seinasta nátturðaborðið

103 versir um "seinasta nátturðaborðið"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Korintbrævið 11:26 Fyrra Korintbrævið

Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.

12
Jóhannes 13:1 Jóhannes

Fyri páskahøgtíðina hendi hetta. Jesus visti, at tími Hansara var komin, at Hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til Faðirin; og sum Hann hevði elskað Síni egnu, sum í heiminum vóru, so elskaði Hann tey líka til endan.

11
Jóhannes 13:2 Jóhannes

Teir hildu kvøldmáltíð, og Djevulin hevði longu skotið Judasi Iskariot, syni Símun, inn í hjartað, at hann skuldi svíkja Hann.

11
Jóhannes 13:3 Jóhannes

Og Jesus visti, at Faðirin hevði givið Honum alt í hendur, og at Hann var gingin út frá Gudi og fór til Gud.

11
Jóhannes 13:4 Jóhannes

Tá reisti Hann seg frá máltíðini, legði klæði Síni av Sær og tók línklæði og bant upp fyri Seg.

11
Jóhannes 13:5 Jóhannes

So helti Hann vatn í fat og fór at vaska lærisveinunum um føturnar og turkaði teimum við línklæðinum, ið Hann hevði bundið upp fyri Seg.

11
Jóhannes 13:6 Jóhannes

Hann kom tá til Símun Pætur. Hann segði við Hann: „Harri, vaskar Tú mær um føturnar!“

11
Jóhannes 13:7 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni.“

11
Jóhannes 13:8 Jóhannes

Pætur segði við Hann: „Aldri í allar ævir skalt Tú vaska mær um føturnar!“ Jesus svaraði honum: „Vaski Eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við Mær.“

11
Jóhannes 13:9 Jóhannes

Tá segði Símun Pætur við Hann: „Harri, ikki bert um føturnar, men um hendurnar og høvdið við!“

11
Jóhannes 13:10 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tann, ið baðaður er, honum nýtist bert at vaska sær um føturnar; tí hann er reinur, allur sum hann er. Og tit eru reinir – tó ikki allir.“

11
Jóhannes 13:11 Jóhannes

– Tí Hann visti, hvør hann var, sum svíkja Hann skuldi; tí segði Hann: „Tit eru ikki reinir allir.“

11
Jóhannes 13:12 Jóhannes

Táið Hann nú hevði vaskað teimum um føturnar, latið Seg í klæðini og sett Seg aftur til borðs, segði Hann við teir: „Skilja tit, hvat Eg havi gjørt við tykkum?

11
Jóhannes 13:13 Jóhannes

Tit kalla Meg Meistara og Harra, og tit siga satt, tí Eg eri tað.

11
Jóhannes 13:14 Jóhannes

Havi nú Eg, Harrin og Meistarin, vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.

11
Jóhannes 13:15 Jóhannes

Tí Eg havi givið tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum.

11
Jóhannes 13:16 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tænarin er ikki størri enn harri hansara; ei heldur er ein, sum sendur er, størri enn hann, ið sendi hann.

11
Jóhannes 13:17 Jóhannes

Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað!

11
Jóhannes 13:18 Jóhannes

Eg tali ikki um tykkum allar; Eg veit, hvørjar Eg havi útvalt. Men skriftin mátti ganga út: „Hann, ið etur breyðið við Mær, hevur lyft hæl sín móti Mær.“

11
Jóhannes 13:19 Jóhannes

Frá hesi stund sigi Eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, táið tað hevur hent, skulu trúgva, at tað eri Eg.

11
Jóhannes 13:20 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti honum, ið Eg sendi, tekur ímóti Mær, og tann, sum tekur ímóti Mær, tekur ímóti Honum, ið sendi Meg.“

11
Jóhannes 13:21 Jóhannes

Táið Jesus hetta hevði sagt, varð Hann ógvuliga rørdur í andanum, vitnaði og segði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

11
Jóhannes 13:22 Jóhannes

Tá hugdu lærisveinarnir hvør upp á annan og hugsaðu, hvønn Hann mundi tala um.

11
Jóhannes 13:23 Jóhannes

Nú var ein av lærisveinum Hansara, sum sat til borðs undir lið Jesusar, hann, sum Jesus elskaði.

