samstarv
84 versir um "samstarv"
Versir
Síða 2 av 2Ápostlasøgan 15:8 Ápostlasøgan
Gud, sum kennir hjørtuni, gav teimum vitnisburð, táið Hann gav teimum líka væl sum okkum Heilaga Andan.
Ápostlasøgan 15:9 Ápostlasøgan
Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra.
Ápostlasøgan 15:10 Ápostlasøgan
Hví freista tit tá nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera!
Ápostlasøgan 15:11 Ápostlasøgan
Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar – vit líka væl sum teir!“
Ápostlasøgan 15:12 Ápostlasøgan
Tá tagdi allur flokkurin, og teir lurtaðu eftir Barnabasi og Paulusi, sum søgdu frá, hvussu stór tekin og undur Gud við teimum hevði gjørt millum heidningarnar.
Ápostlasøgan 15:13 Ápostlasøgan
Táið teir hildu uppat at tala, tók Jákup til orða og segði: „Tit menn, brøður! Hoyrið meg!
Ápostlasøgan 15:14 Ápostlasøgan
Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum.
Ápostlasøgan 15:15 Ápostlasøgan
Við hetta samsvara orð profetanna – sum skrivað er:
Ápostlasøgan 15:16 Ápostlasøgan
„Eftir hetta skal Eg koma aftur og endurreisa falnu tjaldbúð Dávids; ja, toftir hennara skal Eg byggja upp og reisa hana upp aftur,
Ápostlasøgan 15:17 Ápostlasøgan
fyri at leivdin av menniskjum skal søkja Harran, allir heidningar, sum navn Mítt er nevnt yvir – sigur Harrin, sum ger hetta.“
Ápostlasøgan 15:18 Ápostlasøgan
– Gud kennir frá ævunum øll verk Síni.
Ápostlasøgan 15:19 Ápostlasøgan
Eg haldi tí, at ikki eigur at verða gjørt teimum torført – heidningunum, ið venda við til Gud,
Ápostlasøgan 15:20 Ápostlasøgan
men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði.
Ápostlasøgan 15:21 Ápostlasøgan
Tí Móses hevur frá fornari tíð menn í hvørjum býi, sum prædika hann – hann verður jú lisin upp í sýnagogunum hvønn sabbat.“
Ápostlasøgan 15:22 Ápostlasøgan
Tá gjørdu teir av, ápostlarnir og hinir elstu saman við allari samkomuni, at velja nakrar menn millum sín og senda teir til Antiokia við Paulusi og Barnabasi; teir valdu Judas, sum kallaðist Barsabbas, og Silas; hesir vóru hávirdir menn millum brøðurnar.
Ápostlasøgan 15:23 Ápostlasøgan
Teir skrivaðu soleiðis við teimum: „Ápostlarnir, hinir elstu og brøðurnir heilsa brøðrunum av heidningunum í Antiokia, Sýrlandi og Kilikia.
Ápostlasøgan 15:24 Ápostlasøgan
Av tí at vit hava frætt, at nakrir, sum komnir eru frá okkum, hava órógvað tykkum við talu síni og volt sálum tykkara ófrið – vit hava einki boð givið teimum um tað –
Ápostlasøgan 15:25 Ápostlasøgan
so hava vit, eftir at vera komnir ásamt um hetta, gjørt av at velja nakrar menn og senda teir til tykkara saman við elskaðu brøðrum okkara Barnabasi og Paulusi –
Ápostlasøgan 15:26 Ápostlasøgan
monnum, ið hava vágað lívið fyri navn Harra okkara Jesu Krists.
Ápostlasøgan 15:27 Ápostlasøgan
Vit hava nú sent Judas og Silas, sum eisini við orðum skulu kunngera tykkum tað sama.
Ápostlasøgan 15:28 Ápostlasøgan
Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er:
Ápostlasøgan 15:29 Ápostlasøgan
At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!“
Ápostlasøgan 15:30 Ápostlasøgan
So lótu teir teir fara, og teir komu til Antiokia. Har savnaðu teir saman allan flokkin og góvu teimum brævið.
Ápostlasøgan 15:31 Ápostlasøgan
Táið tey høvdu lisið tað, vórðu tey glað um troystina.
Ápostlasøgan 15:32 Ápostlasøgan
Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.
Ápostlasøgan 15:33 Ápostlasøgan
Táið teir so høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu.
Ápostlasøgan 15:34 Ápostlasøgan
Men Silas setti sær fyri at steðga har.
Ápostlasøgan 15:35 Ápostlasøgan
Paulus og Barnabas vórðu tá verandi í Antiokia; teir lærdu og kunngjørdu orð Harrans har saman við mongum øðrum.
Ápostlasøgan 15:36 Ápostlasøgan
Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!“
Ápostlasøgan 15:37 Ápostlasøgan
Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.
Ápostlasøgan 15:38 Ápostlasøgan
Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.
Ápostlasøgan 15:39 Ápostlasøgan
Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.
Ápostlasøgan 15:40 Ápostlasøgan
Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.
Ápostlasøgan 15:41 Ápostlasøgan
Hann ferðaðist nú um Sýrland og Kilikia og styrkti samkomurnar.