Sandur
20 versir um "Sandur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 22:17 Fyrsta Mósebók
so skal Eg stórliga signa teg og gera avkom títt sum stjørnurnar á himli í tali og sum sandin á sjóvarstrond; avkom títt skal koma at eiga portrini hjá fíggindum sínum;
Fyrsta Mósebók 32:12 Fyrsta Mósebók
Tú hevur jú sjálvur sagt, at Tú skalt vissuliga gera mær væl og lata avkom mítt verða sum sand sjóvarins, ið er so nógvur, at hann telist ikki!“
Josva 11:4 Josva
Teir hildu tá avstað við øllum herum sínum; tað var mannfjøld, so mikil í tali sum sandur á sjóvarstrond, og hestar og vagnar í hópatali.
Fyrra Kongabók 4:20 Fyrra Kongabók
Juda og Ísrael vóru fjølment sum sandur á sjóvarstrond; tey ótu, drukku og vóru glað.
Sálmarnir 78:27 Sálmarnir
kjøt læt Hann regna niður yvir tey sum dust, veingjaðar fuglar sum sjóvarsand,
Sálmarnir 139:17 Sálmarnir
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!
Sálmarnir 139:18 Sálmarnir
Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!
Jeremias 33:22 Jeremias
Eins og ikki stendur til at telja her himmalsins, ei heldur at mála sjóvarsandin, so skal Eg lata avkom tænara Míns Dávids og Levitanna, ið tæna Mær, nørast í tali.
Hebrearabrævið 11:12 Hebrearabrævið
Tí fekk eisini ein, ið útlivaður var, avkom, sum stjørnur himmalsins í mongd og sum sandin við sjóvarstrond, ið óteljandi er.
Opinberingin 20:8 Opinberingin
Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
Esaias 10:22 Esaias
Tí um so fólk títt, Ísrael, er sum sjóvarsandur, skal bert leivd av tí umvenda seg; óvikiliga er avgjørt, at oyðing kemur, og við rættvísi streymar hon fram.
Hoseas 1:10 Hoseas
Men tal Ísraelsmanna skal verða sum sandur havsins, ið ikki stendur til at mála ella telja. Og á tí staði har sagt varð við tey: „Tit eru ikki fólk Mítt!“ skal verða sagt við tey: „Børn hins livandi Guds!“
Habakkuk 1:9 Habakkuk
Allir koma teir at gera yvirgangsverk; hugurin til bardaga drívur teir fram; teir savna fangar sum sand.
Matteus 7:26 Matteus
Men hvør tann, ið hoyrir hesi orð Míni og ger ikki eftir teimum, verður líkur dára, ið bygdi hús sítt á sandi.
Rómverjabrævið 9:27 Rómverjabrævið
Men Esaias rópar um Ísrael: „Um so tal Ísraelsmanna er sum sjóvarsandur, skal bert leivdin frelsast.
Fyrra Sámuelsbók 13:5 Fyrra Sámuelsbók
Filistarar savnaðust nú til bardaga móti Ísrael, 3000 vagnar, 6000 hestmenn og fótfólk so nógv í tali sum sandurin á sjóvarstrond; teir hildu avstað og tóku støðu í Mikmas, beint yvir av Bet-Aven.
Seinna Sámuelsbók 17:11 Seinna Sámuelsbók
Nei – ráð míni eru: Lat alt Ísrael savnast um teg, úr Dan til Be’erseba, fjølmentar sum sand á sjóvarstrond – og sjálvur mást tú fara við í bardagan!
Orðtøkini 27:3 Orðtøkini
Grót er tungt, og sandur vigar nógv, men vreiði dárans er tyngri enn bæði.
Esaias 48:19 Esaias
tá skuldi avkom títt verðið sum sandurin, lívsfrukt tín sum sandkornini; navn hennara skuldi ikki verðið oytt og ikki útstrikað fyri ásjón Míni.
Jeremias 5:22 Jeremias
Vilja tit ikki óttast Meg? – sigur HARRIN – vilja tit ikki skelva fyri ásjón Míni? – fyri Mær, sum havi sett sjónum sandin til mark, til ævigan garð, sum hann sleppur ikki um, so at aldurnar einki eru mentar, hvussu tær so bróta, ikki sleppa um hann, hvussu tær so brúsa.