðu.““

2