Sámuel

137 versir um "Sámuel"

Versir

Síða 1 av 3
Fyrra Sámuelsbók 1:20 Fyrra Sámuelsbók

hon varð við barn og átti son árið eftir og gav honum navnið Sámuel; „tí“ – segði hon – „eg havi biðið mær hann frá HARRANUM!“

6
Fyrra Sámuelsbók 3:1 Fyrra Sámuelsbók

So gjørdi nú drongurin Sámuel tænastu fyri HARRANUM undir Eli. Orð HARRANS var sjáldsamt á teimum døgum – sjónir vóru fáar.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:2 Fyrra Sámuelsbók

So var tað ein dagin, meðan Eli lá og svav, har sum hann var vanur at liggja – eygu hansara vóru nú so farin, at hann sá einki;

5
Fyrra Sámuelsbók 3:3 Fyrra Sámuelsbók

og lampa Guds var enn ikki sløknað; Sámuel lá og svav í halgidómi HARRANS, har sum ørk Guds stóð –

5
Fyrra Sámuelsbók 3:4 Fyrra Sámuelsbók

tá rópti HARRIN á Sámuel, og hann svaraði: „Ja, her eri eg!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:5 Fyrra Sámuelsbók

Hann skundaði sær so til Eli og segði: „Her eri eg – tú rópti meg!“ Men hann svaraði: „Eg havi ikki rópt teg – far bert aftur og legg teg!“ – So fór hann og legði seg.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:6 Fyrra Sámuelsbók

Tá rópti HARRIN uppaftur: „Sámuel!“ Og Sámuel fór upp og til Eli og segði: „Her eri eg – tú rópti meg!“ Men hann svaraði: „Eg havi ikki rópt teg, sonur mín – far bert aftur og legg teg!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:7 Fyrra Sámuelsbók

– Sámuel hevði enn ikki lært HARRAN at kenna, og orð HARRANS var enn ikki opinberað honum. –

5
Fyrra Sámuelsbók 3:8 Fyrra Sámuelsbók

Tá rópti HARRIN triðju ferð: „Sámuel!“ Og hann fór upp og til Eli og segði: „Her eri eg – tú rópti meg!“ Tá skilti Eli, at tað var HARRIN, ið rópti á drongin.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:9 Fyrra Sámuelsbók

Eli segði nú við Sámuel: „Far aftur og legg teg, og rópar Hann á teg, so sig: „Tala, HARRI – tænari Tín hoyrir!““ So fór Sámuel og legði seg, har sum hann átti at liggja.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:10 Fyrra Sámuelsbók

Tá kom HARRIN og stóð har og rópti – nú sum áður: „Sámuel, Sámuel!“ Og Sámuel svaraði: „Tala – tænari Tín hoyrir!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:11 Fyrra Sámuelsbók

So segði HARRIN við Sámuel: „Nú skal Eg gera nakað í Ísrael, sum skal fáa tað at ringja fyri báðum oyrum alra teirra, ið hoyra um tað!

5
Fyrra Sámuelsbók 3:12 Fyrra Sámuelsbók

Tann dag skal Eg lata koma yvir Eli alt tað, ið Eg havi talað um hús hansara, alt – frá upphavi til enda!

5
Fyrra Sámuelsbók 3:13 Fyrra Sámuelsbók

Tí Eg havi kunngjørt honum, at Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir – aftur fyri ta misgerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg, og kortini ikki av álvara setti at teimum.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:14 Fyrra Sámuelsbók

Og tí havi Eg svorið um hús Eli: „Aldri í allar ævir skal misbrot hús Eli kunna bøtast við sláturofri ella við matofri!““

5
Fyrra Sámuelsbók 3:15 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel varð nú liggjandi inntil um morgunin; tá læt hann upp dyrnar á húsi HARRANS; men hann tordi ikki at siga Eli frá sjónini.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:16 Fyrra Sámuelsbók

Tá rópti Eli Sámuel og segði: „Sámuel, sonur mín!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:17 Fyrra Sámuelsbók

Hann segði: „Hvat var tað, ið Hann segði við teg? Góði, dyl tað ikki fyri mær! – Gud lati tær gangast illa bæði nú og hereftir, um tú dylur fyri mær nakað av tí, ið Hann segði við teg!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:18 Fyrra Sámuelsbók

So segði Sámuel honum frá øllum og duldi einki fyri honum. Og hann segði: „Hann er HARRIN – Hann fer at gera tað, ið Honum tykir best!“

5
Fyrra Sámuelsbók 3:19 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel vaks nú til, og HARRIN var við honum og læt ikki so mikið sum eitt av øllum orðum Sínum falla til jarðar.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:20 Fyrra Sámuelsbók

Alt Ísrael, úr Dan líka til Be’erseba, sá, at Sámuel av sonnum var kallaður til profet HARRANS.

