Sheba
13 versir um "Sheba"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Kongabók 10:1 Fyrra Kongabók
Táið drotningin í Saba fekk at hoyra orðið um Sálomo og tað, hann hevði gjørt fyri navn HARRANS, kom hon at royna hann við gátum.
Fyrra Kongabók 10:2 Fyrra Kongabók
Hon kom til Jerusalem við stórum fylgi, við kamelum, ið bóru kryddurtir og ógvuliga nógv av gulli og dýrum steinum; táið hon var komin til Sálomo, tosaði hon við hann um alt, ið henni lá á hjarta.
Fyrra Kongabók 10:3 Fyrra Kongabók
Men Sálomo svaraði øllum spurningum hennara; ikki eitt orð av tí, ið hon segði, var konginum loynt, nei, hann svaraði henni upp á alt.
Fyrra Kongabók 10:4 Fyrra Kongabók
Táið drotningin í Saba sá allan vísdóm Sálomos, sá húsið, ið hann hevði bygt,
Fyrra Kongabók 10:5 Fyrra Kongabók
rættirnar á borði hansara, hvussu tænarar hansara sótu, hvussu borðsveinar hansara stóðu, og hvussu teir vóru klæddir, sá skeinkjarar hansara og brenniofrini, ið hann ofraði í húsi HARRANS – var hon rættiliga frá sær sjálvari av undran.
Fyrra Kongabók 10:6 Fyrra Kongabók
Hon segði við kongin: „Satt var tað, ið eg hoyrdi heima í landi mínum um teg og vísdóm tín!
Fyrra Kongabók 10:7 Fyrra Kongabók
Eg trúði ikki tíðindunum, ið gingu, fyrrenn eg kom og fekk tað at síggja við mínum egnu eygum; men nú – eg havi ikki frætt helvtina! Tú ert vísari og lukkuligari, enn eg havi frætt um teg.
Fyrra Kongabók 10:8 Fyrra Kongabók
Lukkuligir eru menn tínir, lukkuligir eru hesir tænarar tínir, sum altíð standa fyri ásjón tíni og hoyra vísdóm tín!
Fyrra Kongabók 10:9 Fyrra Kongabók
Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevði gleði av tær, so Hann setti teg í hásæti Ísraels! Tí at HARRIN til ævigar tíðir elskar Ísrael, tí setti Hann teg til kong at fremja rætt og rættvísi.“
Fyrra Kongabók 10:10 Fyrra Kongabók
Síðani gav hon konginum 120 talentir av gulli og stóra mongd av kryddurtum og dýrum steinum; aldri síðani er komin slík mongd av kryddurtum sum tað, ið drotningin í Saba gav Sálomo kongi.
Fyrra Kongabók 10:11 Fyrra Kongabók
Men eisini skip Hirams, tey, sum førdu gull úr Ofir, vóru komin haðani við stórari mongd av sandelviði og dýrum steinum.
Fyrra Kongabók 10:12 Fyrra Kongabók
Av sandelviðinum læt kongurin gera lutir, sum til hoyrdu í húsi HARRANS og í kongshøllini, somuleiðis sitarar og hørpur til sangararnar; aldri síðani er so nógvur sandelviður komin í landið ella sæddur har.
Fyrra Kongabók 10:13 Fyrra Kongabók
Sálomo kongur gav drotningini í Saba alt, ið hon vildi hava og bað um, umframt gávurnar, ið sømdi so mætum kongi sum Sálomo at geva henni. – So fór hon avstað og fór heimaftur til land sítt við tænarum sínum.