sennepsfræið
17 versir um "sennepsfræið"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
Matteus 13:31 Matteus
Annað líknilsi setti Hann fram fyri teir; Hann segði: „Ríki Himmiríkis er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í veltu sína.
Matteus 13:32 Matteus
Víst er tað minni enn alt annað fræ; men táið tað veksur upp, er tað størri enn urtirnar og verður træ, so fuglar himmalsins koma og byggja reiður í greinum tess.“
Markus 4:30 Markus
Síðani segði Hann: „Hvat skulu vit líkna ríki Guds við, hvat líknilsi skulu vit nýta um tað?
Markus 4:31 Markus
Tað er eins og sinnopskorn, sum, táið tað verður sáað í jørðina, er minni enn alt annað fræ á jørðini;
Markus 4:32 Markus
men táið tað er sáað, veksur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so fuglar himmalsins fáa bygt reiður í skugga tess.“
Lukas 17:6 Lukas
Tá segði Harrin: „Høvdu tit trúgv sum sinnopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: „Rív teg upp við rót og planta teg í havið!“ – Og tað skuldi aktað tykkum.
Lukas 13:19 Lukas
Tað er líkt sinnopskorni, sum maður tók og sáaði í urtagarð sín; tað vaks og varð træ, og fuglar himmalsins bygdu reiður í greinum tess.“
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Matteus 21:21 Matteus
Jesus svaraði teimum: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv og ivast ikki, skulu tit ikki bert kunna gera hetta við fikutræið; nei, um tit so siga við hetta fjall: „Lyft teg upp og kasta teg í havið!“ skal so verða.
Lukas 13:18 Lukas
Tá segði Hann: „Hvørjum er ríki Guds líkt, og hvat skal Eg líkna tað við?