11
Jóhannes 13:24 Jóhannes

Til hansara nikkaði Símun Pætur og segði við hann: „Sig, hvønn tað er, Hann tosar um!“

11
Jóhannes 13:25 Jóhannes

Hann hallaði sær tá inn at brósti Jesusar og segði við Hann: „Harri, hvør er tað?“

11
Jóhannes 13:26 Jóhannes

Jesus svaraði: „Tað er hann, sum Eg gevi bitan, ið Eg dyppi.“ So dyppaði Hann bitan og gav Judasi Iskariot, syni Símun.

11
Jóhannes 13:27 Jóhannes

Og eftir at hann hevði fingið bitan, fór Satan í hann. Jesus segði tá við hann: „Tað, sum tú gert – ger tað skjótt!“

11
Jóhannes 13:28 Jóhannes

Men eingin av teimum, ið sótu til borðs, skilti, hví Hann segði hetta við hann.

11
Jóhannes 13:29 Jóhannes

Við tað at Judas hevði pungin undir hond, hugsaðu summir, at tað, sum Jesus segði við hann, var: „Keyp tað, ið okkum nýtist til høgtíðina!“ – ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað.

11
Jóhannes 13:30 Jóhannes

Táið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Nátt var.

11
Matteus 26:27 Matteus

So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: „Drekkið allir av honum!

10
Matteus 26:28 Matteus

Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.

10
Matteus 26:29 Matteus

Og Eg sigi tykkum, at frá hesi stund skal Eg ikki aftur drekka av hesum ávøksti víntræsins, inntil tann dag Eg drekki hann nýggjan við tykkum í ríki Faðirs Míns.“

10
Matteus 26:17 Matteus

Men fyrsta dagin í høgtíð hinna ósúrgaðu breyða komu lærisveinarnir til Jesus og søgdu: „Hvar vilt Tú, at vit skulu gera Tær til reiðar at eta páskalambið?“

9
Matteus 26:18 Matteus

Hann svaraði: „Farið inn í staðin til tann og tann mann og sigið við hann: „Meistarin sigur: Tími Mín er nær; hjá tær skal Eg halda páskir við lærisveinum Mínum.““

9
Matteus 26:19 Matteus

Lærisveinarnir gjørdu, sum Jesus beyð teimum; teir gjørdu páskalambið til.

9
Matteus 26:20 Matteus

Táið nú kvøldið var komið, settist Hann til borðs við hinum tólv.

9
Matteus 26:21 Matteus

Meðan teir ótu, segði Hann: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Ein tykkara fer at svíkja Meg!“

9
Matteus 26:22 Matteus

Tá vórðu teir ógvuliga tungir og byrjaðu at siga við Hann, hvør eftir annan: „Tað er tó ikki eg, Harri?“

9
Matteus 26:23 Matteus

Hann svaraði: „Tann sum dyppar hondina í fatið við Mær, fer at svíkja Meg.

9
Matteus 26:24 Matteus

Menniskjasonurin fer víst burtur, sum skrivað er um Hann, men vei tí menniskja, sum Menniskjasonurin verður svikin við! Tað hevði verið tí menniskja gott, um tað aldri var føtt.“

9
Matteus 26:25 Matteus

Judas – sum sveik Hann – tók tá til orða og segði: „Tað er tó ikki eg, Rabbi?“ Hann svaraði honum: „Tú hevur sjálvur sagt tað!“

9
Matteus 26:30 Matteus

Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.

9
Markus 14:12 Markus

Fyrsta dagin í høgtíðini, sum rópast hini ósúrgaðu breyðini – táið teir drópu páskalambið – søgdu lærisveinar Hansara við Hann: „Hvar vilt Tú, at vit skulu fara og gera Tær til reiðar at eta páskalambið?“

8
Markus 14:13 Markus

Tá sendi Hann tveir av lærisveinum Sínum avstað og segði við teir: „Farið inn í staðin! So skal maður ið ber vatnkrukku, møta tykkum; farið aftan á honum!

8
Markus 14:14 Markus

Har sum hann fer inn, skulu tit siga við húsbóndan: „Meistarin sigur: „Hvar er herbergi Mítt, har Eg kann eta páskalambið við lærisveinum Mínum?““

8
Markus 14:15 Markus

So skal hann vísa tykkum stóran sal, gjørdan í stand og til reiðar at halda máltíð í; har skulu tit gera okkum tað til.“

8
Markus 14:16 Markus

Lærisveinarnir fóru tá avstað og komu inn í staðin og funnu tað so, sum Hann hevði sagt teimum; so gjørdu teir páskalambið til.

8
Markus 14:17 Markus

Táið so kvøldið var komið, kom Hann við hinum tólv.

8