Sangur Mósesar

97 versir um "Sangur Mósesar"

Versir

Síða 1 av 2
Onnur Mósebók 15:1 Onnur Mósebók

Tá sungu Móses og Ísraelsmenn HARRANUM henda songin: „Eg lovsyngi HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!

3
Onnur Mósebók 15:2 Onnur Mósebók

HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín! Hann er Gud mín – eg prísi Honum, Gud faðirs míns – eg geri Hann stóran!

3
Onnur Mósebók 15:3 Onnur Mósebók

HARRIN er hermaður – HARRIN er navn Hansara.

3
Onnur Mósebók 15:4 Onnur Mósebók

Vagnar Faraos og her hansara kastaði Hann í havið, útvaldu vagnkappar hansara druknaðu í Reyðahavi;

3
Onnur Mósebók 15:5 Onnur Mósebók

djúpini fjaldu teir, teir sukku sum steinar í djúpini!

3
Onnur Mósebók 15:6 Onnur Mósebók

Høgra hond Tín, HARRI, hevur fingið heiður í megi, høgra hond Tín, HARRI, sorar fíggindar!

3
Onnur Mósebók 15:7 Onnur Mósebók

Í stóru dýrd Tíni fellir Tú fíggindar Tínar, Tú letur vreiði Tína sleppa leysa, hon ger teir til einkis sum hálm.

3
Onnur Mósebók 15:8 Onnur Mósebók

Fyri blástrinum úr nøs Tíni dungaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu sum ein veggur, djúp vøtn stívnaðu mitt í havinum.

3
Onnur Mósebók 15:9 Onnur Mósebók

Fíggindin segði: „Eg haldi eftir teimum, fái tey aftur, skifti sundur fong, metti sál mína við teimum, eg dragi svørðið, hond mín skal oyða tey!“

3
Onnur Mósebók 15:10 Onnur Mósebók

– Tú blásti við anda Tínum, havið fjaldi teir, teir sukku sum blýggj í hinum veldigu vøtnum.

3
Onnur Mósebók 15:11 Onnur Mósebók

Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!

3
Onnur Mósebók 15:12 Onnur Mósebók

Tú rætti út høgru hond Tína, jørðin gloypti teimum.

3
Onnur Mósebók 15:13 Onnur Mósebók

Tú leiddi í miskunn Tíni fólkið, ið Tú loysti út, Tú leiðir tey í megi Tíni til heilaga bústað Tín.

3
Onnur Mósebók 15:14 Onnur Mósebók

Fólkasløgini hoyrdu tað og nøtraðu, angist fellur á tey, sum í Filistaralandi búgva.

3
Onnur Mósebók 15:15 Onnur Mósebók

Tá kom ræðsla á høvdingar Edoms, høvdingar Móabs tóku at nøtra; teir, sum búðu í Kána’an, mistu allir mótið.

3
Onnur Mósebók 15:16 Onnur Mósebók

Ræðsla og angist kom á teir, fyri veldiga armi Tínum vórðu teir málleysir sum steinar, meðan fólk Títt heldur fram, á HARRI, meðan tað heldur fram, fólkið, ið Tú vanst Tær!

3
Onnur Mósebók 15:17 Onnur Mósebók

Tú leiðir tey inn og plantar tey á arvafjalli Tínum, á staðnum, ið Tú hevur gjørt til bústað Tín, HARRI, í halgidóminum, HARRI, sum hendur Tínar hava grundfest.

3
Onnur Mósebók 15:18 Onnur Mósebók

– HARRIN er kongur í allar ævir!“

3
Onnur Mósebók 15:19 Onnur Mósebók

– Tí táið hestar Faraos við vagnum og hestmonnum hansara fóru út í havið, læt HARRIN sjógvin í havinum venda aftur – út yvir teir; men Ísraelsmenn fóru um havið á turrum.

3
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók

Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.

3
Onnur Mósebók 15:21 Onnur Mósebók

Mirjam skipaði songin: „Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!“

3
Onnur Mósebók 15:22 Onnur Mósebók

So læt Móses Ísraelsmenn fara avstað frá Reyðahavi, og tey fóru út í oyðimørkina Sur; tey gingu nú tríggjar dagar í oyðimørkini og funnu einki vatn.

3
Onnur Mósebók 15:23 Onnur Mósebók

Tá komu tey til Mara; men vatnið í Mara fingu tey ikki drukkið, tí tað var beiskt. Staðið fekk tí navnið Mara.

3
Onnur Mósebók 15:24 Onnur Mósebók

Tá knarraði fólkið inn á Móses og segði: „Hvat skulu vit drekka!“

3
Onnur Mósebók 15:25 Onnur Mósebók

Men hann rópti til HARRAN, og HARRIN vísti honum eitt træ, sum hann kastaði í vatnið; tá varð vatnið drekkandi. Har setti Hann teimum lóg og rætt, og har royndi Hann tey.

3
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók

Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“

3
Onnur Mósebók 15:27 Onnur Mósebók

So komu tey til Elim; har vóru 12 vatnkeldur og 70 pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið.

