sáttmáli við eygunum
45 versir um "sáttmáli við eygunum"
Versir
Síða 1 av 1Job 31:1 Job
„Sáttmála hevði eg gjørt við eygu míni, at eg skuldi onga moyggj hyggja á.
Matteus 5:28 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.
Filippibrævið 4:8 Filippibrævið
Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!
Job 31:2 Job
– Hvat hevði annars lutur mín verðið frá Gudi haruppi, arvurin, ið hin Alvaldi hevði givið mær av hæddini!
Job 31:3 Job
Rámar ikki vanlukka hin órættvísa, mótgangur tey, sum gera tað, ið ilt er!
Job 31:4 Job
Sær Hann ikki vegir mínar, og telur Hann ikki hvørt spor, ið eg gangi!
Job 31:5 Job
Havi eg gingið við lygn, og hevur fótur mín verið snarur til svik
Job 31:6 Job
– Gud vigi meg á rættvísivekt, og Hann skal síggja, at eg eri sakleysur! –
Job 31:7 Job
hava spor míni vikið av leið, og hevur hjarta mítt gingið eftir eygum mínum, ja, er plettur á hondum mínum,
Job 31:8 Job
so vildi eg, at annar skuldi etið tað, ið eg havi sáað, og at tað, ið eg havi plantað, skuldi verðið rykt upp við rót!
Job 31:9 Job
Havi eg latið kvinnu dára hjarta mítt, so at eg havi lúrt við dyr næsta míns,
Job 31:10 Job
so mali kona mín fyri annan, og aðrir fevni henni!
Job 31:11 Job
Tí slíkt er skemdarverk, tað er misgerð, ið kemur undir dóm;
Job 31:12 Job
tað er eldur, ið oyðir líka niður í avgrundina; hann hevði gjørt enda á øllum góðsi mínum.
Job 31:13 Job
Havi eg vanvirt rætt træls míns og trælkvinnu mínar, táið tey høvdu trætu við meg!
Job 31:14 Job
– Hvat skuldi eg tá gjørt, táið Gud reistist, og hvat skuldi eg svarað Honum, táið Hann rannsakaði!
Job 31:15 Job
Hevur ikki Hann, sum skapti meg í móðurlívi, skapt tey við, og hevur ikki ein og hin sami virkað okkum í móðurfangi!
Job 31:16 Job
Havi eg sýtt ørmum tað, ið tey bóðu, og latið eygu einkjunnar tærast burt!
Job 31:17 Job
Havi eg etið breyð mítt einsamallur, so hin faðirleysi fekk ikki burturav!
Job 31:18 Job
Nei, frá tí eg var ungur, vaks hann upp hjá mær sum hjá faðir, og frá móðurlívi havi eg leitt einkjur!
Job 31:19 Job
Havi eg orkað at sæð neyðardýr ganga nakið, fátækan, sum ikki átti plagg at fara í!
Job 31:20 Job
Á nei, lendar hansara signaðu meg, aftur fyri at hann vermdist í ullini av seyði mínum!
Job 31:21 Job
Havi eg lyft hondini móti hinum faðirleysa, fyri tað at eg visti, at eg fekk viðhald í rættinum!
Job 31:22 Job
– So detti øksl mín frá herðunum, og armur mín brotni úr akslarliðinum!
Job 31:23 Job
Nei, straff Guds fylti meg við ræðslu, móti veldi Hansara hevði eg einki verið mentur!
Job 31:24 Job
Havi eg sett lít mína til gullið og sagt við hitt reina gull: „Tú ert álit mítt“!
Job 31:25 Job
Var tað gleði mín, at ríkidømi mítt øktist, og at hond mín fekk sankað so nógv!
Job 31:26 Job
Táið eg sá sólljósið, hvussu tað lýsti, og mánan, hvussu skínandi hann gleið avstað,
Job 31:27 Job
varð tá hjarta mítt dárað í loyndum, so eg sendi teimum hondkoss!
Job 31:28 Job
Nei, eisini tað hevði verið misgerð, ið kom undir dóm; tí tá hevði eg avnoktað Gud á hæddini!
Job 31:29 Job
Havi eg glett meg, táið óvinur mín fall! Rópti eg av gleði, táið vanlukkan rámti hann!
Job 31:30 Job
Nei, eg gav ikki munni mínum loyvi at synda, so eg bannaði honum og ynskti honum deyðan!
Job 31:31 Job
Hava ikki húsfólk míni sagt: „Hvør fór svangur frá borði hansara!“
Job 31:32 Job
– Aldri mátti fremmandur liggja úti um náttina; eg læt dyr mínar upp fyri ferðamanninum.
Job 31:33 Job
Havi eg dult syndir mínar – sum fólk eru von – og loynt misgerð mína í barminum,
Job 31:34 Job
av tí at eg var ræddur fyri hinum stóra hópi og óttaðist fyri at verða vanvirdur av ættarfrændum, og tagdi tí og fór ikki út um dyrnar!
Job 31:35 Job
Á, hevði eg havt onkun, sum vildi lurtað eftir mær! Hygg, her er undirskrift mín – hin Alvaldi svari mær! Hevði eg bert havt tað, ið mótpartur mín hevur skrivað!
Job 31:36 Job
Sanniliga, eg skuldi tikið tað á økslina, eg skuldi fest tað á høvd mítt sum krúnu!
Job 31:37 Job
Eg skuldi svarað Honum fyri hvørt spor, eg havi stigið, og møtt Honum sum høvdingi!
Job 31:38 Job
Hevur akurland mítt verið noytt at rópa undan mær, og hava allar foyrur tess grátið –
Job 31:39 Job
havi eg etið grøði tess uttan viðurlag og pínt lívið úr eigarum tess,
Job 31:40 Job
so grógvi tornir í staðin fyri hveiti, og illgras í staðin fyri bygg!“ – Her enda røður Jobs.
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið
Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.
Jákupsbrævið 5:16 Jákupsbrævið
Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.