Sangur Mósesar

97 versir um "Sangur Mósesar"

Versir

Síða 2 av 2
Fimta Mósebók 32:23 Fimta Mósebók

Eg skal dunga vanlukkur oman yvir tey; allar pílarnar, ið Eg havi, skal Eg nýta móti teimum.

2
Fimta Mósebók 32:24 Fimta Mósebók

Tey skulu verða sogin út av svongd og tærd upp av brennandi fepri og eitrandi sótt; villdýratenn skal Eg senda móti teimum og eitur úr orminum, sum í dustinum skríður.

2
Fimta Mósebók 32:25 Fimta Mósebók

Svørðið skal herja tey uttanfyri, og ræðslan inni í húsinum – bæði unglingar og moyggjar, bæði bróstabørn og gráhærdar menn.

2
Fimta Mósebók 32:26 Fimta Mósebók

Eg hevði sagt: „Eg skal blása tey burt, Eg skal gera enda á minninum um tey millum menniskjuni!“

2
Fimta Mósebók 32:27 Fimta Mósebók

– um Eg ikki hevði óttast fyri, at fíggindarnir skuldu ganga Mær ov nær, at mótstøðumenn teirra skuldu leggja tað øðrvísi út og siga: „Tað var hond okkara, ið var so sterk, tað var ikki HARRIN, sum gjørdi alt hetta!“

2
Fimta Mósebók 32:28 Fimta Mósebók

Tí tey eru ráðleys tjóð; vit er ikki í teimum.

2
Fimta Mósebók 32:29 Fimta Mósebók

Vóru tey vís, so høvdu tey skilt hetta, dugað at sæð, hvat endin varð av teimum.

2
Fimta Mósebók 32:30 Fimta Mósebók

Hvussu kundi ein jagstra túsund, og tveir fáa tíggjutúsund at halda undan, um ikki klettur teirra hevði selt teir, og HARRIN givið teir yvir!

2
Fimta Mósebók 32:31 Fimta Mósebók

Tí klettur teirra er ikki sum klettur okkara – tað kunnu fíggindar okkara sjálvir vitna!

2
Fimta Mósebók 32:32 Fimta Mósebók

Víntræ teirra er av víntræi Sodoma og av markum Gomorra; vínber teirra eru eiturvínber, beisk eru vínberjatyssini.

2
Fimta Mósebók 32:33 Fimta Mósebók

Vín teirra er brennandi drekaeitur og øgiligt ormaeitur.

2
Fimta Mósebók 32:34 Fimta Mósebók

Er ikki hetta goymt hjá Mær, innsiglað í goymslum Mínum!

2
Fimta Mósebók 32:35 Fimta Mósebók

Mær hoyrir hevnd og endurgjald til, tann dag fótur teirra ekur; tí undirgangsdagur teirra stundar til, og skjótt kemur tað, ið bíðar teimum.“

2
Fimta Mósebók 32:36 Fimta Mósebók

Tí HARRIN skal fáa fólki Sínum rætt, og Honum skal tykjast synd í tænarum Sínum, táið Hann sær, at megi teirra er brotin, og at tað er úti við bæði stórum og smáum.

2
Fimta Mósebók 32:37 Fimta Mósebók

Tá skal Hann spyrja: „Hvar eru nú gudar teirra, kletturin, ið teir litu á!

2
Fimta Mósebók 32:38 Fimta Mósebók

Hvar eru teir, ið ótu fiti sláturofra teirra og drukku drykkjuoffurvín teirra! Reisi teir seg nú og hjálpi tykkum, veri teir tykkum nú vernd!

2
Fimta Mósebók 32:39 Fimta Mósebók

Nú síggja tit, at Eg eri Hann – at eingin Gud er uttan Eg! Eg deyði, og Eg geri livandi, Eg særi, og Eg grøði, og eingin er, sum frelsir av hond Míni.

2
Fimta Mósebók 32:40 Fimta Mósebók

Tí Eg lyfti hond Míni mót himli og sigi: So satt sum Eg livi í allar ævir –

2
Fimta Mósebók 32:41 Fimta Mósebók

táið Eg hvessi skyggjandi svørð Mítt, og hond Mín tekur at døma, skal Eg lata hevnd koma yvir fíggindar Mínar og løna teimum, ið hata Meg!

2
Fimta Mósebók 32:42 Fimta Mósebók

Eg skal gera pílar Mínar druknar av blóði – og svørð Mítt skal eta kjøt – av blóði falna og hertikna, av høvdum høvdinga fíggindans!“

2
Fimta Mósebók 32:43 Fimta Mósebók

Prísið fólki Hansara, tit fólkasløg! Tí Hann hevnir blóð tænara Sína; Hann letur koma hevnd yvir fíggindar Sínar og ger bót fyri land Sítt, fyri fólk Sítt.“

2
Fimta Mósebók 32:44 Fimta Mósebók

Móses kom tá og bar fólkinum fram allan henda song, hann og Hosea, sonur Nun.

2
Fimta Mósebók 32:45 Fimta Mósebók

Táið Móses var liðugur at tala øll hesi orð til alt Ísrael,

2
Fimta Mósebók 32:46 Fimta Mósebók

segði hann við tey: „Leggið tykkum í huga øll orðini, sum eg í dag geri til vitni móti tykkum, so tit kunnu geva børnum tykkara boð um tey, at tey skulu halda øll orðini í hesi lóg og gera eftir teimum!

2
Fimta Mósebók 32:47 Fimta Mósebók

Tí hetta er ikki tómt orð, sum ikki kemur tykkum við – nei, hetta er lív tykkara, og við hesum orði skulu tit liva leingi í landinum, sum tit nú fara inn í og skulu taka í ogn, táið tit eru farin um Jordan!“

2
Fimta Mósebók 32:48 Fimta Mósebók

Henda sama dag talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Fimta Mósebók 32:49 Fimta Mósebók

„Far niðan higar á Abarimsfjall, Nebofjall í Móabslandi, beint yvir av Jeriko, og hygg út yvir Kána’ansland, sum Eg gevi Ísraelsmonnum í ogn!

2
Fimta Mósebók 32:50 Fimta Mósebók

So skalt tú doyggja har á fjallinum, ið tú fert niðan á, og savnast til fedrar tínar, eins og Áron, bróðir tín, doyði á Horsfjalli og varð savnaður til fedrar sínar

2
Fimta Mósebók 32:51 Fimta Mósebók

– aftur fyri at tit syndaðu móti Mær millum Ísraelsmenn við Meribavatn við Kades í Zinsoyðimørk og halgaðu Meg ikki millum Ísraelsmenn.

2
Fimta Mósebók 32:52 Fimta Mósebók

Tú skalt fáa landið at síggja beint yvir av tær, men tú skalt ikki koma inn í landið, sum Eg gevi Ísraelsmonnum!“

2
Sálmarnir 90:1 Sálmarnir

Bøn. Eftir gudsmannin Móses. HARRI, Tú hevur verið bústaður okkara mann eftir mann!

2
Sálmarnir 90:2 Sálmarnir

Áðrenn fjøllini vórðu til, og Tú skapti jørðina og jarðarríki, ja, frá ævunum til ævirnar ert Tú, Gud!

2
Sálmarnir 90:3 Sálmarnir

Menniskjað gert Tú aftur til dust; Tú sigur: „Vendið við aftur, tit menniskjabørn!“

2
Sálmarnir 90:4 Sálmarnir

Tí túsund ár eru í eygum Tínum sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.

2
Sálmarnir 90:5 Sálmarnir

Tú skolar tey burt, tey verða sum svøvnur. Um morgunin líkjast tey grasinum, ið grør;

2
Sálmarnir 90:6 Sálmarnir

um morgunin blómar tað og grør, um kvøldið er tað følnað og turt.

2
Sálmarnir 90:7 Sálmarnir

Tí við vreiði Tíni svinna vit burtur, og við bræði Tíni verða vit rykt burtur við ræðslu.

2
Sálmarnir 90:8 Sálmarnir

Misgerðir okkara hevur Tú sett Tær fyri eyga, duldu synd okkara í ljós andlits Tíns.

2
Sálmarnir 90:9 Sálmarnir

Tí allir dagar okkara svinna burt í vreiði Tíni; vit hava livað ár okkara at enda sum eitt suff.

2
Sálmarnir 90:10 Sálmarnir

Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.

2
Sálmarnir 90:11 Sálmarnir

Hvør kennir styrki vreiði Tínar, og bræði Tína, soleiðis sum ein eigur at óttast Teg!

2
Sálmarnir 90:12 Sálmarnir

At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!

2
Sálmarnir 90:13 Sálmarnir

Vend við, HARRI! Hvussu leingi? Tykst synd í tænarum Tínum!

2
Sálmarnir 90:14 Sálmarnir

Metta okkum, táið morgunin kemur, við náði Tíni! So skulu vit fegnast og vera glað allar dagar okkara!

2
Sálmarnir 90:15 Sálmarnir

Gleð okkum, so mangar dagar sum Tú hevur eyðmýkt okkum, so mong ár sum vit hava liðið ilt!

2
Sálmarnir 90:16 Sálmarnir

Lat verk Títt opinberast tænarum Tínum og dýrd Tína yvir børnum teirra!

2
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir

Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!

2