sendiboð
10 versir um "sendiboð"
Versir
Síða 1 av 1Seinna Korintbrævið 5:20 Seinna Korintbrævið
Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Esaias 55:11 Esaias
so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til.
Jóhannes 17:17 Jóhannes
Halga tey í sannleikanum! Orð Títt er sannleiki.
Ápostlasøgan 2:38 Ápostlasøgan
Pætur svaraði teimum: „Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans.
Fyrra Korintbrævið 4:5 Fyrra Korintbrævið
Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, Hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna – og tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.
Seinna Korintbrævið 5:19 Seinna Korintbrævið
Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Seinna Pætursbrævið 3:16 Seinna Pætursbrævið
Tað ger hann eisini í øllum brøvum sínum, táið hann í teimum talar um hetta; í teimum er eitt og annað, sum torført er at skilja, og sum hini ólærdu og ófestu útleggja skeivt – hetta gera tey eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til undirgang.
Opinberingin 2:7 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva at eta av træi lívsins, sum er í Paradísi Guds.“