Sarons blóma
20 versir um "Sarons blóma"
Versir
Síða 1 av 1Hásongurin 2:1 Hásongurin
„Eg eri rósan í Saron, liljan í dølunum.“
Esaias 35:1 Esaias
Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.
Esaias 35:2 Esaias
Hon skal blóma og fegnast, ja, fegnast og syngja av frøi; dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sarons; tey skulu síggja dýrd HARRANS, prýði Guds okkara.
Fyrra Krønikubók 5:16 Fyrra Krønikubók
Teir búðu í Gilead, í Basan og í býunum, sum hartil hoyrdu, og á øllum graslendi Sarons, so langt sum tað gekk.
Hásongurin 5:13 Hásongurin
Kinnar hansara eru eins og angandi blómubeðir, sum kryddurtir vaksa í; varrar hansara eru liljur, rennandi myrra drýpur av teimum.
Esaias 40:8 Esaias
Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!“
Hoseas 14:5 Hoseas
– Eg skal grøða fráfall teirra, Eg skal elska tey av fríum huga; tí vreiði Mín hevur vent sær frá teimum.
Fyrra Krønikubók 27:29 Fyrra Krønikubók
Sitrai úr Saron yvir neytunum, sum gingu í Saron; Safat, sonur Adlai, yvir neytunum, sum gingu í dølunum;
Job 14:2 Job
Tað veksur upp sum blóman – og følnar, fer avstað sum skuggin, stendur ikki fast.
Sálmarnir 103:15 Sálmarnir
Sum grasið eru dagar mansins; sum blóman á markini, so blómar hann.
Sálmarnir 103:16 Sálmarnir
Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur.
Hásongurin 2:2 Hásongurin
„Ja, sum lilja millum tornir er elskaða mín millum genturnar.“
Hásongurin 2:12 Hásongurin
blómurnar eru farnar at síggjast á jørðini, songtíðin er komin, og turtildúvan letur rødd sína hoyrast í landi okkara;
Esaias 28:1 Esaias
Vei teirri stoltu krúnu hinna druknu í Efra’im og hini følnandi blómu, fagra prýði hansara, sum stendur á hæddini í feita dali teirra, ið liggja druknir av víni!
Esaias 33:9 Esaias
Landið følnar og svinnur burt, Libanon stendur við skomm og følnar burt, Saron er sum oyðimørk, Basan og Karmel rista leyvið av sær.
Esaias 40:6 Esaias
Hoyr! Rødd er, sum sigur: „Rópa!“ Og ein svarar: „Hvat skal eg rópa?“ – „Alt hold er gras, og øll dýrd tess er sum blóman á markini;
Esaias 65:10 Esaias
Saron skal verða smáfæi beiti, og Akorsdalur neytum hvíldarstað, fólki Mínum til gagn, teimum, ið søkja Meg.
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Lukas 12:27 Lukas
Aktið eftir liljunum, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki, og Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Fyrra Pætursbrævið 1:24 Fyrra Pætursbrævið
Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av;