Satanisma
58 versir um "Satanisma"
Versir
Síða 2 av 2Seinna Korintbrævið 11:29 Seinna Korintbrævið
Hvør er veikur, uttan at eisini eg verði veikur! Hvørjum verður volt ástoyt, uttan at tað brennur í mær!
Seinna Korintbrævið 11:30 Seinna Korintbrævið
– Skal eg rósa mær, so skal eg rósa mær av veikleika mínum.
Seinna Korintbrævið 11:31 Seinna Korintbrævið
Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum signaður er í allar ævir, veit, at eg lúgvi ikki!
Seinna Korintbrævið 11:32 Seinna Korintbrævið
Í Damaskus helt landshøvdingi Aretas kongs vakt um stað Damaskusmanna fyri at taka meg;
Seinna Korintbrævið 11:33 Seinna Korintbrævið
og gjøgnum glugga á múrinum varð eg sígdur niður í kurv og slapp undan hondum hansara.
Fyrra Timoteusarbrævið 4:1 Fyrra Timoteusarbrævið
Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villleiðandi andar og lærdómar ilra anda
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
Opinberingin 22:15 Opinberingin
Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndrápararnir, avgudadýrkararnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.