Sangur havsins
28 versir um "Sangur havsins"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 15:1 Onnur Mósebók
Tá sungu Móses og Ísraelsmenn HARRANUM henda songin: „Eg lovsyngi HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!
Onnur Mósebók 15:2 Onnur Mósebók
HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín! Hann er Gud mín – eg prísi Honum, Gud faðirs míns – eg geri Hann stóran!
Onnur Mósebók 15:3 Onnur Mósebók
HARRIN er hermaður – HARRIN er navn Hansara.
Onnur Mósebók 15:4 Onnur Mósebók
Vagnar Faraos og her hansara kastaði Hann í havið, útvaldu vagnkappar hansara druknaðu í Reyðahavi;
Onnur Mósebók 15:5 Onnur Mósebók
djúpini fjaldu teir, teir sukku sum steinar í djúpini!
Onnur Mósebók 15:6 Onnur Mósebók
Høgra hond Tín, HARRI, hevur fingið heiður í megi, høgra hond Tín, HARRI, sorar fíggindar!
Onnur Mósebók 15:7 Onnur Mósebók
Í stóru dýrd Tíni fellir Tú fíggindar Tínar, Tú letur vreiði Tína sleppa leysa, hon ger teir til einkis sum hálm.
Onnur Mósebók 15:8 Onnur Mósebók
Fyri blástrinum úr nøs Tíni dungaðust vøtnini upp; bylgjurnar stóðu sum ein veggur, djúp vøtn stívnaðu mitt í havinum.
Onnur Mósebók 15:9 Onnur Mósebók
Fíggindin segði: „Eg haldi eftir teimum, fái tey aftur, skifti sundur fong, metti sál mína við teimum, eg dragi svørðið, hond mín skal oyða tey!“
Onnur Mósebók 15:10 Onnur Mósebók
– Tú blásti við anda Tínum, havið fjaldi teir, teir sukku sum blýggj í hinum veldigu vøtnum.
Onnur Mósebók 15:11 Onnur Mósebók
Hvør er sum Tú millum gudarnar, HARRI, hvør er sum Tú, Tú hin dýri og heilagi, Tú hin øgiligi og hálovaði, undurfullur í verki!
Onnur Mósebók 15:12 Onnur Mósebók
Tú rætti út høgru hond Tína, jørðin gloypti teimum.
Onnur Mósebók 15:13 Onnur Mósebók
Tú leiddi í miskunn Tíni fólkið, ið Tú loysti út, Tú leiðir tey í megi Tíni til heilaga bústað Tín.
Onnur Mósebók 15:14 Onnur Mósebók
Fólkasløgini hoyrdu tað og nøtraðu, angist fellur á tey, sum í Filistaralandi búgva.
Onnur Mósebók 15:15 Onnur Mósebók
Tá kom ræðsla á høvdingar Edoms, høvdingar Móabs tóku at nøtra; teir, sum búðu í Kána’an, mistu allir mótið.
Onnur Mósebók 15:16 Onnur Mósebók
Ræðsla og angist kom á teir, fyri veldiga armi Tínum vórðu teir málleysir sum steinar, meðan fólk Títt heldur fram, á HARRI, meðan tað heldur fram, fólkið, ið Tú vanst Tær!
Onnur Mósebók 15:17 Onnur Mósebók
Tú leiðir tey inn og plantar tey á arvafjalli Tínum, á staðnum, ið Tú hevur gjørt til bústað Tín, HARRI, í halgidóminum, HARRI, sum hendur Tínar hava grundfest.
Onnur Mósebók 15:18 Onnur Mósebók
– HARRIN er kongur í allar ævir!“
Onnur Mósebók 15:19 Onnur Mósebók
– Tí táið hestar Faraos við vagnum og hestmonnum hansara fóru út í havið, læt HARRIN sjógvin í havinum venda aftur – út yvir teir; men Ísraelsmenn fóru um havið á turrum.
Onnur Mósebók 15:20 Onnur Mósebók
Tá tók Mirjam profetinna, systir Áron, trummu í hondina, og allar kvinnurnar fylgdu henni eftir við trummum og dansi.
Onnur Mósebók 15:21 Onnur Mósebók
Mirjam skipaði songin: „Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!“
Onnur Mósebók 15:22 Onnur Mósebók
So læt Móses Ísraelsmenn fara avstað frá Reyðahavi, og tey fóru út í oyðimørkina Sur; tey gingu nú tríggjar dagar í oyðimørkini og funnu einki vatn.
Onnur Mósebók 15:23 Onnur Mósebók
Tá komu tey til Mara; men vatnið í Mara fingu tey ikki drukkið, tí tað var beiskt. Staðið fekk tí navnið Mara.
Onnur Mósebók 15:24 Onnur Mósebók
Tá knarraði fólkið inn á Móses og segði: „Hvat skulu vit drekka!“
Onnur Mósebók 15:25 Onnur Mósebók
Men hann rópti til HARRAN, og HARRIN vísti honum eitt træ, sum hann kastaði í vatnið; tá varð vatnið drekkandi. Har setti Hann teimum lóg og rætt, og har royndi Hann tey.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Onnur Mósebók 15:27 Onnur Mósebók
So komu tey til Elim; har vóru 12 vatnkeldur og 70 pálmatrø, og tey gjørdu steðg har við vatnið.
Opinberingin 15:3 Opinberingin
Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: „Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!