samvitskubit / sannføring

11 versir um "samvitskubit / sannføring"

Versir

Síða 1 av 1
Seinna Korintbrævið 7:9 Seinna Korintbrævið

so gleðist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tað, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líða skaða av okkum.

8
Seinna Korintbrævið 7:10 Seinna Korintbrævið

Tí sorgin, ið er eftir sinnalagi Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyða.

8
Jóhannes 16:8 Jóhannes

Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm –

5
Jóhannes 3:19 Jóhannes

Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.

4
Jóhannes 3:20 Jóhannes

Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.

4
Jóhannes 3:21 Jóhannes

Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“

4
Ápostlasøgan 2:37 Ápostlasøgan

Táið teir hoyrdu hetta, stakk tað teir í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: „Tit menn, brøður! Hvat skulu vit gera?“

3
Hebrearabrævið 11:1 Hebrearabrævið

Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

3
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

2
Titusarbrævið 1:9 Titusarbrævið

ein, ið heldur fast við hitt trúverda orð eftir læruni – fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við hini heilnæmu læru og at teppa tey, sum siga ímóti.

2