sáttmálaørkin

65 versir um "sáttmálaørkin"

Versir

Síða 2 av 2
Onnur Mósebók 25:19 Onnur Mósebók

Tú skalt seta annan kerúbin við annan endan og hin kerúbin við hin endan; áfastar við náðistólin skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan.

2
Onnur Mósebók 25:20 Onnur Mósebók

Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.

2
Onnur Mósebók 25:21 Onnur Mósebók

So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.

2
Fjórða Mósebók 7:89 Fjórða Mósebók

Táið Móses fór inn í samkomutjaldið at tala við HARRAN, hoyrdi hann røddina tala til sín av náðistólinum, sum var oman á vitnisburðarørkini, úr rúminum millum kerúbarnar báðar; har talaði Hann við hann.

2
Fjórða Mósebók 10:33 Fjórða Mósebók

So fóru teir tá frá fjalli HARRANS tríggjar dagsferðir, og sáttmálaørk HARRANS var undan teimum allar tríggjar dagarnar, at leita teimum eftir hvíldarstaði.

2
Fimta Mósebók 10:1 Fimta Mósebók

„Um hesa tíðina segði HARRIN við meg: „Høgg tær tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru, og kom niðan á fjallið til Mín! Ger tær eisini ørk av viði!

2
Fimta Mósebók 10:2 Fimta Mósebók

So skal Eg skriva á talvurnar orðini, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, teimum, ið tú breytst sundur; og tú skalt leggja tær í ørkina.“

2
Fimta Mósebók 10:3 Fimta Mósebók

Eg gjørdi tá ørk av akasiuviði og høgdi tvær steintalvur, líka vorðnar sum hinar fyrru; síðani fór eg niðan á fjallið við talvunum báðum í hondini.

2
Fimta Mósebók 10:4 Fimta Mósebók

Hann skrivaði á talvurnar tað sama, ið skrivað hevði verið hina fyrru ferðina, tey tíggju orðini, ið HARRIN hevði talað til tykkara á fjallinum mitt út úr eldinum, tann dagin tit vóru savnað har. Og HARRIN fekk mær tær.

2
Fimta Mósebók 10:5 Fimta Mósebók

Síðani vendi eg mær og fór oman av fjallinum og legði talvurnar í ørkina, sum eg hevði gjørt; og har vórðu tær liggjandi – soleiðis sum HARRIN hevði álagt mær.

2
Josva 3:6 Josva

Síðani segði Josva við prestarnar: „Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!“ Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum.

2
Fyrra Sámuelsbók 3:3 Fyrra Sámuelsbók

og lampa Guds var enn ikki sløknað; Sámuel lá og svav í halgidómi HARRANS, har sum ørk Guds stóð –

2
Fyrra Kongabók 3:15 Fyrra Kongabók

Nú vaknaði Sálomo og sá, at hetta var dreymur. Táið hann so kom til Jerusalem, steig hann fram fyri sáttmálaørk HARRANS og ofraði brennioffur og bar fram takkoffur; og hann gjørdi gestaboð fyri øllum tænarum sínum.

2
Seinna Krønikubók 35:3 Seinna Krønikubók

og við Levitarnar, ið lærdu alt Ísrael og vóru HARRANUM halgaðir, segði hann: „Setið hina heilagu ørk í templið, sum Sálomo ísraelskongur, sonur Dávid, hevur bygt! Tit hava einki at bera á herðunum longur; tænið nú HARRANUM Gudi tykkara og Ísrael, fólki Hansara!

2
Jeremias 3:16 Jeremias

Táið tit verða stórt fólk og fjølment í landinum á teimum døgum – sigur HARRIN – skal ikki longur verða tosað um sáttmálaørk HARRANS ella hugsað um hana; hon skal ikki verða minst, ei heldur saknað, og eingin slík ørk skal verða gjørd aftur.

2