Samson
97 versir um "Samson"
Versir
Síða 1 av 2Dómararnir 13:1 Dómararnir
Men Ísraelsmenn gjørdu við sama lagi tað, ið ónt var í eygum HARRANS; og HARRIN gav teir í hendur Filistara í 40 ár.
Dómararnir 13:2 Dómararnir
Í Zora búði maður av ætt Danita; hann æt Manoa. Kona hansara var ófruktbør; hon hevði aldri átt barn.
Dómararnir 13:3 Dómararnir
Nú opinberaðist eingil HARRANS fyri kvinnuni og segði við hana: „Tú ert jú ófruktbør og hevur aldri átt barn; men tú skalt verða við barn og eiga son.
Dómararnir 13:4 Dómararnir
Varða teg tí nú – drekk ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint!
Dómararnir 13:5 Dómararnir
Tí nú skalt tú verða við barn og eiga son, og rakiknívur má ikki koma á høvd hansara; tí drongurin skal vera Nasireari Guds líka frá móðurlívi, og hann skal fáa gongd á at frelsa Ísrael úr hondum Filistara.“
Dómararnir 13:6 Dómararnir
Kvinnan fór nú og segði við mann sín: „Ein gudsmaður kom til mín; hann sá út sum eingil Guds, sára øgiligur; eg spurdi hann ikki, hvaðani hann var, og ikki segði hann mær, hvussu hann æt.
Dómararnir 13:7 Dómararnir
Hann segði við meg: „Nú skalt tú verða við barn og eiga son; drekk nú ikki vín ella sterkan drykk, og et einki óreint, tí drongurin skal vera Nasireari Guds frá móðurlívi og líka til deyðadag sín!““
Dómararnir 13:8 Dómararnir
Tá bað Manoa til HARRAN og segði: „Hoyr meg, Harri! Lat hin gudsmannin, ið Tú sendi, koma aftur til okkara og læra okkum, hvussu vit skulu bera okkum at við drongin, ið føðast skal!“
Dómararnir 13:9 Dómararnir
Gud bønhoyrdi Manoa; eingil Guds kom aftur til kvinnuna, einaferð hon sat úti á markini; Manoa, maður hennara, var ikki hjá henni.
Dómararnir 13:10 Dómararnir
Tá skundaði kvinnan sær við tað sama avstað og segði manni sínum tað; hon segði við hann: „Nú hevur hann aftur víst seg fyri mær, maðurin, ið kom til mín hin dagin!“
Dómararnir 13:11 Dómararnir
Manoa reisti seg nú og fór við konu síni; táið hann kom til mannin, segði hann við hann: „Ert tú maðurin, ið tosaði við konu mína?“ Hann svaraði: „Ja!“
Dómararnir 13:12 Dómararnir
So segði Manoa: „Táið nú orð tíni ganga út, hvussu skulu vit tá bera okkum at við drongin? Hvat skulu vit gera við hann?“
Dómararnir 13:13 Dómararnir
Eingil HARRANS svaraði Manoa: „Kvinnan skal varða seg fyri øllum, ið eg nevndi fyri henni.
Dómararnir 13:14 Dómararnir
Einki av tí, sum á víntrænum veksur, má hon eta; vín og sterkan drykk má hon ikki drekka, og einki óreint má hon eta – alt tað, ið eg álegði henni, skal hon halda.“
Dómararnir 13:15 Dómararnir
Tá segði Manoa við eingil HARRANS: „Kanst tú ikki steðga her eitt sindur, so vit kunnu gera til eitt geitarlamb og seta fyri teg?“
Dómararnir 13:16 Dómararnir
Men eingil HARRANS svaraði Manoa: „Um tú so fært meg at steðga, eti eg kortini ikki av mati tínum, men vilt tú gera brennioffur til, skalt tú ofra tað til HARRAN.“ – Tí Manoa visti ikki, at tað var eingil HARRANS.
