Sául á vegnum til Damaskus
66 versir um "Sául á vegnum til Damaskus"
Versir
Síða 2 av 2Filippibrævið 3:8 Filippibrævið
ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus
Filippibrævið 3:9 Filippibrævið
og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.
Filippibrævið 3:10 Filippibrævið
Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara
Filippibrævið 3:11 Filippibrævið
– um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu.
Filippibrævið 3:12 Filippibrævið
Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi.
Filippibrævið 3:13 Filippibrævið
Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað;
Filippibrævið 3:14 Filippibrævið
men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.
Filippibrævið 3:15 Filippibrævið
Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við –
Filippibrævið 3:16 Filippibrævið
bert at vit, so langt sum vit eru komin, ganga somu leið.
Filippibrævið 3:17 Filippibrævið
Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd!
Filippibrævið 3:18 Filippibrævið
Tí mong liva – eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum – sum fíggindar kross Kristusar;
Filippibrævið 3:19 Filippibrævið
endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.
Filippibrævið 3:20 Filippibrævið
Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,
Filippibrævið 3:21 Filippibrævið
sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Fyrra Korintbrævið 9:1 Fyrra Korintbrævið
Eri eg ikki frælsur! Eri eg ikki ápostul! Havi eg ikki sæð Jesus, Harra okkara! Eru tit ikki verk mítt í Harranum!