søga

25 versir um "søga"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 15:4 Rómverjabrævið

Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.

18
Sálmarnir 78:3 Sálmarnir

Tað, ið vit hava hoyrt og vita, tað, ið fedrar okkara hava sagt okkum,

8
Sálmarnir 78:4 Sálmarnir

dylja vit ikki fyri børnum teirra, men siga hinum komandi ættarliði frá heiðuri og veldi HARRANS og frá undrunum, ið Hann hevur gjørt.

8
Fimta Mósebók 17:18 Fimta Mósebók

Táið hann so situr í hásæti kongadømis síns, skal hann hjá levitaprestunum fáa sær avskrift av hesi lóg;

7
Fimta Mósebók 17:19 Fimta Mósebók

hana skal hann hava hjá sær og lesa í henni, allar dagar ið hann livir, so hann kann læra at óttast HARRAN Gud sín og akta eftir hvørjum orði í hesi lóg og eftir hesum fyriskipanum og halda tær.

7
Fimta Mósebók 17:20 Fimta Mósebók

Hetta skal hann gera, fyri at hjarta hansara skal ikki hugmóða sær yvir brøðrum hansara og ikki víkja frá boðnum, hvørki til høgru ella til vinstru. Tá skulu bæði hann og synir hansara liva leingi sum kongar í Ísrael.“

7
Job 8:8 Job

Tí spyr bert hitt farna ættarliðið, legg til merkis tað, ið fedrarnir hava granskað út

7
Job 8:9 Job

– tí vit eru síðani í gjár og vita einki, skuggi eru dagar okkara á jørðini –

7
Job 8:10 Job

teir skulu læra teg og siga tær tað og geva tær svar av hjartanum:

7
Fimta Mósebók 32:7 Fimta Mósebók

Minst dagarnar í forðum, hugsa um ár farna ætta! Spyr faðir tín – hann skal kunngera tær tað, hinar gomlu hjá tær – teir skulu siga tær tað!

5
Prædikarin 1:9 Prædikarin

Tað, ið verið hevur, er tað, ið verða skal, og tað, ið hent hevur, er tað, ið henda skal, og einki nýtt er undir sólini.

4
Fyrra Korintbrævið 10:11 Fyrra Korintbrævið

Hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar síðstu tíðir eru komnar til.

4
Hebrearabrævið 11:3 Hebrearabrævið

Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til.

4
Prædikarin 7:10 Prædikarin

Spyr ikki: „Hvussu ber tað til, at hinar farnu tíðir vóru betri enn tær, ið nú eru?“ – Tí ikki av vísdómi spyrt tú so.

3
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

3
Hebrearabrævið 13:8 Hebrearabrævið

Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

3
Sálmarnir 139:4 Sálmarnir

Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!

2
Jóhannes 1:1 Jóhannes

Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.

2
Rómverjabrævið 13:1 Rómverjabrævið

Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi –

2
Rómverjabrævið 13:2 Rómverjabrævið

so at tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað; men tey, sum standa ímóti, skulu fáa dóm sín.

2
Rómverjabrævið 13:3 Rómverjabrævið

Tí teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at óttast yvirvøldina – ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni!

2
Rómverjabrævið 13:4 Rómverjabrævið

Tí hon er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing, sum ger tað, ið ilt er.

2
Rómverjabrævið 13:5 Rómverjabrævið

Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld.

2
Rómverjabrævið 13:6 Rómverjabrævið

Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.

2
Rómverjabrævið 13:7 Rómverjabrævið

Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava, honum toll, sum toll skal hava, honum ótta, sum ótta skal hava, honum heiður, sum heiður skal hava!

2