sáttmálaørkin

65 versir um "sáttmálaørkin"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrra Sámuelsbók 6:19 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN sló nakrar av monnunum í Bet-Semes, fyri tað at teir høvdu hugt at ørk HARRANS – 70 menn av fólkinum sló Hann; og fólkið syrgdi, tí HARRIN hevði gjørt so stórt mannafall millum fólkið.

4
Fyrra Kongabók 8:9 Fyrra Kongabók

Einki var í ørkini uttan hinar báðar steintalvurnar, ið Móses við Horeb hevði lagt niður í hana – ta ferðina ið HARRIN gjørdi sáttmála við Ísraelsmenn, táið teir fóru út av Egyptalandi.

4
Hebrearabrævið 9:1 Hebrearabrævið

Víst hevði nú eisini hin fyrri sáttmálin fyriskipanir sínar fyri gudstænastuni og jørðiska halgidóm sín.

4
Hebrearabrævið 9:2 Hebrearabrævið

Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini – hetta kallast hitt heilaga.

4
Hebrearabrævið 9:3 Hebrearabrævið

Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta;

4
Hebrearabrævið 9:4 Hebrearabrævið

í tí var roykilsisaltar av gulli og sáttmálaørkin, sum var klædd við gulli, øll sum hon var; í henni var gullkrukka við manna, stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar.

4
Hebrearabrævið 9:5 Hebrearabrævið

Yvir henni vóru kerúbar dýrdarinnar, sum skuggaðu yvir náðistólin. – Men um hetta fara vit ikki at tala nú, hvørt fyri seg.

4
Onnur Mósebók 25:22 Onnur Mósebók

Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.

3
Onnur Mósebók 37:1 Onnur Mósebók

Síðani gjørdi Bezalel ørkina av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.

3
Onnur Mósebók 37:2 Onnur Mósebók

Hann klæddi hana við reinum gulli bæði innan og uttan, og gullrond gjørdi hann á hana rundanum.

3
Onnur Mósebók 37:3 Onnur Mósebók

Hann stoypti fýra gullringar og setti teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.

3
Onnur Mósebók 37:4 Onnur Mósebók

Stengur gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli

3
Onnur Mósebók 37:5 Onnur Mósebók

og stakk tær síðani gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skuldu vera at bera ørkina við.

3
Onnur Mósebók 37:6 Onnur Mósebók

Náðistólin gjørdi hann av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.

3
Onnur Mósebók 37:7 Onnur Mósebók

Og hann gjørdi tveir kerúbar av gulli; teir gjørdi hann úr slignum gulli og setti teir við báðar endar náðistólsins,

3
Onnur Mósebók 37:8 Onnur Mósebók

annan kerúbin við annan endan og hin kerubin við hin endan; áfastar við náðistólin gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan.

3
Onnur Mósebók 37:9 Onnur Mósebók

Kerúbarnir hildu veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjaldu náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra vendu hvørt móti øðrum; niður ímóti náðistólinum vendu andlit kerúbanna.

3
Seinna Sámuelsbók 6:1 Seinna Sámuelsbók

Dávid savnaði uppaftur saman allan útvalda her Ísraels, 30000 mans.

3
Seinna Sámuelsbók 6:2 Seinna Sámuelsbók

So fór Dávid avstað við øllum fólkinum, ið hjá honum var, og fór úr Ba’ale-Juda til at flyta haðani ørk Guds, sum kallað verður við navni HARRANS Guds herskaranna, Hansara, sum situr uppi yvir kerúbunum.

3
Seinna Sámuelsbók 6:3 Seinna Sámuelsbók

Teir settu tá ørk Guds á nýggjan vagn og fóru við henni úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum; Uzza og Ajo, synir Abinadab, stýrdu vagninum.

3
Seinna Sámuelsbók 6:4 Seinna Sámuelsbók

Soleiðis fluttu teir ørk Guds úr húsi Abinadabs, sum stóð á heygnum, og komu við sjálvir; Ajo gekk undan ørkini.

3
Seinna Sámuelsbók 6:5 Seinna Sámuelsbók

Dávid og alt hús Ísraels leikaðu fyri ásjón HARRANS, alt tað tey vóru ment, og sungið varð og spælt á sitarar, hørpur, trummur, bjøllur og skáltrummur.

3
Seinna Sámuelsbók 6:6 Seinna Sámuelsbók

Táið tey nú komu at treskiplássi Nakons, rætti Uzza út hondina og tók í ørk Guds; tí teir fingu ikki stýrt oksunum.

3
Seinna Sámuelsbók 6:7 Seinna Sámuelsbók

Tá tendraðist vreiði HARRANS móti Uzza, og Gud sló hann har fyri hetta skeiva, ið hann hevði gjørt, so hann doyði har hjá ørk Guds.

3
Seinna Sámuelsbók 6:8 Seinna Sámuelsbók

Men Dávid varð illa við, av tí at HARRIN hevði sligið Uzza niður; tí hevur hetta stað verið rópt Perez-Uzza líka til henda dag.

