Samson

97 versir um "Samson"

Versir

Síða 2 av 2
Dómararnir 15:6 Dómararnir

Filistarar spurdu nú: „Hvør hevur gjørt hetta?“ Og svarað varð: „Samson, dótturmaður Timnitin; tað var, tí hann tók konu hansara og læt brúðarsvein hansara fáa hana.“ Tá fóru Filistarar og brendu bæði hana og faðir hennara inni.

2
Dómararnir 15:7 Dómararnir

Men Samson segði við teir: „Bera tit tykkum so at, skal eg ikki binda frið, fyrrenn eg fái hevnt meg á tykkum!“

2
Dómararnir 15:8 Dómararnir

So bardi hann teir bæði sundur og saman, so har varð stórt mannafall. Síðani fór hann niður í gjónna við Etam og varð verandi har.

2
Dómararnir 15:9 Dómararnir

Filistarar komu nú og tóku støðu í Juda, og teir breiddu seg út í Lehi.

2
Dómararnir 15:10 Dómararnir

Tá søgdu Judamenn: „Hví eru tit komnir móti okkum?“ Teir svaraðu: „Vit eru komnir higar at binda Samson og gera við hann, sum hann hevur gjørt við okkum!“

2
Dómararnir 15:11 Dómararnir

Nú fóru 3000 mans úr Juda til gjónna við Etam og søgdu við Samson: „Veitst tú ikki, at Filistarar eru harrar okkara! Hví hevur tú tá gjørt okkum hetta?“ Hann svaraði teimum: „Eg havi gjørt við teir, sum teir hava gjørt við meg!“

2
Dómararnir 15:12 Dómararnir

Men teir søgdu við hann: „Vit eru komnir higar at binda teg og geva teg í hendur Filistara.“ Tá segði Samson við teir: „Gerið mær eið uppá, at tit drepa meg ikki!“

2
Dómararnir 15:13 Dómararnir

Teir svaraðu honum: „Nei, vit skulu bert binda teg og geva teg í hendur teirra – drepa teg skulu vit ikki!“ So bundu teir hann við tveimum nýggjum togum og fóru upp úr gjónni við honum.

2
Dómararnir 15:14 Dómararnir

Men táið hann kom til Lehi, og Filistarar við gleðirópum lupu ímóti honum, kom Andi HARRANS yvir hann; togini um armar hansara vórðu sum brendur líntráður, og bondini fullu av hondum hansara, sum tey høvdu verið rotin.

2
Dómararnir 15:15 Dómararnir

So fann hann nýtt esilskjálkabein; og hann rætti út hondina og tók tað og høgdi niður við tí 1000 mans.

2
Dómararnir 15:16 Dómararnir

Tá segði Samson: „Við esilskjálkabeini drap eg ein flokk, ja, tveir, við esilskjálkabeini drap eg 1000 mans!“

2
Dómararnir 15:17 Dómararnir

Táið hann hevði sagt hetta, blakaði hann kjálkabeinið frá sær; tí fekk hetta stað navnið Ramat-Lehi.

2
Dómararnir 15:18 Dómararnir

Men við tað at hann var ógvuliga tystur, rópti hann til HARRAN og segði: „Tú hevur givið henda stóra sigur við hond tænara Tíns, og skal eg so nú doyggja av tosta og falla í hendur óumskorna manna?“

2
Dómararnir 15:19 Dómararnir

Tá opnaði Gud kulluna, sum er í Lehi, og vatn rann upp úr henni; táið hann hevði drukkið, fekk hann lívsmegi sína aftur. Tí fekk henda keldan navnið En-Hakkore; hon er í Lehi enn í dag.

2
Dómararnir 15:20 Dómararnir

Hann var 20 ár dómari í Ísrael – í filistaratíðini.

2
Dómararnir 16:1 Dómararnir

Einaferð fór Samson til Gaza. Har sá hann skøkju og fór inn til hennara.