5
Fyrra Sámuelsbók 3:21 Fyrra Sámuelsbók

Og HARRIN helt áfram at lata Seg síggja í Silo; tí HARRIN opinberaði Seg í Silo fyri Sámuel við orði HARRANS.

5
Fyrra Sámuelsbók 25:1 Fyrra Sámuelsbók

So doyði Sámuel, og alt Ísrael kom saman og syrgdi hann; og teir jarðaðu hann í Rama, har sum hann búði. Tá fór Dávid avstað og fór til Paransoyðimørk.

5
Fyrra Sámuelsbók 9:15 Fyrra Sámuelsbók

Men dagin fyri sum Saul kom, hevði HARRIN opinberað Sámuel hetta:

4
Fyrra Sámuelsbók 9:16 Fyrra Sámuelsbók

„Um hesa tíðina í morgin sendi Eg mann úr Benjaminslandi til tín; hann skalt tú salva til høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael; hann skal frelsa fólk Mítt úr hondum Filistara. Tí Eg havi vent Mær til fólk Mítt, neyðarróp teirra eru komin upp til Mín!“

4
Fyrra Sámuelsbók 9:17 Fyrra Sámuelsbók

Og við tað sama sum Sámuel sá Saul, segði HARRIN við hann: „Hygg, hatta er maðurin, ið Eg segði við teg um: „Hann skal stjórna fólki Mínum!““

4
Fyrra Sámuelsbók 16:1 Fyrra Sámuelsbók

HARRIN segði við Sámuel: „Hvussu leingi ætlar tú at ganga og syrgja um Saul? Eg havi jú vrakað hann, so hann skal ikki verða verandi kongur yvir Ísrael! Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:2 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel svaraði: „Hvussu kann eg tað! Fær Saul tað at frætta, so drepur hann meg!“ Men HARRIN segði: „Hav kvígu við tær og sig: „Eg eri komin at ofra til HARRAN!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:3 Fyrra Sámuelsbók

Og bjóða Ísai til offurmáltíðina! So skal Eg lata teg vita, hvat tú skalt gera; tú skalt salva Mær tann, ið Eg sigi tær!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:4 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel gjørdi nú, sum HARRIN segði. Táið hann kom til Betlehem, komu hinir elstu í býnum ræddir í huga móti honum og søgdu: „Er tað fyri góðum, tú kemur?“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:5 Fyrra Sámuelsbók

Hann svaraði: „Ja! Eg eri komin at ofra til HARRAN. Halgið tykkum og komið við mær til offurmáltíðina!“ Og hann læt Ísai og synir hansara halga seg og beyð teimum til offurmáltíðina.

4
Fyrra Sámuelsbók 16:6 Fyrra Sámuelsbók

Táið teir komu, og hann sá Eliab, hugsaði hann: „Vissuliga stendur har hin salvaði HARRANS fyri Honum!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:7 Fyrra Sámuelsbók

Men HARRIN segði við Sámuel: „Hygg ikki eftir, hvussu hann sær út, ella hvussu stórur hann er! Tí Eg havi vrakað hann – Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:8 Fyrra Sámuelsbók

So rópti Ísai Abinadab og læt hann ganga fram fyri Sámuel; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:9 Fyrra Sámuelsbók

Ísai læt nú Samma ganga fram; men hann segði: „Heldur ikki hann hevur HARRIN útvalt!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:10 Fyrra Sámuelsbók

