Sangur
6 versir um "Sangur"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 40:3 Sálmarnir
Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.
Sálmarnir 68:4 Sálmarnir
Og hini rættvísu eru glað, tey frøa seg fyri ásjón Guds og rópa av gleði.
Efesusbrævið 5:19 Efesusbrævið
so tit tala hvørt til annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum – syngið og spælið fyri Harranum í hjarta tykkara,
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Sálmarnir 105:2 Sálmarnir
Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara!
Opinberingin 5:9 Opinberingin
Tey sungu nýggjan song og søgdu: „Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum