Sara

89 versir um "Sara"

Versir

Síða 1 av 2
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið

Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.

4
Fyrsta Mósebók 21:3 Fyrsta Mósebók

Ábraham gav syninum, ið hann hevði fingið, navnið Ísakur, honum, ið Sára hevði átt honum.

3
Fyrsta Mósebók 21:4 Fyrsta Mósebók

Ábraham umskar Ísak, son sín, táið hann var átta dagar gamal, soleiðis sum Gud hevði álagt honum.

3
Fyrsta Mósebók 21:5 Fyrsta Mósebók

Ábraham var 100 ár, táið hann fekk sonin Ísak.

3
Fyrsta Mósebók 21:6 Fyrsta Mósebók

Tá segði Sára: „Gud hevur fingið meg at læa; øll, ið frætta hetta, fara at læa at mær!“

3
Fyrsta Mósebók 21:7 Fyrsta Mósebók

Og hon segði: „Hvør skuldi sagt Ábrahami, at Sára hevði børn á brósti! So sanniliga havi eg átt honum son á elliárum hansara!“

3
Fyrsta Mósebók 21:8 Fyrsta Mósebók

Drongurin vaks nú upp og varð lagdur av brósti; og Ábraham gjørdi gestaboð, tann dagin ið Ísakur varð lagdur av brósti.

3
Fyrsta Mósebók 21:9 Fyrsta Mósebók

Men Sára sá, at sonur Hagar, ta egyptisku kvinnuna, hann, ið hon hevði átt Ábrahami, hann spottaði.

3
Fyrsta Mósebók 21:10 Fyrsta Mósebók

Tá segði hon við Ábraham: „Rek hesa trælkvinnu og son hennara burt! Sonur hesa trælkvinnu skal ikki arva saman við Ísaki, syni mínum!“

3
Fyrsta Mósebók 21:11 Fyrsta Mósebók

Hetta gjørdi Ábrahami ógvuliga ilt – fyri sonar hansara skuld.

3
Fyrsta Mósebók 21:12 Fyrsta Mósebók

Men Gud segði við Ábraham: „Lat tað ikki gera tær ilt fyri drongin og trælkvinnu tína! Ger í allar mátar, sum Sára sigur við teg! Tí í Ísaki er tað, at avkom skal verða uppkallað eftir tær.

3
Fyrsta Mósebók 21:13 Fyrsta Mósebók

Men eisini son trælkvinnuna skal Eg gera til eitt fólk – hann er jú avkom títt!“

3
Fyrsta Mósebók 21:14 Fyrsta Mósebók

Tíðliga morgunin eftir tók Ábraham tá breyð og skinnsekk við vatni og fekk Hagar tað at bera millum herðarnar; hann gav henni eisini drongin og læt hana síðani fara. Sum hon nú gekk, viltist hon í oyðimørkini Be’erseba,

3
Fyrsta Mósebók 21:15 Fyrsta Mósebók

og vatnið í sekkinum varð uppi; tá legði hon drongin undir ein runn

3
Fyrsta Mósebók 21:16 Fyrsta Mósebók

og fór og setti seg nakað burturfrá, okkurt um eitt bogaskot; tí hon hugsaði: „Eg orki ikki at síggja drongin doyggja!“ Har sat hon nakað burtur frá, og hon skar í at gráta.

3
Fyrsta Mósebók 21:17 Fyrsta Mósebók

Men Gud hoyrdi málið í dronginum, og eingil Guds rópti á Hagar av himli og segði við hana: „Hvat bagir tær, Hagar? Óttast ikki, Gud hevur hoyrt málið í dronginum, har sum hann liggur!

3
Fyrsta Mósebók 21:18 Fyrsta Mósebók

Reis teg, hjálp dronginum á føtur og leið hann! Eg skal gera hann til stórt fólk.“

3
Fyrsta Mósebók 21:19 Fyrsta Mósebók

Gud læt nú eygu hennara upp, so at hon rakti við brunn við vatni; tá fór hon og fylti sekkin við vatni og gav dronginum at drekka.

3
Fyrsta Mósebók 21:20 Fyrsta Mósebók

Gud var við dronginum; hann vaks upp og búði í oyðimørkini og varð bogamaður.

3
Fyrsta Mósebók 21:21 Fyrsta Mósebók

Hann búði í Paransoyðimørk, og mamma hansara tók honum konu úr Egyptalandi.

3
Fyrsta Mósebók 21:22 Fyrsta Mósebók

Um hesa tíðina komu Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, og søgdu við Ábraham: „Gud er við tær í øllum, sum tú gert.

3
Fyrsta Mósebók 21:23 Fyrsta Mósebók

Svør mær tá nú her um Gud, at tú skalt ikki vera trúleysur móti mær ella børnum og eftirkomarum mínum, men at tú skalt vísa somu góðsku móti mær og móti landinum, ið tú býrt í sum fremmandur, sum eg havi víst móti tær!“

3
Fyrsta Mósebók 21:24 Fyrsta Mósebók

Ábraham svaraði: „Ja, eg skal svørja!“

3
Fyrsta Mósebók 21:25 Fyrsta Mósebók

Tó átalaði Ábraham Abimelek fyri ein brunn, ið trælirnir hjá Abimeleki høvdu rænt frá honum.