2
Dómararnir 16:2 Dómararnir

Táið fólkið í Gaza frætti, at Samson var komin hagar, fóru teir og løgdu seg á lúr eftir honum við býportrið; men teir hildu seg kvirrar alla náttina, tí teir søgdu: „Vit skulu steðga inntil lýsir; tá skulu vit drepa hann!“

2
Dómararnir 16:3 Dómararnir

Samson varð nú liggjandi hálva náttina; men á midnátt fór hann upp, tók í hurðar býportursins og báðar porturstólparnar, rykti teir upp saman við portursláini, legði tað alt samalt á herðarnar og bar tað niðan á tind fjalsins, ið er beint yvir av Hebron.

2
Dómararnir 16:4 Dómararnir

Síðani varð hann góður við eina kvinnu í Sorekdali; hon æt Dalila.

2
Dómararnir 16:5 Dómararnir

Tá komu høvdingar Filistara til hennara og søgdu við hana: „Fá nú lokkað út úr honum, hvat tað er, ið ger hann so óføra sterkan, og hvussu vit kunnu fáa vald á honum, so vit fáa bundið og kúgað hann! So skulu vit geva tær 1100 seklar av silvuri hvør.“

2
Dómararnir 16:6 Dómararnir

Dalila segði nú við Samson: „Góði, sig mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan, og hvussu tú kanst bindast og kúgast!“

2
Dómararnir 16:7 Dómararnir

Samson svaraði henni: „Verði eg bundin við sjey nýggjum streingjum, sum ikki eru turrir enn, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.“

2
Dómararnir 16:8 Dómararnir

Filistarahøvdingarnir komu tá til hennara við sjey nýggjum streingjum, sum ikki vóru turrir enn, og við teimum bant hon hann;

2
Dómararnir 16:9 Dómararnir

samstundis hevði hon menn liggjandi á lúri í kamarinum. So segði hon við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Men hann sleit streingirnar av, sum hørtráður brestur, táið hann kemur at eldi, og tað kom ikki upp, hví hann var so sterkur.

2
Dómararnir 16:10 Dómararnir

Tá segði Dalila við Samson: „Tú hevur jú svikið meg og logið fyri mær! Góði, sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!“

2
Dómararnir 16:11 Dómararnir

Hann svaraði henni: „Verði eg bundin við nýggjum togum, sum aldri hava verið nýtt til nakað, so vikni eg og verði sum ein og hvør annar.“

2
Dómararnir 16:12 Dómararnir

Tá tók Dalila nýggj tog og bant hann. So segði hon við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ – Samstundis lógu menn á lúri í kamarinum. Men hann sleit togini av ørmunum, sum tað hevði verið tráður.

2
Dómararnir 16:13 Dómararnir

Tá segði Dalila við Samson: „Higartil hevur tú svikið meg og logið fyri mær; sig mær nú, hvussu tú kanst bindast!“ Hann svaraði henni: „Táið tú vevur teir sjey hárlokkarnar á høvdi mínum inn í garnið í vevinum!“

2
Dómararnir 16:14 Dómararnir

Hon sló teir so fastar við slagbumminum og segði við hann: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Tá vaknaði hann upp úr svøvni og skræddi bæði slagbummin og garnið úr.

2
Dómararnir 16:15 Dómararnir

Tá segði hon við hann: „Hvussu fært tú sagt, at tú ert góður við meg, táið tú ikki hevur álit á mær! Nú hevur tú svikið meg tríggjar ferðir og ikki sagt mær, hvat tað er, ið ger teg so óføra sterkan!“

2
Dómararnir 16:16 Dómararnir

Táið hon nú soleiðis dag eftir dag píndi og plágaði hann við orðum sínum, varð hann so keddur av tí, at hann kundi nærum doyð.

2
Dómararnir 16:17 Dómararnir

Og so læt hann hjartað heilt upp fyri henni og segði við hana: „Eingin rakiknívur er komin á høvd mítt, tí eg havi verið Nasireari Guds líka frá móðurlívi; verður hárið rakað av mær, so missi eg styrki mína og vikni og verði sum ein og hvør annar.“

2
Dómararnir 16:18 Dómararnir

Við tað at Dalila dugdi at síggja, at nú hevði hann opnað hjartað heilt fyri henni, sendi hon boð eftir filistarahøvdingunum og læt siga: „Komið nú higar, nú hevur hann latið hjartað heilt upp fyri mær!“ Filistarahøvdingarnir komu so til hennara og høvdu peningin við sær.

