samsvørjingar
28 versir um "samsvørjingar"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 8:12 Esaias
Kallið ikki alt tað heilagt, ið hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki tað, ið tað óttast, og ræðist ikki!
Sálmarnir 83:3 Sálmarnir
Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
Jeremias 11:9 Jeremias
Og HARRIN segði við meg: Samansvørjing er funnin millum Judamenn og millum teir, sum í Jerusalem búgva.
Markus 3:6 Markus
Tá fóru Fariseararnir við tað sama út og hildu ráð saman við Heródingum móti Honum, hvussu teir skuldu fáa beint fyri Honum.
Nehemias 4:7 Nehemias
Men táið Sanballat og Tobias og Arabarar, Ammonitar og Asdoditar hoyrdu, at fram gekk við umvæling múra Jerusalems, og at liðini fóru at vera upplaðað, kom ógvuliga ilt í teir.
Nehemias 4:8 Nehemias
Og teir svóru seg allir saman um at koma og herja á Jerusalem og forða fólkinum í arbeiðinum.
Nehemias 4:9 Nehemias
Men vit bóðu til Gud okkara, og vit settu vakt ímóti teimum dag og nátt, av ótta fyri teimum.
Orðtøkini 26:27 Orðtøkini
Tann, ið grevur grøv, skal falla í hana, og tann, ið rullar upp stein, skal hann rulla aftur á.
Jeremias 11:19 Jeremias
Og eg var sum meinaleyst lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið; eg visti ikki, at teir høvdu upphugsað ónd ráð móti mær og sagt: „Latið okkum forkoma trænum og ávøksti tess – týna hann úr landi teirra, sum liva, so eingin minnist navn hansara aftur!“
Ápostlasøgan 23:12 Ápostlasøgan
Táið nú var vorðið dagur, tóku Jødarnir seg saman og bannaðu sær fyri, at teir skuldu hvørki leska vátt ella turt, fyrrenn teir høvdu dripið Paulus.
Ápostlasøgan 23:13 Ápostlasøgan
Teir, ið soleiðis svóru seg saman, vóru yvir 40.
Ápostlasøgan 23:14 Ápostlasøgan
Teir fóru til høvuðsprestarnar og hinar elstu og søgdu: „Vit hava bannað okkum fyri, at vit skulu einki leska, fyrrenn vit hava dripið Paulus.
Ápostlasøgan 23:15 Ápostlasøgan
Tí mugu tit nú saman við ráðnum lata herhøvdingan vita, at hann skal leiða hann oman til tykkara, sum at tit høvdu ætlað at granska mál hansara gjøllari. So halda vit okkum til reiðar at drepa hann, áðrenn hann kemur vegin fram.“
Opinberingin 20:1 Opinberingin
Eg sá nú eingil koma niður av himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju.
Opinberingin 20:2 Opinberingin
Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, bant hann fyri 1000 ár
Opinberingin 20:3 Opinberingin
og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda; eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.
Opinberingin 20:4 Opinberingin
Eg sá hásæti, og teir settust í tey; og teimum varð givið vald at halda dóm. Eg sá sálir teirra, sum hálshøgd vóru fyri Jesu vitnisburðar og fyri orðs Guds skuld, og tey, sum ikki høvdu tilbiðið dýrið ella mynd tess og ikki høvdu tikið merkið á pannuna ella á hondina; tey vórðu livandi og gjørdust kongar við Kristusi 1000 ár.
Opinberingin 20:5 Opinberingin
– Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrrenn hini 1000 árini vóru á enda. – Hetta er fyrra uppreisnin.
Opinberingin 20:6 Opinberingin
Sælur og heilagur er tann, sum hevur lut í fyrru uppreisnini! Yvir teimum hevur hin annar deyðin einki vald; nei, tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við Honum 1000 ár.
Opinberingin 20:7 Opinberingin
Táið hini 1000 árini eru á enda, skal Satan verða loystur úr fangahúsi sínum.
Opinberingin 20:8 Opinberingin
Og hann skal fara út at villleiða fólkasløgini, sum eru við hini fýra horn jarðarinnar – Gog og Magog – og savna tey til bardaga; tal teirra er sum sjóvarsandur.
Opinberingin 20:9 Opinberingin
Teir komu eftir jørðini, so víð sum hon var, og kringsettu tilhald hinna heilagra og hin elskaða stað. – Men eldur fall niður av himli og oyddi teir.
Opinberingin 20:10 Opinberingin
Og Djevulin, sum villleiddi tey, varð kastaður í sjógvin við eldi og svávuli – sum eisini dýrið og lygiprofeturin vóru í; tey skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir.
Opinberingin 20:11 Opinberingin
Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og Hann, sum í tí sat; fyri ásjón Hansara flýddu jørð og himmal, og stað var ikki funnið teimum.
Opinberingin 20:12 Opinberingin
Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:13 Opinberingin
Havið gav aftur hini deyðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið góvu aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum.
Opinberingin 20:14 Opinberingin
Deyðin og deyðaríkið vórðu kastað í eldsjógvin; hetta er hin annar deyðin – eldsjógvurin.
Opinberingin 20:15 Opinberingin
Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.