Soleiðis læt Ísai sjey synir ganga fram fyri Sámuel; men Sámuel segði við Ísai: „HARRIN hevur ongan av hesum útvalt!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:11 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel spurdi nú Ísai: „Vóru hetta allir dreingirnir, ið tú hevur?“ Hann svaraði: „Enn er hin yngsti eftir; hann situr hjá smáfænum.“ Tá segði Sámuel við Ísai: „Send boð eftir honum! Vit seta okkum ikki til borðs, fyrrenn hann kemur!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:12 Fyrra Sámuelsbók

So sendi hann boð eftir honum. Hann var reyðdæmdur, hevði vøkur eygu og var vakur í útsjónd. Tá segði HARRIN: „Reis teg og salva hann, tí hann er tað!“

4
Fyrra Sámuelsbók 16:13 Fyrra Sámuelsbók

Sámuel tók tá oljuhornið og salvaði hann, meðan brøður hansara stóðu rundanum. Og frá tí degi kom Andi HARRANS yvir Dávid. Síðani fór Sámuel avstað og fór til Rama.

4
Jeremias 15:1 Jeremias

Tá segði HARRIN við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón Míni, skuldi sál Mín ikki vent sær til hetta fólk! Rek tey burtur frá ásjón Míni, lat tey fara!

4
Fyrra Sámuelsbók 12:1 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði Sámuel við alt Ísrael: „Nú havi eg aktað tykkum í øllum, sum tit hava sagt við meg, og sett kong yvir tykkum.

3
Fyrra Sámuelsbók 12:2 Fyrra Sámuelsbók

So hava tit nú kong at stýra tykkum. Eg eri gamal og gráur, og synir mínir eru nú ímillum tykkara, men eg havi stýrt hjá tykkum, frá tí eg var ungur og líka til henda dag.

3
Fyrra Sámuelsbók 12:3 Fyrra Sámuelsbók

Hyggið, her standi eg! Vitnið nú móti mær, meðan HARRIN og hin salvaði Hansara hoyra: Hvørjum havi eg tikið oksan frá? Hvørjum havi eg tikið eslið frá? Hvønn havi eg kúgað? Hvørjum havi eg gjørt órætt? Hvørjum havi eg tikið gávu frá og fyri tann skuld latið eyguni aftur? – Um so er, so skal eg lata tykkum fáa viðurlag fyri tað!“

3
Fyrra Sámuelsbók 12:4 Fyrra Sámuelsbók

Teir svaraðu: „Tú hevur ikki kúgað okkum og ongan órætt gjørt okkum, ei heldur tikið nakað frá nøkrum!“

3
Fyrra Sámuelsbók 12:5 Fyrra Sámuelsbók

Tá segði hann við teir: „So er HARRIN vitni móti tykkum í dag, og hin salvaði Hansara er vitni við, at tit einki hava funnið hjá mær!“ Fólkið svaraði: „Ja, Hann er vitni!“

3
Fyrra Sámuelsbók 12:6 Fyrra Sámuelsbók

Nú segði Sámuel við fólkið: „Ja, HARRIN er vitni, Hann, sum læt Móses og Áron stíga fram, og sum leiddi fedrar tykkara út av Egyptalandi!

3
Fyrra Sámuelsbók 12:7 Fyrra Sámuelsbók

Stígið nú fram, so skal eg fyri ásjón HARRANS halda uppgerð við tykkum um allar rættvísigerðir HARRANS, sum Hann hevur gjørt móti tykkum og fedrum tykkara!

3
Fyrra Sámuelsbók 12:8 Fyrra Sámuelsbók

Táið Jákup var komin til Egyptalands, róptu fedrar tykkara til HARRAN, og HARRIN sendi Móses og Áron, sum leiddu fedrar tykkara út av Egyptalandi og læt teir búseta seg her í landinum.

3
Fyrra Sámuelsbók 12:9 Fyrra Sámuelsbók

Men teir gloymdu HARRAN Gud sín, og Hann gav teir í hendur Sisera, herhøvdingans í Hazor, og í hendur Filistara og móabskongs, so teir herjaðu á teir.

3
Fyrra Sámuelsbók 12:10 Fyrra Sámuelsbók

Tá róptu teir til HARRAN og søgdu: „Vit hava syndað, tí vit hava vent HARRANUM bakið og dýrkað Ba’alarnar og Astarturnar! Men bjarga okkum nú av hondum fígginda okkara, so skulu vit tæna Tær!“

3