2
Dómararnir 16:19 Dómararnir

So fekk hon hann at sovna í fangi sínum, og so rópti hon ein mann, sum rakaði teir sjey hárlokkarnar av honum. Tá fór hann at vikna, og styrkin veik frá honum.

2
Dómararnir 16:20 Dómararnir

Nú segði hon: „Filistarar eru á tær, Samson!“ Tá vaknaði hann og hugsaði: „Víst skal eg sleppa hesa ferðina sum áður og slíta meg leysan!“ – Men hann visti ikki, at HARRIN var vikin frá honum!

2
Dómararnir 16:21 Dómararnir

So løgdu Filistarar hond á hann og stungu út eygu hansara; síðani fóru teir til Gaza við honum og bundu hann við tveimum koparleinkjum; og hann noyddist at mala korn í fangahúsinum.

2
Dómararnir 16:22 Dómararnir

– Men hárið á høvdi hansara fór at vaksa aftur, eftir at tað var rakað av.

2
Dómararnir 16:23 Dómararnir

Filistarahøvdingarnir komu nú saman at bera fram stórt sláturoffur til Dagon, gud sín, og halda høgtíð, tí teir søgdu: „Gud okkara hevur givið okkum Samson, fígginda okkara, í hendur!“

2
Dómararnir 16:24 Dómararnir

Táið fólkið fekk at síggja hann, lovaðu tey gudi sínum og søgdu: „Gud okkara hevur givið okkum fígginda okkara í hendur, hann, sum oyddi land okkara og drap so mangar av fólki okkara!“

2
Dómararnir 16:25 Dómararnir

Táið tey nú vóru komin í gott lag, søgdu tey: „Farið eftir Samson, so vit kunnu hava stuttleika av honum!“ So varð farið í fangahúsið eftir Samson, og tey stuttleikaðu sær av honum. Teir lótu hann standa millum stólparnar.

2
Dómararnir 16:26 Dómararnir

Men Samson segði við drongin, ið leiddi hann: „Slepp mær, og lat meg fáa nomið við stólparnar, ið húsið hvílir á, so eg fái hallað mær inn at teimum!“

2
Dómararnir 16:27 Dómararnir

Húsið var fult av monnum og kvinnum; har vóru allir filistarahøvdingarnir; og á takinum vóru úti við 3000 menn og kvinnur, sum hugdu at, meðan tey høvdu stuttleika av Samson.

2
Dómararnir 16:28 Dómararnir

Tá rópti Samson til HARRAN og segði: „Harri HARRI, kom meg í hug og gev mær styrki, á Gud, bert hesa einu ferð, so eg fái hevnt meg á Filistarar fyri annað av báðum eygum mínum!“

2
Dómararnir 16:29 Dómararnir

So tók Samson í báðar miðstólparnar, sum húsið hvíldi á; hann spenti móti øðrum við høgru hond og móti hinum við vinstru.

2
Dómararnir 16:30 Dómararnir

Og Samson segði: „Lat meg doyggja saman við Filistarum!“ So trýsti hann á, alt ið hann orkaði; tá raplaði húsið saman oman yvir høvdingarnar og oman yvir alt fólkið, ið har var inni; tey, sum hann drap í deyða sínum, vóru fleiri enn tey, sum hann hevði dripið alla tíð sína.

2
Dómararnir 16:31 Dómararnir

Men brøður hansara og allir skyldmenn hansara komu hagar, tóku hann við sær heim og løgdu hann í grøv Manoa, faðirs hansara, millum Zora og Estaol. – Í 20 ár hevði hann tá verið dómari í Ísrael.

2
Hebrearabrævið 11:32 Hebrearabrævið

– Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði jú ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum,

2