Sanhendrin
4 versir um "Sanhendrin"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 5:22 Matteus
Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum. Tann, ið sigur við bróður sín: „Raka!“* skal vera sekur fyri ráðnum, og tann, ið sigur: „Dári tín!“ skal vera sekur til eld Helvitis.
Markus 14:64 Markus
Tit hava hoyrt gudsspottanina! Hvat halda tit?“ Teir dømdu Hann allir at vera deyðasekan.
Markus 15:1 Markus
Alt fyri eitt um morgunin, táið høvuðsprestarnir høvdu hildið ráð saman við hinum elstu og skriftlærdu, øllum ráðnum, bundu teir Jesus og fóru avstað við Honum og góvu Hann upp til Pilatus.
Lukas 22:66 Lukas
Táið nú var vorðið dagur aftur, savnaðust hinir elstu fólksins og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu; teir leiddu Hann fram fyri ráð sítt