samskifti
16 versir um "samskifti"
Versir
Síða 1 av 1Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!
Efesusbrævið 4:29 Efesusbrævið
Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey, sum hoyra, kunnu fáa náði við henni!
Orðtøkini 15:1 Orðtøkini
Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.
Sálmarnir 141:3 Sálmarnir
HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
Orðtøkini 12:18 Orðtøkini
Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.
Orðtøkini 18:2 Orðtøkini
Dárin leggur líka í at vera vitigur; hann vil bert vísa, hvat í honum býr.
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið
Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Sálmarnir 19:14 Sálmarnir
Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum.
Orðtøkini 10:19 Orðtøkini
Har sum nógv orð eru, tvørrar ikki synd, men tann, ið heldur vakt yvir munni sínum, er klókur.
Orðtøkini 15:2 Orðtøkini
Kunnskapur drýpur av tungu hinna vísu, men muður dáranna letur streyma út dárskap.
Orðtøkini 16:23 Orðtøkini
Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.
Orðtøkini 18:13 Orðtøkini
Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.
Orðtøkini 25:11 Orðtøkini
Sum gullepli í silvurskálum er orð, talað í rættari tíð.
Seinna Timoteusarbrævið 2:16 Seinna Timoteusarbrævið
Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi,
Hebrearabrævið 4:12 Hebrearabrævið
Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.