samband millum foreldur og barn
46 versir um "samband millum foreldur og barn"
Versir
Síða 1 av 1Efesusbrævið 6:4 Efesusbrævið
Og tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!
Orðtøkini 22:6 Orðtøkini
Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið
Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!
Efesusbrævið 6:2 Efesusbrævið
„Ær faðir tín og móður tína“ – hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: –
Efesusbrævið 6:3 Efesusbrævið
„fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!“
Efesusbrævið 6:5 Efesusbrævið
Tit trælir! Aktið harrar tykkara eftir holdinum, við ótta og bivan, í einfaldi hjarta tykkara – sum var tað Kristus –
Efesusbrævið 6:6 Efesusbrævið
ikki við eygnatænastu sum tey, ið vilja vera menniskjum til vildar, men sum tænarar Kristusar, so tit av hjarta gera vilja Guds
Efesusbrævið 6:7 Efesusbrævið
og tæna av góðum huga, eins og tit høvdu tænt Harranum og ikki menniskjum!
Efesusbrævið 6:8 Efesusbrævið
Tit vita jú, at hitt góða, ið ein og hvør ger, skal hann fáa aftur frá Harranum, veri hann nú trælur ella frælsur!
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið
Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Efesusbrævið 6:19 Efesusbrævið
fyri mær við, at mær skulu verða givin orð, táið eg lati upp munnin, so eg við dirvi kann kunngera loyndarmál evangeliums,
Efesusbrævið 6:20 Efesusbrævið
fyri hvørs skuld eg eri sendiboð í leinkjum – at eg skal tala við dirvi um tað, soleiðis sum eg eigi at tala!
Efesusbrævið 6:21 Efesusbrævið
Men fyri at tit eisini skulu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, skal Týkikus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, siga tykkum alt.
Efesusbrævið 6:22 Efesusbrævið
Hann sendi eg til tykkara, júst fyri at tit skulu fáa at vita, hvussu til stendur hjá okkum, og fyri at hann skal troysta hjørtu tykkara.
Efesusbrævið 6:23 Efesusbrævið
Friður veri við brøðrunum, og kærleiki við trúgv, frá Gudi Faðir og Harranum Jesusi Kristi!
Efesusbrævið 6:24 Efesusbrævið
Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara Jesus Kristus í óforgeingiligleika!
Kolossibrævið 3:21 Kolossibrævið
Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, so tey missa mótið!
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini
Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.
Orðtøkini 29:15 Orðtøkini
Koyril og revsing geva vísdóm, men drongur, sum sleppur at ráða sær sjálvum, ger móður síni fyri skommum.
Filippibrævið 2:14 Filippibrævið
Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast,
Fimta Mósebók 21:18 Fimta Mósebók
Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,
Fimta Mósebók 21:19 Fimta Mósebók
skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;
Fimta Mósebók 21:20 Fimta Mósebók
og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: „Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!“
Fimta Mósebók 21:21 Fimta Mósebók
So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.
Orðtøkini 1:8 Orðtøkini
Lurta eftir, sonur mín, táið faðir tín áminnir teg, og vraka ikki tað, ið móðir tín lærir teg!
Orðtøkini 1:9 Orðtøkini
Tí tað er yndisligur kransur um høvd títt og ketur um háls tín.
Orðtøkini 22:15 Orðtøkini
Dárskapur situr fastur í hjarta hins unga; revsingarkoyrilin rekur hann burtur.
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini
Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini
Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.
Orðtøkini 23:25 Orðtøkini
Lat faðir tín og móður tína gleðast, lat hana, ið átti teg, fegnast!
Hebrearabrævið 12:7 Hebrearabrævið
Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar; Gud ger við tykkum sum við synir – hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki!
Hebrearabrævið 12:8 Hebrearabrævið
Eru tit uttan tykt – sum øll hava fingið part sín av – so eru tit óektabørn og ikki synir.
Hebrearabrævið 12:9 Hebrearabrævið
Framvegis: Vit høvdu eftir holdinum fedrar, sum tyktaðu okkum, og vit høvdu virðing fyri teimum; skulu vit tá ikki mangan meir vera Faðir andanna undirgivin – og liva!
Hebrearabrævið 12:10 Hebrearabrævið
Teir tyktaðu okkum jú nakrar fáar dagar, eftir tykki sínum, men Hann ger tað okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagleika Hansara.
Hebrearabrævið 12:11 Hebrearabrævið
Víst tykist øll tykt, meðan vit líða hana, ikki at vera til gleði, men til sorg; men aftaná gevur hon teimum, ið við henni eru uppfostrað, friðarávøkst rættvísinnar.
Jákupsbrævið 1:19 Jákupsbrævið
Tit vita tað, elskaðu brøður mínir! Men hvørt menniskja veri skjótt at hoyra, seint at tala, seint til vreiði!