Satanistar
56 versir um "Satanistar"
Versir
Síða 1 av 2Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Seinna Korintbrævið 11:14 Seinna Korintbrævið
Og ikki er undur í tí; Satan sjálvur skapir seg jú um til eingil ljósins;
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið
Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.
Efesusbrævið 5:7 Efesusbrævið
Havið tí einki við tey at gera!
Efesusbrævið 5:8 Efesusbrævið
Tit vóru jú myrkur fyrr, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins!
Efesusbrævið 5:9 Efesusbrævið
Ávøkstur ljósins vísir seg jú í allari góðsku og rættvísi og í øllum sannleika.
Efesusbrævið 5:10 Efesusbrævið
– Ja, rannsakið, hvat Harranum toknast!
Efesusbrævið 5:11 Efesusbrævið
Og havið einki samfelag við verk myrkursins, sum ongan ávøkst bera, nei, revsið tey heldur!
Efesusbrævið 5:12 Efesusbrævið
Tí tað, sum av teimum verður gjørt í loyndum, er skomm enntá at taka upp á tunguna!
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Onnur Mósebók 22:18 Onnur Mósebók
Gandakelling skalt tú ikki lata liva.
Fimta Mósebók 18:10 Fimta Mósebók
Eingin má vera hjá tær, sum letur son sín ella dóttur sína ganga gjøgnum eldin, eingin gandakallur ella spámaður, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst,
Fimta Mósebók 18:11 Fimta Mósebók
eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar ella hamar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum.
Fimta Mósebók 18:12 Fimta Mósebók
Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd, og fyri alt slíkt viðurstyggiligt er tað, HARRIN Gud tín rekur tey burtur fyri tær.
Fimta Mósebók 18:13 Fimta Mósebók
Ólastandi skalt tú vera fyri HARRANUM Gudi tínum.
Sálmarnir 145:20 Sálmarnir
HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann.
Esaias 14:1 Esaias
Tí HARRIN skal miskunna Jákupi og eina ferð enn útvelja Ísrael. Hann skal lata tey seta búgv í teirra egna landi, og fremmand skulu sameinast við tey og halda seg til hús Jákups.
Esaias 14:2 Esaias
Fólkasløg skulu taka tey og flyta tey heimaftur, og hús Ísraels skal í landi HARRANS taka fólkasløgini í ogn sum trælir og trælkvinnur; tey skulu gera tey til fangar, sum tey vóru fangar hjá, og ráða yvir valdsharrum sínum.
Esaias 14:3 Esaias
Tann dag HARRIN gevur tær hvílu eftir møði og angist tína og eftir hin harða trældóm, ið á teg var lagdur,
Esaias 14:4 Esaias
skalt tú taka upp hetta háðkvæði um kongin í Bábel: „Hygg, hvussu endaði við valdsharranum, við pínustaðnum!
Esaias 14:5 Esaias
HARRIN hevur brotið stav hinna gudleysu, kongastav valdsharranna,
Esaias 14:6 Esaias
sum í vreiði góvu fólkasløgum eitt slagið fyri og annað eftir, sum í illsinni kúgaðu fólkini og jagstraðu tey og spardu ikki!
Esaias 14:7 Esaias
Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.
Esaias 14:8 Esaias
Um tað so eru sypristrøini, gleðast tey yvir tær, eisini sedristrøini á Libanon: „Síðani tú falst og vart liggjandi, kemur eingin niðan at fella okkum!“
Esaias 14:9 Esaias
Órógv kemur í deyðaríkið har niðri fyri tína skuld, táið tað tekur ímóti tær; fyri tína skuld vekur tað upp deydningar, allar høvdingar jarðarinnar; tað fær allar kongar tjóðanna at reisast úr hásætum teirra.
Esaias 14:10 Esaias
Teir taka allir til orða og siga við teg: „Og tú ert eisini vorðin máttleysur sum vit, tú ert vorðin okkum líkur!“
Esaias 14:11 Esaias
Niður í deyðaríkið er dýrd tín stoytt, ljóðið av hørpum tínum; undir tær er reidd lega av ormum, maðkar hevur tú oman á tær!
Esaias 14:12 Esaias
Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín!
Esaias 14:13 Esaias
Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: „Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri;
Esaias 14:14 Esaias
eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!“
Esaias 14:15 Esaias
– Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina!
Esaias 14:16 Esaias
Tey, sum síggja teg, skulu stara upp á teg, undrast á teg og siga: „Er hetta maðurin, ið fekk jørðina at nøtra, kongaríki at skelva,
Esaias 14:17 Esaias
sum gjørdi jarðarríki til oyðimørk, breyt niður býir tess og lovaði ikki fangum sínum heimaftur?“
Esaias 14:18 Esaias
Allir kongar tjóðanna liggja við heiðuri, hvør í húsi sínum;
Esaias 14:19 Esaias
men tú liggur ógrivin, slongdur burt sum vanvird grein, fjaldur av dripnum – gjøgnumstungnum við svørði – eins og niðurtraðkað ræ.
Esaias 14:20 Esaias
Tú skalt ikki verða jarðaður sum teir, ið stíga niður í steinsettar gravir; tí landi tínum hevur tú forkomið, fólk títt hevur tú dripið – avkom illgerðarmanna skal aldri nevnast meir!
Esaias 14:21 Esaias
Gerið sonum hansara blóðbað fyri misgerð fedra teirra! Teir skulu ikki reisast og taka jørðina í ogn og fylla jarðarríki við býum.“
Esaias 14:22 Esaias
Eg skal reisa Meg móti teimum, sigur HARRIN Gud herskaranna; Eg skal týna úr Bábel bæði navn og leivd, bæði børn og barnabørn, sigur HARRIN.
Esaias 14:23 Esaias
Eg skal gera tað til eitt tilhald pinnsvína og fylla tað við blotum; Eg skal sópa tað burt við oyðingarkusti – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Esaias 14:24 Esaias
HARRIN Gud herskaranna hevur svorið: Sanniliga, sum Eg havi hugsað, so skal vera, og tað, ið Eg havi sett Mær fyri, skal standa fast!
Esaias 14:25 Esaias
Eg skal sora Assur sundur í landi Mínum og traðka hann niður á fjøllum Mínum; ok hansara skal verða av teimum tikið, og byrði hansara skal verða lyft av herðum teirra.
Esaias 14:26 Esaias
Hetta er tað, ið Eg havi sett Mær fyri at gera við alla jørðina, hetta er hondin, ið útrætt er móti øllum tjóðum.