Sául á vegnum til Damaskus
66 versir um "Sául á vegnum til Damaskus"
Versir
Síða 1 av 2Ápostlasøgan 9:1 Ápostlasøgan
Men Saul froysti við sama lagi hóttur og morð móti lærisveinum Harrans. Hann fór til høvuðsprestin
Ápostlasøgan 9:2 Ápostlasøgan
og bað hann um brøv til Damaskus, til sýnagogurnar har, fyri at, um hann fann nøkur, menn ella kvinnur, sum hoyrdu til vegin*, hann tá kundi føra tey bundin til Jerusalem.
Ápostlasøgan 9:3 Ápostlasøgan
Men meðan hann var á veg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann,
Ápostlasøgan 9:4 Ápostlasøgan
og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: „Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?“
Ápostlasøgan 9:5 Ápostlasøgan
Tá segði hann: „Hvør ert Tú, Harri?“ Hann svaraði: „Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at.
Ápostlasøgan 9:6 Ápostlasøgan
Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!“
Ápostlasøgan 9:7 Ápostlasøgan
Menninir, sum vóru í ferðini við honum, stóðu málleysir, tí teir hoyrdu víst røddina, men sóu ongan.
Ápostlasøgan 9:8 Ápostlasøgan
Saul reistist nú upp av jørðini; men táið hann læt upp eyguni, sá hann einki. Teir tóku tá í hond hansara og leiddu hann inn í Damaskus.
Ápostlasøgan 9:9 Ápostlasøgan
Og tríggjar dagar var hann uttan sjón og hvørki át ella drakk.
Ápostlasøgan 9:10 Ápostlasøgan
Í Damaskus var lærisveinur, ið æt Ánanias. Við hann segði Harrin í sjón: „Ánanias!“ Hann svaraði: „Her eri eg, Harri!“
Ápostlasøgan 9:11 Ápostlasøgan
Harrin segði við hann: „Reis teg, far í gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsi Judasar eftir einum, ið eitur Saul, úr Tarsus – tí hann biður!
Ápostlasøgan 9:12 Ápostlasøgan
Hann hevur í sjón sæð mann, ið eitur Ánanias, koma inn og leggja hendurnar á seg, fyri at hann skuldi fáa sjón sína aftur.“
Ápostlasøgan 9:13 Ápostlasøgan
Tá svaraði Ánanias: „Harri, eg havi hoyrt av mongum um henda mann, hvussu nógv ilt hann hevur gjørt hinum heilagu Tínum í Jerusalem!
Ápostlasøgan 9:14 Ápostlasøgan
Og her hevur hann vald frá høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla navn Títt.“
Ápostlasøgan 9:15 Ápostlasøgan
Men Harrin segði við hann: „Far! Tí hesin er Mær útvaldur reiðskapur til at bera fram navn Mítt, bæði fyri heidningar, kongar og Ísraelsmenn.
Ápostlasøgan 9:16 Ápostlasøgan
Tí Eg skal vísa honum, hvussu nógv hann skal líða fyri navns Míns skuld.“
Ápostlasøgan 9:17 Ápostlasøgan
Tá fór Ánanias avstað, kom inn í húsið, legði hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Harrin, Jesus, Hann, sum opinberaði Seg fyri tær á vegnum, ið tú komst eftir, hevur sent meg, fyri at tú skalt fáa sjón tína aftur og verða fyltur av Heilaga Andanum.“
Ápostlasøgan 9:18 Ápostlasøgan
Tá fall við tað sama eins og skøl frá eygum hansara, og hann fekk sjónina aftur. Og hann reisti seg og varð doyptur.
Ápostlasøgan 9:19 Ápostlasøgan
So fekk hann sær at eta og styrknaði. Hann varð nú nakrar dagar hjá lærisveinunum í Damaskus.
Ápostlasøgan 9:20 Ápostlasøgan
Og við tað sama prædikaði hann Jesus í sýnagogunum, at Hann er Sonur Guds.
Ápostlasøgan 9:21 Ápostlasøgan
Øll, ið hoyrdu hann, vóru ovfarin og søgdu: „Er hetta ikki hann, sum í Jerusalem oyddi tey, sum ákallaðu hetta navn! Hann var jú komin higar at føra tey bundin til høvuðsprestarnar!“
Ápostlasøgan 9:22 Ápostlasøgan
Men Saul mentist og tepti Jødarnar, sum í Damaskus búðu, við tað at hann prógvaði, at hesin er Kristus.
Ápostlasøgan 9:23 Ápostlasøgan
Táið nú long tíð var umliðin, løgdu Jødarnir upp ráð um at drepa hann.
