Sara

89 versir um "Sara"

Versir

Síða 2 av 2
Fyrsta Mósebók 17:16 Fyrsta Mósebók

Eg skal signa hana, og Eg skal eisini geva tær son við henni; ja, Eg skal signa hana, og hon skal verða til fólkasløg – kongar yvir fólkasløgum skulu koma av henni!“

2
Fyrsta Mósebók 17:17 Fyrsta Mósebók

Tá fall Ábraham á andlit sítt og læði, og hann segði í hjarta sínum: „Skal ein hundraðára gamal fáa børn! Og skal Sára, sum er 90 ár, eiga!“

2
Fyrsta Mósebók 17:18 Fyrsta Mósebók

Ábraham segði tí við Gud: „Hevði bert Ísmael livað fyri ásjón Tíni!“

2
Fyrsta Mósebók 17:19 Fyrsta Mósebók

Men Gud segði: „Nei! Sára, kona tín, skal eiga tær son, og hann skalt tú kalla Ísak; við hann skal Eg gera sáttmála Mín – ævigan sáttmála, sum skal galda fyri avkom hansara eftir hann.

2
Fyrsta Mósebók 17:20 Fyrsta Mósebók

Og viðvíkjandi Ísmael, so havi eg bønhoyrt teg – Eg skal signa hann og lata hann nørast og geva honum eitt ómetaligt avkom: tólv høvdingar skal hann fáa til synir, og Eg skal gera hann til eitt stórt fólk.

2
Fyrsta Mósebók 17:21 Fyrsta Mósebók

Men sáttmála Mín geri Eg við Ísak, sum Sára skal eiga tær um hesa tíðina næsta ár.“

2
Fyrsta Mósebók 17:22 Fyrsta Mósebók

Táið Gud nú var liðugur at tala við Ábraham, fór Hann upp frá honum.

2
Fyrsta Mósebók 17:23 Fyrsta Mósebók

Sama dag tók Ábraham Ísmael, son sín, og allar teir, ið vóru føddir í húsi hansara, og allar teir, ið vóru keyptir fyri pening hansara – alt mannkyn av fólkinum í húsi Ábrahams – og umskar yvirhúð teirra, soleiðis sum Gud hevði sagt við hann.

2
Fyrsta Mósebók 17:24 Fyrsta Mósebók

Ábraham var 99 ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin.

2
Fyrsta Mósebók 17:25 Fyrsta Mósebók

Ísmael, sonur hansara, var 13 ár, táið yvirhúð hansara varð umskorin.

2
Fyrsta Mósebók 17:26 Fyrsta Mósebók

Henda sama dagin vórðu Ábraham og sonur hansara Ísmael umskornir.

2
Fyrsta Mósebók 17:27 Fyrsta Mósebók

Og allir menn í húsi hansara, bæði teir, ið føddir vóru heima, og teir, ið keyptir vóru fyri pening frá fremmandum fólkum, vórðu umskornir við honum.

2
Fyrsta Mósebók 18:10 Fyrsta Mósebók

Tá segði Hann: „Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára, kona tín, ein son.“ – Hetta hoyrdi Sára í tjalddurunum aftan fyri Hann.

2
Fyrsta Mósebók 18:12 Fyrsta Mósebók

so læði Sára fyri seg sjálva og hugsaði: „Skuldi eg havt hug, nú eg eri vorðin gomul! Og harri mín er gamal!“

2
Fyrsta Mósebók 18:14 Fyrsta Mósebók

Er tá nakað HARRANUM ómøguligt! Næsta ár um hesa tíðina komi Eg aftur til tín, og tá hevur Sára ein son!“

2
Fyrsta Mósebók 21:1 Fyrsta Mósebók

HARRIN vitjaði Sáru, sum Hann hevði lovað; HARRIN gjørdi við Sáru, sum Hann hevði sagt.

2
Fyrsta Mósebók 21:2 Fyrsta Mósebók

Sára varð við barn og átti Ábrahami son á elliárum hansara, ta tíðina sum Gud hevði sagt honum.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:1 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína –

2
Fyrra Pætursbrævið 3:2 Fyrra Pætursbrævið

táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:3 Fyrra Pætursbrævið

Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:4 Fyrra Pætursbrævið

men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:5 Fyrra Pætursbrævið

Soleiðis var tað jú eisini, hinar heilagu kvinnur í forðum prýddu seg, tær, ið settu vón sína til Gud og vóru sínum egnu monnum undirgivnar

2
Fyrra Pætursbrævið 3:6 Fyrra Pætursbrævið

– sum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra – og børn hennara eru tit vorðnar, táið tit gera hitt góða og óttast onga ræðslu.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið

Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið

Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið

Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:10 Fyrra Pætursbrævið

Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:11 Fyrra Pætursbrævið

Hann vendi sær frá illum og geri gott, hann søki frið og stevni eftir honum!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:12 Fyrra Pætursbrævið

Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:13 Fyrra Pætursbrævið

Og hvør er tann, ið kann gera tykkum ilt, um tit eru íðin fyri hinum góða!

2
Fyrra Pætursbrævið 3:14 Fyrra Pætursbrævið

Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl. Havið ongan ótta fyri teimum, og verið ikki rædd,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:15 Fyrra Pætursbrævið

nei, halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta

2
Fyrra Pætursbrævið 3:16 Fyrra Pætursbrævið

sum tey, ið hava góða samvitsku – so tey, sum lasta góðu atferð tykkara í Kristusi, kunnu verða til skammar í tí, sum tey baktala tykkum fyri sum illgerðarmenn.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:17 Fyrra Pætursbrævið

Tí betri er at líða fyri góðan atburð – um so er vilji Guds – enn fyri ringan.

2
Fyrra Pætursbrævið 3:18 Fyrra Pætursbrævið

Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum;

2
Fyrra Pætursbrævið 3:19 Fyrra Pætursbrævið

í honum fór Hann eisini og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðhaldi,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:20 Fyrra Pætursbrævið

teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni –

2
Fyrra Pætursbrævið 3:21 Fyrra Pætursbrævið

sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists,

2
Fyrra Pætursbrævið 3:22 Fyrra Pætursbrævið

sum farin er upp til Himmals og er við høgru hond Guds. Honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd.

2