3
Seinna Sámuelsbók 6:9 Seinna Sámuelsbók

Dávid varð gripin av ræðslu fyri HARRANUM tann dagin og segði: „Hvussu skal ørk HARRANS kunna koma inn hjá mær!“

3
Seinna Sámuelsbók 6:10 Seinna Sámuelsbók

Dávid vildi tá ikki flyta ørk HARRANS niðan í Dávidsstað til sín, men læt seta hana inn hjá Obed-Edom úr Gat.

3
Seinna Sámuelsbók 6:11 Seinna Sámuelsbók

Ørk HARRANS stóð so í tríggjar mánaðir í húsi Obed-Edoms úr Gat; og HARRIN signaði Obed-Edom og alt hús hansara.

3
Seinna Sámuelsbók 6:12 Seinna Sámuelsbók

Onkur kom nú og segði Dávidi kongi, at HARRIN hevði signað hús Obed-Edoms og alt, ið hann átti, fyri tað at ørk Guds stóð har. Tá fór Dávid avstað og flutti ørk Guds úr húsi Obed-Edoms niðan í Dávidsstað við fagnaði.

3
Seinna Sámuelsbók 6:13 Seinna Sámuelsbók

Táið teir, ið bóru ørk HARRANS, høvdu gingið seks stig, ofraði hann tarv og gøðingarkálv.

3
Seinna Sámuelsbók 6:14 Seinna Sámuelsbók

Og Dávid dansaði fyri ásjón HARRANS, alt tað hann var mentur; hann var í lívkyrtli av líni.

3
Seinna Sámuelsbók 6:15 Seinna Sámuelsbók

Soleiðis fluttu Dávid og alt Ísrael ørk HARRANS niðan við gleðirópum og hornblástri.

3
Seinna Sámuelsbók 6:16 Seinna Sámuelsbók

Men táið ørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa fyri ásjón HARRANS, vanvirdi hon hann í hjartanum.

3
Seinna Sámuelsbók 6:17 Seinna Sámuelsbók

Teir komu so inn við ørk HARRANS og settu hana, har sum hon skuldi standa – mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni; og Dávid ofraði fyri ásjón HARRANS brennioffur og takkoffur.

3
Seinna Sámuelsbók 6:18 Seinna Sámuelsbók

Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS Guds herskaranna.

3
Seinna Sámuelsbók 6:19 Seinna Sámuelsbók

Og hann býtti út til alt fólkið, til hvønn ein av allari mannfjøld Ísraels, bæði mann og kvinnu, eitt breyð, eitt kjøtstykki og eina rosinukøku. So fór alt fólkið heimaftur, hvør til sín.

3
Seinna Sámuelsbók 6:20 Seinna Sámuelsbók

Men táið Dávid kom heimaftur at signa hús sítt, kom Mikal, dóttir Saul, út ímóti honum og segði: „Tað er ikki eiti, sum kongur Ísraels er ærdur í dag, hann, sum í dag hevur gingið nakin, so arbeiðskonur tænara hansara hava sæð, eins og skammleys fólk plaga at gera!“

3
Seinna Sámuelsbók 6:21 Seinna Sámuelsbók

Dávid svaraði Mikal: „Fyri ásjón HARRANS, sum útvaldi meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og setti meg til høvdinga yvir fólki HARRANS, yvir Ísrael – fyri ásjón HARRANS havi eg dansað!

3
Seinna Sámuelsbók 6:22 Seinna Sámuelsbók

Eg skal gera meg minni enn so og verða lítil í mínum egnu eygum; og hasar arbeiðskonurnar, ið tú tosaði um – saman við teimum vil eg verða ærdur!“

3
Seinna Sámuelsbók 6:23 Seinna Sámuelsbók

– Mikal, dóttir Saul, var barnleys líka til deyðadag sín.

3
Opinberingin 11:19 Opinberingin

Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.

3
Onnur Mósebók 25:10 Onnur Mósebók

Teir skulu gera ørk av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.

2
Onnur Mósebók 25:11 Onnur Mósebók

Hana skalt tú klæða við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú klæða hana við gulli, og gullrond skalt tú gera á hana rundanum.

2
Onnur Mósebók 25:12 Onnur Mósebók

Tú skalt stoypa fýra gullringar og seta teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.

2
Onnur Mósebók 25:13 Onnur Mósebók

So skalt tú gera stengur av akasiuviði og klæða tær við gulli

2
Onnur Mósebók 25:14 Onnur Mósebók

og stinga tær gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skulu vera at bera ørkina við.

2
Onnur Mósebók 25:15 Onnur Mósebók

Stengurnar skulu verða sitandi í ringum arkarinnar; tær mugu aldri verða tiknar úr teimum.

2
Onnur Mósebók 25:16 Onnur Mósebók

Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin,* sum Eg skal geva tær.

2
Onnur Mósebók 25:17 Onnur Mósebók

So skalt tú gera náðistól* av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.

2
Onnur Mósebók 25:18 Onnur Mósebók

Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.

2