sáttmálar

46 versir um "sáttmálar"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 89:34 Sálmarnir

men náði Mína taki Eg ikki frá honum, og trúfesti Mína svíki Eg ikki;

6
Galatiabrævið 3:15 Galatiabrævið

Brøður! Eg tali menniskjaliga: Eingin ger tó til einkis staðfest arvaskjal eins menniskja ella leggur nakað aftrat tí.

6
Sálmarnir 105:8 Sálmarnir

Hann minnist í allar ævir sáttmála Sín, í túsund ættarlið orð Sítt,

4
Sálmarnir 105:9 Sálmarnir

sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki,

4
Sálmarnir 105:10 Sálmarnir

og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála,

4
Sálmarnir 105:11 Sálmarnir

táið Hann segði: „Tær gevi Eg Kána’ansland í arvalut.“

4
Triðja Mósebók 6:2 Triðja Mósebók

„Gev Áron og sonum hansara hetta boð: „Hetta er lógin um brenniofrið: Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina, líka til morgunin eftir, og altareldurin skal verða hildin brennandi við tí.

3
Fjórða Mósebók 30:2 Fjórða Mósebók

Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: „Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið:

3
Orðtøkini 22:26 Orðtøkini

Ver ikki millum teirra, sum geva handtak, millum teirra, sum ganga í ábyrgd fyri skuld!

3
Esaias 54:10 Esaias

Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast – sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.

3
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

3
Hebrearabrævið 6:17 Hebrearabrævið

Táið nú Gud enn týðiligari vildi vísa arvingum lyftisins, hvussu óvikandi ráð Hansara var, legði Hann tí eið aftrat,

3
Fyrsta Mósebók 8:20 Fyrsta Mósebók

Nóa reisti nú HARRANUM altar, og hann tók av øllum teimum reinu dýrunum og av øllum teimum reinu fuglunum og ofraði brennioffur á altarinum.

2
Fyrsta Mósebók 8:21 Fyrsta Mósebók

Táið HARRIN kendi tann góða angan, segði Hann í hjarta Sínum: „Eg skal aldri aftur banna jørðini fyri menniskjans skuld, tí menniskjahjartans tankar eru óndir líka frá ungdóminum. Eg skal aldri aftur forkoma øllum livandi, soleiðis sum Eg havi gjørt nú.

2
Fyrsta Mósebók 8:22 Fyrsta Mósebók

Hereftir skal, so leingi sum jørðin stendur, vár og heyst, kuldi og hiti, summar og vetur, dagur og nátt, aldri halda uppat.“

2
Fyrsta Mósebók 12:1 Fyrsta Mósebók

HARRIN segði við Ábram: „Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns – til landið, ið Eg skal vísa tær!

2
Fyrsta Mósebók 12:2 Fyrsta Mósebók

Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing.

2
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók

Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“

2
Fyrsta Mósebók 31:44 Fyrsta Mósebók

So kom nú og lat okkum gera sáttmála hvør við annan, og hann skal vera vitni millum meg og teg!“

2
Fyrsta Mósebók 31:45 Fyrsta Mósebók

Jákup tók tá stein og reisti hann sum minnisstein;

2
Fyrsta Mósebók 31:46 Fyrsta Mósebók

og Jákup segði við skyldmenn sínar: „Berið saman grót!“ So fóru teir eftir gróti og laðaðu grótrúgvu, og teir hildu máltíð har á grótrúgvuni.

2
Fyrsta Mósebók 31:47 Fyrsta Mósebók

Laban rópti hana Jegar-Sahaduta,* og Jákup rópti hana Gal-Ed.*

2
Fyrsta Mósebók 31:48 Fyrsta Mósebók

Laban segði nú: „Henda grótrúgva skal í dag vera vitni millum okkum báðar.“ – Tí fekk hon navnið Gal-Ed,

2
Fyrsta Mósebók 31:49 Fyrsta Mósebók

og eisini Mizpa* – tí hann segði: „HARRIN skal halda vakt millum meg og teg, táið vit ikki longur síggja hvør annan!

2
Fyrsta Mósebók 31:50 Fyrsta Mósebók

Fert tú illa við døtrum mínum, ella tekur tú aðrar konur aftrat teimum, ja, so er víst einki menniskja hjástatt, men Gud, Hann skal vera vitni millum meg og teg!“

2
Fyrsta Mósebók 31:51 Fyrsta Mósebók

Og Laban segði við Jákup: „Henda grótrúgva og hesin minnissteinur, ið eg havi reist millum meg og teg

2
Fyrsta Mósebók 31:52 Fyrsta Mósebók

– vitni skulu tey vera, bæði grótrúgvan og minnissteinurin, at eg skal ikki fara um hesa grótrúgvu móti tær, og tú skalt heldur ikki fara um hesa grótrúgvu og henda minnisstein móti mær – við illum í huga!

2
Fyrsta Mósebók 31:53 Fyrsta Mósebók

Gud Ábrahams og Gud Nakors skal døma okkara millum, Hann, sum var Gud faðirs teirra!“ – So svór Jákup um Hann, ið Ísakur, faðir hansara, óttaðist.

2
Fyrsta Mósebók 31:54 Fyrsta Mósebók

Jákup ofraði sláturoffur á fjallinum og beyð skyldmonnum sínum til máltíð. Teir hildu tá máltíð og vórðu náttina á fjallinum.

2
Josva 9:15 Josva

Og Josva tilsegði teimum frið og gjørdi sáttmála við teir um, at teir skuldu sleppa at liva; hetta lovaðu høvdingar samkomunnar teimum við eiði.

2
Fyrra Sámuelsbók 18:3 Fyrra Sámuelsbók

Jónatan gjørdi sáttmála við Dávid, tí hann elskaði hann sum sína egnu sál.

2
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini

Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:

2
Orðtøkini 6:17 Orðtøkini

Stolt eygu, følsk tunga, hendur, ið úthella sakleyst blóð,

2
Orðtøkini 6:18 Orðtøkini

hjarta, sum smíðar saman ónd ráð, føtur, sum eru kvikir til tað, ið ilt er,

2
Orðtøkini 6:19 Orðtøkini

tann, ið talar lygn og vitnar rangt, og tann, ið setur split millum brøður.

2
Jeremias 32:10 Jeremias

Síðani skrivaði eg keypibræv, innsiglaði tað og tók vitni, og eg vigaði silvurið á vekt.

2
Jeremias 32:11 Jeremias

So tók eg keypibrævið, bæði hitt innsiglaða við avtaluni og korunum og hitt opna,

2
Jeremias 32:12 Jeremias

og eg fekk Baruk, syni Nerija, son Maseja, keypibrævið, meðan teir vóru hjástaddir – skyldmaður mín Hanamel, vitnini, ið høvdu skrivað undir keypibrævið, og allir Jødarnir, sum í vaktargarðinum sótu.

2
Jeremias 32:13 Jeremias

Og meðan teir vóru hjástaddir, gav eg Baruk hetta boð:

2
Jeremias 32:14 Jeremias

„So sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Tak hesi brøv, hetta innsiglaða keypibrævið og hetta opna brævið, og legg tey í leirílat, so tey kunnu halda seg langa tíð!

2
Jeremias 32:15 Jeremias

Tí so sigur HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels: Eina ferð enn skulu hús, jørð og víngarðar verða keypt í hesum landi.“

2
Ezekiel 16:59 Ezekiel

Ja, so sigur Harrin HARRIN: Eg skal gera við teg, sum tú hevur gjørt, tú, ið vanvirdi eiðin og breytst sáttmálan!

2
Mika 7:20 Mika

Tú skalt vísa Jákupi trúfesti, Ábrahami náði – sum Tú við eiði hevur lovað fedrum okkara í fornum døgum.

2
Malakias 2:4 Malakias

Tá skulu tit sanna, at Eg havi sent tykkum hetta boð; tí Eg havi sáttmála við Levi – sigur HARRIN Gud herskaranna.

2
Kolossibrævið 2:14 Kolossibrævið

og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.

2
Hebrearabrævið 6:16 Hebrearabrævið

Menniskju svørja jú um tann, ið størri er, og eiðurin er teimum staðfesting og ger enda á øllum stríði.

2