Dómararnir 13:17 Dómararnir
Manoa segði við eingil HARRANS: „Hvussu eitur tú? – Táið orð tíni ganga út, skulu vit vísa tær heiður.“
Dómararnir 13:18 Dómararnir
Men eingil HARRANS svaraði: „Hví spyrt tú um navn mítt? Tú skalt vita, at tað er undurfult.“
Dómararnir 13:19 Dómararnir
Nú tók Manoa geitarlambið og matofrið og ofraði tað á klettinum til HARRAN. Tá læt Hann undur henda, so Manoa og kona hansara sóu:
Dómararnir 13:20 Dómararnir
Táið login steig upp av altarinum móti himli, fór eingil HARRANS upp í altarloganum, so Manoa og kona hansara sóu. Tá fullu tey til jarðar á andlit sítt.
Dómararnir 13:21 Dómararnir
Eingil HARRANS vísti seg ikki uppaftur fyri Manoa og konu hansara; tá skilti Manoa, at tað var eingil HARRANS.
Dómararnir 13:22 Dómararnir
Og Manoa segði við konu sína: „Tað er vist, at vit doyggja! – Vit hava jú sæð Gud!“
Dómararnir 13:23 Dómararnir
Men kona hansara svaraði honum: „Hevði HARRIN ætlað at dripið okkum, so hevði Hann ikki tikið við brenniofri og matofri frá okkum, ei heldur latið okkum sæð alt hetta og nú kunngjørt okkum slíkt!“
Dómararnir 13:24 Dómararnir
Kvinnan átti tá son, sum hon gav navnið Samson. Drongurin vaks til, og HARRIN signaði hann.
Dómararnir 13:25 Dómararnir
Og Andi HARRANS byrjaði at virka á hann í tilhaldi Dans, millum Zora og Estaol.
Dómararnir 14:1 Dómararnir
Einaferð fór Samson til Timna; har sá hann kvinnu, eina av døtrum Filistara.
Dómararnir 14:2 Dómararnir
Táið hann kom aftur haðani, segði hann faðir sínum og móður síni frá tí: „Eg sá kvinnu í Timna, eina av døtrum Filistara; hana mugu tit fáa mær til konu!“
Dómararnir 14:3 Dómararnir
Faðir og móðir hansara svaraðu honum: „Er tá eingin kvinna millum allar døtur skyldmenn tínar ella í øllum fólki tínum, síðani tú ætlar at fara og taka tær konu hjá hinum óumskornu Filistarum!“ Men Samson segði við faðir sín: „Nei, hana mást tú fáa mær, tí tað er hana, ið eg eri góður við!“
Dómararnir 14:4 Dómararnir
Faðir og móðir hansara vistu ikki, at hetta kom frá HARRANUM, sum leitaði høvi til stríð við Filistarar. – Um hesa tíðina vóru Filistarar harrar yvir Ísrael.
Dómararnir 14:5 Dómararnir
Samson og faðir og móðir hansara fóru nú til Timna, og táið tey komu at víngørðunum við Timna, kom ung leyva brølandi ímóti honum.
Dómararnir 14:6 Dómararnir
Tá kom Andi HARRANS yvir hann, og hann skræddi hana sundur við berum hondum, sum tað hevði verið geitarlamb; men faðir sínum og móður síni segði hann ikki tað, ið hann hevði gjørt.
Dómararnir 14:7 Dómararnir
So fór hann og bað um kvinnuna; tí Samson var góður við hana.
Dómararnir 14:8 Dómararnir
Táið hann so eina tíð eftir kom aftur at giftast við henni, fór hann burtur frá vegnum at hyggja at hini deyðu leyvuni, og tá var ein flokkur av býflugum og hunangur í leyvurænum.
Dómararnir 14:9 Dómararnir
Hann tók tá hunangin upp í hendurnar og át av honum, meðan hann gekk; og táið hann kom til faðir sín og móður sína, gav hann teimum burturav, og tey ótu; men hann segði teimum ikki, at tað var úr ræi leyvunnar, hann hevði tikið hunangin.
Dómararnir 14:10 Dómararnir
Táið nú faðir hansara kom til kvinnuna, gjørdi Samson gildi har, soleiðis sum teir ungu dreingirnir plagdu at gera.
Dómararnir 14:11 Dómararnir
So skjótt sum tey sóu hann, valdu tey 30 brúðarsveinar, sum skuldu vera hjá honum.
Dómararnir 14:12 Dómararnir
Við teir segði Samson: „Eg skal bera tykkum upp gátu; gita tit mær hana, áðrenn teir sjey gildisdagarnir eru gingnir – og gita tit hana beint – skal eg geva tykkum 30 fínar skjúrtur og 30 høgtíðarklædningar;
Dómararnir 14:13 Dómararnir
men duga tit ikki at gita hana, skulu tit geva mær 30 fínar skjúrtur og 30 høgtíðarklædningar.“ Teir svaraðu: „Ber upp gátu tína, lat okkum hoyra hana!“
Dómararnir 14:14 Dómararnir
Tá segði hann við teir: „Úr etaranum kom matur, og úr tí sterka kom søtt.“ – Men tríggir dagar gingu, og teir vóru ikki førir fyri at gita gátuna.
Dómararnir 14:15 Dómararnir
Sjeynda dagin søgdu teir við konu Samson: „Lokka mann tín at siga okkum, hvussu gátan skal gitast! Annars brenna vit bæði teg og hús faðirs tíns inni! – Hava tit boðið okkum higar at arma okkum út!“
Dómararnir 14:16 Dómararnir
Kona Samson hekk nú yvir hann við gráti og segði: „Tú hatar meg bert og elskar meg ikki! Tú hevur borið landsmonnum mínum upp gátu, og mær hevur tú ikki sagt, hvussu hon skal gitast!“ Hann svaraði henni: „Eg havi hvørki sagt pápa ella mammu tað – skuldi eg tá sagt tær tað!“
Dómararnir 14:17 Dómararnir
Men hon hekk yvir hann við gráti, allar sjey dagarnar ið gildið stóð, og sjeynda dagin segði hann henni, hvussu gátan skuldi gitast – av tí at hann fekk ikki frið fyri henni. Og so segði hon landsmonnum sínum tað.
Dómararnir 14:18 Dómararnir
Sjeynda dagin, áðrenn sólin gekk undir, søgdu so menninir í býnum við hann: „Hvat er søtari enn hunangur, og hvat er sterkari enn leyva!“ Men hann svaraði teimum: „Høvdu tit ikki pløgt við kvígu míni, so høvdu tit ikki gitt gátu mína!“
Dómararnir 14:19 Dómararnir
So kom Andi HARRANS yvir hann, og hann fór til Askalon og drap 30 menn har, tók klæði teirra og læt teir, ið gátuna høvdu gitt, fáa tey til høgtíðarklæði. Og vreiði hansara tendraðist, og hann fór heimaftur til hús faðirs síns.
Dómararnir 14:20 Dómararnir
Men kona Samson varð givin tí brúðarsveininum, sum hann hevði valt sær til fylgissvein.
Dómararnir 15:1 Dómararnir
Nakað eftir hetta – tað var, meðan teir heystaðu hveitina – kom Samson at vitja konu sína og hevði geitarlamb við. Hann segði: „Lat meg sleppa inn í kamarið til konu mína!“ Men tað vildi faðir hennara ikki lova honum;
Dómararnir 15:2 Dómararnir
hann segði: „Eg ivaðist ikki í, at tú hevði kastað hatur á hana; tí læt eg brúðarsvein tín fáa hana. Men hin yngra systirin er vakrari enn hon; tak hana í staðin fyri!“
Dómararnir 15:3 Dómararnir
Tá segði Samson við tey: „Hesa ferð eri eg ikki at lasta, um eg geri Filistarum ilt!“
Dómararnir 15:4 Dómararnir
So fór Samson og fangaði 300 revar; síðani fekk hann sær kyndlar, bant halarnar saman á tveimum og tveimum og festi ein kyndil mitt ímillum báðar halarnar.
Dómararnir 15:5 Dómararnir
So tendraði hann í kyndlarnar, slepti revunum inn í akrar Filistaranna og brendi soleiðis upp bæði bundi, óskorið korn og oljugarðar.