sáttmálakistan

19 versir um "sáttmálakistan"

Versir

Síða 1 av 1
Opinberingin 11:19 Opinberingin

Tempul Guds í Himli varð nú latið upp, og sáttmálaørk Hansara kom til sjóndar í templi Hansara. Og snarljós komu, og røddir, torur, jarðskjálvti og stórur heglingur.

4
Onnur Mósebók 25:22 Onnur Mósebók

Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.

3
Onnur Mósebók 37:1 Onnur Mósebók

Síðani gjørdi Bezalel ørkina av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.

3
Onnur Mósebók 37:2 Onnur Mósebók

Hann klæddi hana við reinum gulli bæði innan og uttan, og gullrond gjørdi hann á hana rundanum.

3
Onnur Mósebók 37:3 Onnur Mósebók

Hann stoypti fýra gullringar og setti teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.

3
Onnur Mósebók 37:4 Onnur Mósebók

Stengur gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við gulli

3
Onnur Mósebók 37:5 Onnur Mósebók

og stakk tær síðani gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skuldu vera at bera ørkina við.

3
Onnur Mósebók 37:6 Onnur Mósebók

Náðistólin gjørdi hann av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.

3
Onnur Mósebók 37:7 Onnur Mósebók

Og hann gjørdi tveir kerúbar av gulli; teir gjørdi hann úr slignum gulli og setti teir við báðar endar náðistólsins,

3
Onnur Mósebók 37:8 Onnur Mósebók

annan kerúbin við annan endan og hin kerubin við hin endan; áfastar við náðistólin gjørdi hann kerúbarnar, hvønn á sín endan.

3
Onnur Mósebók 37:9 Onnur Mósebók

Kerúbarnir hildu veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjaldu náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra vendu hvørt móti øðrum; niður ímóti náðistólinum vendu andlit kerúbanna.

3
Jeremias 3:16 Jeremias

Táið tit verða stórt fólk og fjølment í landinum á teimum døgum – sigur HARRIN – skal ikki longur verða tosað um sáttmálaørk HARRANS ella hugsað um hana; hon skal ikki verða minst, ei heldur saknað, og eingin slík ørk skal verða gjørd aftur.

3
Hebrearabrævið 9:1 Hebrearabrævið

Víst hevði nú eisini hin fyrri sáttmálin fyriskipanir sínar fyri gudstænastuni og jørðiska halgidóm sín.

3
Hebrearabrævið 9:2 Hebrearabrævið

Tí tjald varð gjørt, hitt fremra; í tí var ljósastakin, borðið og sýnisbreyðini – hetta kallast hitt heilaga.

3
Hebrearabrævið 9:3 Hebrearabrævið

Men aftan fyri annað forhangið var tjaldið, sum kallast hitt alraheilagasta;

3
Hebrearabrævið 9:4 Hebrearabrævið

í tí var roykilsisaltar av gulli og sáttmálaørkin, sum var klædd við gulli, øll sum hon var; í henni var gullkrukka við manna, stavur Árons, sum blómað hevði, og sáttmálatalvurnar.

3
Hebrearabrævið 9:5 Hebrearabrævið

Yvir henni vóru kerúbar dýrdarinnar, sum skuggaðu yvir náðistólin. – Men um hetta fara vit ikki at tala nú, hvørt fyri seg.

3
Fjórða Mósebók 10:33 Fjórða Mósebók

So fóru teir tá frá fjalli HARRANS tríggjar dagsferðir, og sáttmálaørk HARRANS var undan teimum allar tríggjar dagarnar, at leita teimum eftir hvíldarstaði.

2
Josva 3:6 Josva

Síðani segði Josva við prestarnar: „Takið sáttmálaørkina og gangið undan fólkinum!“ Teir tóku tá sáttmálaørkina og gingu undan fólkinum.

2