Ápostlasøgan 9:24 Ápostlasøgan
Men Saul fekk at vita um ráðini, teir høvdu lagt upp móti honum. Teir hildu eisini vakt við portrini bæði dag og nátt fyri at drepa hann.
Ápostlasøgan 9:25 Ápostlasøgan
Men lærisveinarnir tóku hann á náttartíð og lótu hann út ígjøgnum múrin; teir sígdu hann niður í kurv.
Ápostlasøgan 9:26 Ápostlasøgan
Táið hann so kom til Jerusalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur.
Ápostlasøgan 9:27 Ápostlasøgan
Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.
Ápostlasøgan 9:28 Ápostlasøgan
So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerusalem
Ápostlasøgan 9:29 Ápostlasøgan
og vitnaði hugreystur í navni Harrans. Og hann tosaði við Jødarnar, sum talaðu grikskt, og hevði orðadrátt við teir. Teir royndu tá at drepa hann;
Ápostlasøgan 9:30 Ápostlasøgan
men táið brøðurnir fingu tað at vita, fóru teir til Kesarea við honum og sendu hann haðani til Tarsus.
Ápostlasøgan 9:31 Ápostlasøgan
Samkoman hevði nú frið um alt Judea, Galilea og Samaria; hon varð uppbygd og livdi í ótta Harrans og vaks við hjálp Heilaga Andans.
Ápostlasøgan 9:32 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, sum Pætur ferðaðist um allastaðni, at hann eisini kom til hini heilagu, sum í Lydda búðu.
Ápostlasøgan 9:33 Ápostlasøgan
Har fann hann mann, sum æt Eneas; hann hevði í átta ár ligið á songini og var lamin.
Ápostlasøgan 9:34 Ápostlasøgan
Pætur segði við hann: „Eneas! Jesus Kristus grøðir teg. Far upp og reið sjálvur song tína!“ Tá fór hann við tað sama upp.
Ápostlasøgan 9:35 Ápostlasøgan
Øll, sum í Lydda og Saron búðu, sóu hann, og tey vendu við til Harran.
Ápostlasøgan 9:36 Ápostlasøgan
Í Joppe var millum lærisveinarnar kvinna, ið æt Tabita, tað er útlagt: Dorkas*. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur.
Ápostlasøgan 9:37 Ápostlasøgan
Nú varð hon á teimum døgum sjúk og doyði. Tey vaskaðu hana tá og løgdu hana í ein sal í erva.
Ápostlasøgan 9:38 Ápostlasøgan
Og við tað at Lydda var nær við Joppe, og lærisveinarnir høvdu frætt, at Pætur var har, sendu teir tveir menn til hansara og bóðu hann: „Kom til okkara – drála ikki!“
Ápostlasøgan 9:39 Ápostlasøgan
Pætur reistist tá og fór við teimum. Táið hann kom hagar, fóru tey upp í salin í erva við honum, og allar einkjurnar stóðu hjá honum og grótu og vístu kyrtlarnar og klæðini, ið „Hindin“ hevði gjørt, meðan hon var hjá teimum.
Ápostlasøgan 9:40 Ápostlasøgan
Tá segði Pætur við tey, at tey skuldu øll fara út; so fall hann á knæ og bað; síðani vendi hann sær til hitt deyða likamið og segði: „Tabita, reis teg!“ Hon læt tá upp eyguni, og táið hon sá Pætur, settist hon upp.
Ápostlasøgan 9:41 Ápostlasøgan
Hann rætti henni tá hondina og reisti hana upp. So rópti hann hini heilagu og einkjurnar inn og leiddi hana fram fyri tey, livandi.
Ápostlasøgan 9:42 Ápostlasøgan
Hetta spurdist um alt Joppe, og mong komu til trúgv á Harran.
Ápostlasøgan 9:43 Ápostlasøgan
Eftir hetta varð hann langa tíð í Joppe hjá garvara, ið æt Símun.
Filippibrævið 3:1 Filippibrævið
Og síðani, brøður mínir – gleðist í Harranum! At skriva hitt sama til tykkara troyttar ikki meg, og tað er tykkum tryggjandi.
Filippibrævið 3:2 Filippibrævið
Havið eyguni eftir hundunum, havið eyguni eftir hinum óndu arbeiðsmonnum, havið eyguni eftir sundurskeringini!
Filippibrævið 3:3 Filippibrævið
Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið.
Filippibrævið 3:4 Filippibrævið
– Ja, eg havi nú tað, sum eg kundi sett lít mína til, í holdinum við. Heldur nakar annar seg kunna seta lít sína til holdið, so kann eg tað meir.
Filippibrævið 3:5 Filippibrævið
Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari.
Filippibrævið 3:6 Filippibrævið
So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi.
Filippibrævið 3:7 Filippibrævið
Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap,