Satan ræður luftvegirnar
19 versir um "Satan ræður luftvegirnar"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 2:2 Efesusbrævið
sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.
Lukas 8:17 Lukas
Tí einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma fyri ljósið.
Seinna Korintbrævið 4:4 Seinna Korintbrævið
– har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum.
Sálmarnir 2:1 Sálmarnir
Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga?
Sálmarnir 2:2 Sálmarnir
Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara:
Sálmarnir 2:3 Sálmarnir
„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“
Sálmarnir 2:4 Sálmarnir
– Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
Sálmarnir 2:5 Sálmarnir
So talar Hann til teirra í vreiði Síni, loypir ræðslu á teir í bræði Síni:
Sálmarnir 2:6 Sálmarnir
„Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!“
Sálmarnir 2:7 Sálmarnir
– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
Sálmarnir 2:8 Sálmarnir
Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
Sálmarnir 2:9 Sálmarnir
við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!““
Sálmarnir 2:10 Sálmarnir
Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini!
Sálmarnir 2:11 Sálmarnir
Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan!
Sálmarnir 2:12 Sálmarnir
Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!
Jóhannes 8:44 Jóhannes
Tit eru av einum faðir – Djevulinum – og tit fara at gera tað, sum faðir tykkara lystir. Hann var frá upphavi manndrápari og stendur ikki í sannleikanum; tí sannleiki er ikki í honum. Táið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí hann er lygnari og faðir lygnarinnar.
Hebrearabrævið 2:18 Hebrearabrævið
Tí við tað at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann – sum tann, ið sjálvur er freistaður – koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.
Hebrearabrævið 4:16 Hebrearabrævið
Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!