samkomufamiljan
46 versir um "samkomufamiljan"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 10:24 Hebrearabrævið
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum –
Hebrearabrævið 10:25 Hebrearabrævið
og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!
Rómverjabrævið 12:10 Rómverjabrævið
Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður!
Rómverjabrævið 12:11 Rómverjabrævið
Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Rómverjabrævið 12:13 Rómverjabrævið
Takið tykkum av hinum heilagu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð!
Matteus 12:49 Matteus
Og Hann rætti út hondina yvir lærisveinar Sínar og segði: „Hygg, her er móðir Mín, og her eru brøður Mínir!
Matteus 12:50 Matteus
Tí hvør tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum í Himli er, hann er bróðir og systir og móðir Mín.“
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Ápostlasøgan 2:43 Ápostlasøgan
Ótti kom nú á hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd við ápostlunum.
Ápostlasøgan 2:44 Ápostlasøgan
Øll hini trúgvandi hildu seg saman og høvdu alt í felagi;
Ápostlasøgan 2:45 Ápostlasøgan
ognir sínar og góðs sítt seldu tey og býttu tað millum øll, eftir sum hvør trongdi.
Ápostlasøgan 2:46 Ápostlasøgan
Tey komu hvønn dag áhaldandi í templið av einum hjarta og brutu breyðið heima við hús og fingu soleiðis føði sína við gleði og í einfaldi hjartans;
Ápostlasøgan 2:47 Ápostlasøgan
tey lovaðu Gudi og vóru nógv umhildin av øllum fólkinum. Og Harrin legði dagliga aftrat teimum nøkur, sum lótu seg frelsa.
Efesusbrævið 2:19 Efesusbrævið
Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds,
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud.
Jóhannes 13:34 Jóhannes
Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan.
Jóhannes 13:35 Jóhannes
Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið
Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
Kolossibrævið 3:16 Kolossibrævið
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!
Fyrra Tessalonikabrævið 5:11 Fyrra Tessalonikabrævið
Áminnið tí hvør annan, og uppbyggið hvør annan – sum tit eisini gera!
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men liva vit í ljósinum – eins og Hann er í ljósinum – so hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesusar, Sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Síggið, hvussu stóran kærleika Faðirin hevur víst okkum, at vit skulu kallast børn Guds! – Og vit eru tað! Tí kennir heimurin okkum ikki, tí hann kennir ikki Hann.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:2 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hevur hesa vón til Hansara, reinsar seg sjálvan, eins og Hann er reinur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:5 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit vita, at Hann er opinberaður, fyri at Hann skuldi taka burt syndirnar, og synd er ikki í Honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:6 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið verður verandi í Honum, syndar ikki; hvør tann, ið syndar, hevur ikki sæð Hann og kennir Hann ei heldur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:7 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið ongan villleiða tykkum! Tann, ið ger rættvísi, er rættvísur, eins og Hann er rættvísur.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:8 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið ger synd, er av Djevulinum; tí Djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tað er Sonur Guds opinberaður, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:9 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið føddur er av Gudi, ger ikki synd; tí sáð Hansara verður verandi í honum; hann kann ikki synda, tí hann er føddur av Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:10 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av hesum kennast børn Guds og børn Djevulsins: Hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:11 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí hetta er boðskapurin, ið tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:12 Fyrra Jóhannesarbrævið
og ikki líkjast Káini, ið var av hinum illa og drap bróður sín. Og hví drap hann hann? Tí verk hansara vóru ónd, og verk bróður hansara rættvís!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:13 Fyrra Jóhannesarbrævið
Undrist ikki, brøður mínir, um heimurin hatar tykkum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:14 Fyrra Jóhannesarbrævið
Vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar; tann, ið elskar ikki, verður verandi í deyðanum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí kenna vit kærleikan, at Hann gav lív Sítt fyri okkum; eisini vit skylda at lata lívið fyri brøðurnar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:18 Fyrra Jóhannesarbrævið
Børn míni! Latið okkum ikki elska við orði ella við tungu, men í verki og sannleika!
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara,
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:21 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Fordømir hjarta okkara okkum ikki, so hava vit dirvi fyri Gudi.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:22 Fyrra Jóhannesarbrævið
Og hvat vit so biðja um, fáa vit frá Honum, tí vit halda boð Hansara og gera tað, sum Honum toknast.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:23 Fyrra Jóhannesarbrævið
Hetta er boð Hansara, at vit skulu trúgva á navn Sonar Hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir boðnum, ið Hann gav okkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:24 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tann, ið heldur boð Hansara, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Og at Hann verður verandi í okkum, vita vit av Andanum, ið Hann gav okkum.