3
Fyrsta Mósebók 21:26 Fyrsta Mósebók

Men Abimelek svaraði: „Eg veit einki um, hvør ið hetta hevur gjørt; sjálvur hevur tú einki sagt mær, og eg havi einki hoyrt um tað fyrrenn í dag.“

3
Fyrsta Mósebók 21:27 Fyrsta Mósebók

Tá tók Ábraham smáfæ og neyt og gav Abimeleki, og teir gjørdu sáttmála sínámillum.

3
Fyrsta Mósebók 21:28 Fyrsta Mósebók

Men sjey lomb úr gonguni læt Ábraham standa fyri seg sjálv;

3
Fyrsta Mósebók 21:29 Fyrsta Mósebók

og táið Abimelek spurdi hann: „Hvat hava hesi sjey lombini at týða, sum tú hevur sett har fyri seg sjálv?“

3
Fyrsta Mósebók 21:30 Fyrsta Mósebók

so svaraði hann: „Hasi sjey lombini skalt tú taka av hond míni sum vitnisburð um, at tað eri eg, ið havi grivið henda brunn.“

3
Fyrsta Mósebók 21:31 Fyrsta Mósebók

– Tí varð hetta staðið kallað Be’erseba;* tí har gjørdu teir báðir eið.

3
Fyrsta Mósebók 21:32 Fyrsta Mósebók

So gjørdu teir nú sáttmála í Be’erseba. Síðani fóru Abimelek og Pikol, herhøvdingi hansara, avstað aftur og fóru aftur til Filistaraland.

3
Fyrsta Mósebók 21:33 Fyrsta Mósebók

Ábraham plantaði í Be’erseba ein tamarisk og ákallaði har navn HARRANS hins æviga Guds.

3
Fyrsta Mósebók 21:34 Fyrsta Mósebók

Og Ábraham búði langa tíð í Filistaralandi sum fremmandur.

3
Fyrsta Mósebók 11:30 Fyrsta Mósebók

Men Sárai var ófruktbør; hon átti einki barn.

2
Fyrsta Mósebók 16:15 Fyrsta Mósebók

Hagar átti Ábrami son, og Ábram gav syninum, ið Hagar átti honum, navnið Ísmael.

2
Fyrsta Mósebók 17:1 Fyrsta Mósebók

Táið Ábram var 99 ár, opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: „Eg eri Gud hin Alvaldi, liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi!

2
Fyrsta Mósebók 17:2 Fyrsta Mósebók

Eg geri sáttmála millum Meg og teg, og Eg skal lata avkom títt nørast ómetaliga.“

2
Fyrsta Mósebók 17:3 Fyrsta Mósebók

Tá fall Ábram á andlit sítt. Og Gud talaði við hann og segði:

2
Fyrsta Mósebók 17:4 Fyrsta Mósebók

„Eg geri sáttmála við teg, og tú skalt verða faðir at nógvum fólkasløgum.

2
Fyrsta Mósebók 17:5 Fyrsta Mósebók

Tú skalt tí ikki longur eita Ábram; nei, Ábraham skal vera navn títt; tí Eg geri teg til faðir at nógvum fólkasløgum.

2
Fyrsta Mósebók 17:6 Fyrsta Mósebók

Eg skal lata teg nørast ómetaliga, so tú verður til fólkasløg; og kongar skulu koma av tær.

2
Fyrsta Mósebók 17:7 Fyrsta Mósebók

Mín sáttmála geri Eg millum Meg og teg og avkom títt eftir teg, mann eftir mann, ævigan sáttmála, at Eg skal vera Gud tín og Gud avkoms tíns eftir teg.

2
Fyrsta Mósebók 17:8 Fyrsta Mósebók

Og Eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg landið, ið tú býrt í sum fremmandur, alt Kána’ansland, til æviga ogn, og Eg skal vera Gud teirra.“

2
Fyrsta Mósebók 17:9 Fyrsta Mósebók

Síðani segði Gud við Ábraham: „Tú skalt eisini halda sáttmála Mín, tú og avkom títt eftir teg, mann eftir mann.

2
Fyrsta Mósebók 17:10 Fyrsta Mósebók

Hetta er sáttmálin millum Meg og tykkum og avkom títt eftir teg, sum tit skulu halda: Alt mannkyn hjá tykkum skal verða umskorið.

2
Fyrsta Mósebók 17:11 Fyrsta Mósebók

Tit skulu umskera yvirhúð tykkara, og tað skal vera sáttmálatekinið millum Meg og tykkum.

2
Fyrsta Mósebók 17:12 Fyrsta Mósebók

Átta dagar gamalt skal hvørt dreingjabarn hjá tykkum verða umskorið, mann eftir mann, bæði tann, ið føddur er heima, og tann, ið er keyptur fyri pening frá onkrum fremmandum fólki og ikki er av avkomi tínum.

2
Fyrsta Mósebók 17:13 Fyrsta Mósebók

Umskerast skulu bæði tann, ið føddur er í húsi tínum, og tann, ið keyptur er fyri pening tín. Soleiðis skal sáttmáli Mín vera á holdi tykkara – ævigur sáttmáli.

2
Fyrsta Mósebók 17:14 Fyrsta Mósebók

Men ein óumskorin av mannkyni, ein, hvørs yvirhúð ikki er umskorin, hann skal verða týndur úr fólki sínum; hann hevur brotið sáttmála Mín!“

2
Fyrsta Mósebók 17:15 Fyrsta Mósebók

Framvegis segði Gud við Ábraham: „Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai – Sára skal vera navn hennara.

2