Sharon

29 versir um "Sharon"

Versir

Síða 1 av 1
Esaias 65:10 Esaias

Saron skal verða smáfæi beiti, og Akorsdalur neytum hvíldarstað, fólki Mínum til gagn, teimum, ið søkja Meg.

8
Esaias 35:2 Esaias

Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara.

6
Hásongurin 2:1 Hásongurin

„Eg eri rósan í Saron, liljan í dølunum.“

4
Hásongurin 2:2 Hásongurin

„Ja, sum lilja millum tornir er elskaða mín millum genturnar.“

4
Hásongurin 2:3 Hásongurin

„Sum apaldur millum trøini í skóginum er vinur mín millum unglingarnar; í skugga hansara trái eg at sita, ávøkstur hansara er gómum mínum søtur.

4
Hásongurin 2:4 Hásongurin

Inn í vínhúsið fór hann við mær, og merki hansara yvir mær er kærleiki.

4
Hásongurin 2:5 Hásongurin

Styrkið meg við vínberjakøkum, lívgið meg við súreplum! Tí eg eri sjúk av kærleika.

4
Hásongurin 2:6 Hásongurin

Vinstra hond hansara er undir høvdi mínum, og høgri hansara tekur meg í favn.

4
Hásongurin 2:7 Hásongurin

Eg bøni tykkum, døtur Jerusalems, við skógargeitirnar og við hindirnar á markini: Gerið ikki kærleikanum ófrið, órógvið hann ikki, fyrrenn hann vil sjálvur!

4
Hásongurin 2:8 Hásongurin

Hoyr! Har er vinur mín! Ja, hygg, har kemur hann rennandi um fjøllini, leypandi um hæddirnar!

4
Hásongurin 2:9 Hásongurin

Vinur mín er sum skógargeit, hann er sum ungur hjørtur. Hygg, har stendur hann undir veggi okkara, hann hyggur inn um vindeyguni, kagar inn gjøgnum rimaverkið!

4
Hásongurin 2:10 Hásongurin

Vinur mín tekur til orða og sigur við meg: „Reis teg, elskaða mín, tú hin fagra mín, og kom út!

4
Esaias 35:1 Esaias

Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.

4
Esaias 35:3 Esaias

Styrkið hinar máttleysu hendur, gerið hini riðandi knø sterk!

4
Esaias 35:4 Esaias

Sigið við hini bangafullu hjørtu: Verið hugreyst, óttist ikki! Hyggið, har er Gud tykkara! Hann kemur við hevnd, endurgjald kemur frá Gudi, Hann kemur sjálvur og frelsir tykkum.

4
Esaias 35:5 Esaias

Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp;

4
Esaias 35:6 Esaias

tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast. Tí keldur vella upp í oyðimørkini, løkir á hini oydnu heiði;

4
Esaias 35:7 Esaias

hitt gløðandi sandhav skal verða til tjørn, og hitt tysta land til vatnríkar keldur; á tí staði har sjakalar hvíldu, veksur rør og sev.

4
Esaias 35:8 Esaias

Og har skal vera lagdur vegur, hann skal eita Heilagi Vegur; eingin óreinur skal ganga eftir honum, nei, hann skal hoyra fólki Hansara til; eingin ferðamaður – um tað so er dári – skal villast.

4
Esaias 35:9 Esaias

Har skulu ongar leyvur vera, og einki rovdýr skal koma inn á hann, tey skulu ikki vera at finna har; nei, frelst fólk skal ganga á honum.

4
Esaias 35:10 Esaias

Ja, hini endurloystu HARRANS skulu koma aftur; tey skulu koma til Zion við fagnaði; ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði fáa tey, sorg og suff skulu flýggja.

4
Fyrra Krønikubók 5:16 Fyrra Krønikubók

Teir búðu í Gilead, í Basan og í býunum, sum hartil hoyrdu, og á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk.

3
Fyrra Krønikubók 27:29 Fyrra Krønikubók

Sitrai úr Saron yvir neytunum, sum gingu í Saron; Safat, sonur Adlai, yvir neytunum, sum gingu í dølunum;

3
Esaias 33:9 Esaias

Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær.

3
Ápostlasøgan 9:35 Ápostlasøgan

Øll, sum í Lydda og Saron búðu, sóu hann, og tey vendu við til Harran.

3
Josva 12:18 Josva

kongurin í Afek, ein; kongurin í Lassaron, ein;

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 14:6 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2