Sandalar
20 versir um "Sandalar"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 3:11 Matteus
Eg doypi tykkum í vatni til umvending; men Hann, ið kemur eftir meg, er sterkari enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bera skógvarnar hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Markus 6:9 Markus
men vera í skóm, og: „Latið tykkum ikki í tveir kyrtlar!“
Markus 1:7 Markus
Hann prædikaði og segði: „Eftir meg kemur tann, ið sterkari er enn eg, Hann, sum eg eri ikki verdur at bukka meg niður og loysa skóreimina hjá.
Lukas 15:22 Lukas
Tá segði faðirin við tænarar sínar: „Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar!
Jóhannes 1:27 Jóhannes
Hann, sum kemur eftir meg, og sum eg ikki eri verdigur at loysa skóreimina hjá.“
Lukas 3:16 Lukas
svaraði Jóhannes teimum øllum: „Eg doypi tykkum við vatni; men tann kemur, sum er sterkari enn eg, og sum eg ikki eri verdur at loysa skóreimina hjá; Hann skal doypa tykkum í Heilaga Andanum og eldi.
Onnur Mósebók 3:5 Onnur Mósebók
Hann segði: „Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!“
Fimta Mósebók 29:5 Fimta Mósebók
Eg læt tykkum ferðast í oyðimørkini í fjøruti ár; klæði tykkara slitust ikki á kroppi tykkara, og skógvarnir slitust ikki upp á fótum tykkara.
Josva 5:15 Josva
Høvdingin yvir heri HARRANS svaraði Josva: „Lat teg úr skónum! Staðið, ið tú stendur á, er heilagt!“ Josva so gjørdi.
Ápostlasøgan 12:8 Ápostlasøgan
Eisini segði eingilin við hann: „Gyrð teg og lat teg í skógvarnar!“ Hann so gjørdi. So segði hann við hann: „Kasta kappa tín um teg og kom við mær!“
Ápostlasøgan 13:25 Ápostlasøgan
Táið Jóhannes var tætt við endan av skeiði sínum, segði hann: „Tann, ið tit halda meg vera, eri eg ikki; men eftir meg kemur ein, sum eg ikki eri verdur at loysa skógvarnar av fótunum á.“
Matteus 10:10 Matteus
ikki tasku at ferðast við, ikki tveir kyrtlar, ikki skógvar, ikki stav! Tí arbeiðsmaðurin er føði sína verdur.
Ápostlasøgan 7:33 Ápostlasøgan
Men Harrin segði við hann: „Loys skógvarnar av fótum tínum, tí staðið, ið tú stendur á, er heilag jørð!
Onnur Mósebók 12:11 Onnur Mósebók
Soleiðis skulu tit eta tað: Við gyrdum lendum, við skóm á fótunum og við stavi í hond; tit skulu eta tað í skundi – tað eru páskir fyri HARRANUM.
Josva 9:5 Josva
fóru í gamlar, bøttar skógvar og lótu seg í útslitin klæði; og alt breyðið, ið teir høvdu til ferðakost, var turt og molnað sundur.
Rutt 4:7 Rutt
– Nú var tað í gomlum døgum siður í Ísrael, táið maður skuldi staðfesta loysing ella avtala býti, at tá læt hann seg úr skógvinum og fekk hinum partinum hann, og hetta galt sum vitnisburður í Ísrael.
Rutt 4:8 Rutt
Tí segði loysarin við Boaz: „Keyp tú tað!“ – Og í tí sama læt hann seg úr skógvinum.
Seinna Sámuelsbók 15:30 Seinna Sámuelsbók
Men Dávid fór grátandi niðan Oljufjallið, við innballaðum høvdi og skóleysur; og alt fólkið, ið við honum var, hevði eisini ballað um høvdið og gekk grátandi niðan.
Esaias 20:2 Esaias
um ta tíðina talaði HARRIN við Esaiasi, syni Amoz, og segði: „Tú skalt loysa syrgibúnan* av lendum tínum og draga skógvarnar av fótum tínum!“ – Hann so gjørdi og gekk nakin** og skóleysur.