3
Opinberingin 15:3 Opinberingin

Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: „Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!

3
Fimta Mósebók 32:1 Fimta Mósebók

„Lurtið, tit Himlar, eg skal tala, og lat jørðina hoyra orð muns míns!

2
Fimta Mósebók 32:2 Fimta Mósebók

Læra mín streymi sum regnið, orð mítt flóti sum døggin, sum regnskúrir á grønar nálir, sum æl á urtir og gras!

2
Fimta Mósebók 32:3 Fimta Mósebók

Tí navn HARRANS skal eg kunngera – gevið Gudi okkara dýrd!

2
Fimta Mósebók 32:4 Fimta Mósebók

Kletturin – fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann!

2
Fimta Mósebók 32:5 Fimta Mósebók

Man Hann hava ført oyðing yvir fólk Sítt! Nei, børn Hansara, teirra er skommin – rangvørg og svikafull ætt!

2
Fimta Mósebók 32:6 Fimta Mósebók

Løna tit HARRANUM so, tú fólk av dárum og býttlingum! Er Hann ikki faðir tín, sum skapti teg, sum skapti teg og myndaði teg!

2
Fimta Mósebók 32:7 Fimta Mósebók

Minst dagarnar í forðum, hugsa um ár farna ætta! Spyr faðir tín – hann skal kunngera tær tað, hinar gomlu hjá tær – teir skulu siga tær tað!

2
Fimta Mósebók 32:8 Fimta Mósebók

Táið hin Hægsti skifti ogn millum fólkini, táið Hann setti mark millum menniskjabørnini, setti Hann landamark tjóðanna eftir tali Ísraels sona.

2
Fimta Mósebók 32:9 Fimta Mósebók

Tí lutur HARRANS er fólk Hansara, Jákup er arvalutur Hansara.

2
Fimta Mósebók 32:10 Fimta Mósebók

Hann fann hann í oyðilandi, har óbygt var, har dýrini í oyðimørkini ýldu; Hann gjørdist vernd hansara, Hann vakti yvir honum, Hann varðveitti hann sum eygnastein Sín.

2
Fimta Mósebók 32:11 Fimta Mósebók

Sum ørnin vekur reiður sítt og sveimar yvir ungum sínum, soleiðis breiddi Hann út veingir Sínar, tók hann upp og bar hann á flogfjaðrum Sínum.

2
Fimta Mósebók 32:12 Fimta Mósebók

Tað var HARRIN eina, ið leiddi hann, eingin fremmandur gudur var við Honum.

2
Fimta Mósebók 32:13 Fimta Mósebók

Hann førdi hann fram yvir hæddir landsins og læt hann njóta grøði akursins; Hann læt hann súgva hunang úr klettinum, olju úr harðasta steini.

2
Fimta Mósebók 32:14 Fimta Mósebók

Hann fostraði hann við róma undan kúm og mjólk undan óm, við tí feita av lombum og veðrum, av tarvum úr Basan og bukkum, við feitasta mergi hveitinnar; og av vínberjablóði drakst tú vín.

2
Fimta Mósebók 32:15 Fimta Mósebók

Tá varð Jesurun* feitur og sparkaði aftur undan sær, tú vart hyldligur, tjúkkur og feitur. – Tá vendi hann Gudi, skapara sínum, bakið og vanvirdi frelsuklett sín.

2
Fimta Mósebók 32:16 Fimta Mósebók

Tey vaktu vreiði Hansara við fremmandum gudum; við viðurstyggiligum avgudum eggjaðu tey Hann til vreiði.

2
Fimta Mósebók 32:17 Fimta Mósebók

Tey ofraðu til illar andar, sum ikki eru Gud, til gudar, ið tey ikki kendu, til nýggjar, sum nýliga vóru uppkomnir, og sum fedrar tykkara ikki óttaðust.

2
Fimta Mósebók 32:18 Fimta Mósebók

Klettin, upphav títt, Hann legði tú einki í; tú gloymdi Gud, sum hevði givið tær lívið!

2
Fimta Mósebók 32:19 Fimta Mósebók

Táið HARRIN sá hetta, vrakaði Hann tey; tí Hann varð vreiður við synir og døtur Sínar.

2
Fimta Mósebók 32:20 Fimta Mósebók

Hann segði: „Eg skal fjala andlit Mítt fyri teimum, Eg skal síggja, hvat endi teirra verður; tí rangvørg ætt eru tey, børn, sum eingin trúskapur er í.

2
Fimta Mósebók 32:21 Fimta Mósebók

Tey vaktu vreiði Mína við tí, sum ikki er Gud; við tómu avgudum sínum eggjaðu tey Meg til vreiði; Eg skal eisini vekja vreiði teirra við tí, sum ikki er eitt fólk; við dáratjóð skal Eg eggja tey til vreiði.

2
Fimta Mósebók 32:22 Fimta Mósebók

Tí eldur er farin at loga í vreiði Míni og brennur niður í djúpasta deyðaríki; hann oyðir landið av og grøði tess og setur eld á grundvøllir fjallanna.

2