samanknýtt óheilsugott samband
49 versir um "samanknýtt óheilsugott samband"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 1:10 Galatiabrævið
Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.
Orðtøkini 3:5 Orðtøkini
Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!
Galatiabrævið 6:1 Galatiabrævið
Brøður! Um nú onkur skuldi verðið tikin av fótum av onkrari synd, so hjálpið honum til rættis, tit andaligu, við spakførisanda, og síggj til tín sjálvs, at ikki eisini tú verður freistaður!
Galatiabrævið 6:2 Galatiabrævið
Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!
Galatiabrævið 6:3 Galatiabrævið
Tí um onkur heldur seg vera nakað og er tó einki, so dárar hann seg sjálvan.
Galatiabrævið 6:4 Galatiabrævið
Nei, ein og hvør royni sítt egna verk! Tá skal hann hava rós sítt, bert eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.
Galatiabrævið 6:5 Galatiabrævið
Tí ein og hvør skal bera sína egnu byrði.
Sálmarnir 118:6 Sálmarnir
HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!
Fyrra Tessalonikabrævið 2:4 Fyrra Tessalonikabrævið
nei, eins og vit av Gudi eru hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvið upp í hendur, so tala vit, ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara.
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Orðtøkini 29:25 Orðtøkini
At ræðast menniskju leiðir í snerru, men tann, ið lítur á HARRAN, verður bjargaður.
Esaias 43:18 Esaias
Hugsið ikki um hitt farna, leggið einki í tað, sum áður var!
Esaias 43:19 Esaias
Nei, nú skapi Eg nýtt, longu nú vísir tað seg – síggja tit tað ikki? Eg skal gera veg í oyðimørkini, áir í landinum, sum oyðið var.
Jóhannes 14:26 Jóhannes
men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:19 Fyrra Jóhannesarbrævið
Av tí skulu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá kunnu vit geva hjørtum okkara vissu fyri ásjón Hansara,
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:20 Fyrra Jóhannesarbrævið
at um so hjarta okkara fordømir okkum, er Gud størri enn hjarta okkara og veit alt.
Fyrra Korintbrævið 10:33 Fyrra Korintbrævið
Soleiðis royni eg eisini í øllum at vera øllum til vildar og søki ikki tað, sum mær sjálvum er til gagn, men tað, sum hinum mongu er til gagn – fyri at tey kunnu verða frelst.
Seinna Korintbrævið 5:16 Seinna Korintbrævið
Hereftir kenna vit tí ongan eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir holdinum, kenna vit Hann nú ikki longur so.
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið
Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
Seinna Korintbrævið 5:18 Seinna Korintbrævið
Og alt er tað frá Gudi, sum við Kristusi samdi okkum við Seg sjálvan og gav okkum tænastu sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:19 Seinna Korintbrævið
Tí í Kristusi samdi Gud heimin við Seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndir teirra, og Hann hevur lagt niður í okkum orð sáttarinnar.
Seinna Korintbrævið 5:20 Seinna Korintbrævið
Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!
Seinna Korintbrævið 5:21 Seinna Korintbrævið
Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.
Galatiabrævið 5:1 Galatiabrævið
Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!
Galatiabrævið 5:2 Galatiabrævið
Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera, gagnar Kristus tykkum einki.
Galatiabrævið 5:3 Galatiabrævið
Aftur vitni eg fyri hvørjum manni, ið letur seg umskera, at hann er bundin at halda alla lógina.
Galatiabrævið 5:4 Galatiabrævið
Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini.
Galatiabrævið 5:5 Galatiabrævið
Tí við trúgv vænta vit í Andanum tað, sum rættvísin gevur okkum vón um.
Galatiabrævið 5:6 Galatiabrævið
Í Kristi Jesusi hevur tað jú einki at týða, um ein er umskorin ella óumskorin; alt varir um at hava trúgv, sum virkar við kærleika.
Galatiabrævið 5:7 Galatiabrævið
Tit vóru á góðari leið; hvør hevur forðað tykkum at akta sannleikan?
Galatiabrævið 5:8 Galatiabrævið
Henda yvirtaling kemur ikki frá Honum, ið kallaði tykkum.
Galatiabrævið 5:9 Galatiabrævið
Eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið.
Galatiabrævið 5:10 Galatiabrævið
Eg havi tað álit á tykkum í Harranum, at tit onga aðra hugsan vilja hava; men tann, ið villir tykkum, skal bera dóm sín, hvør hann so er.
Galatiabrævið 5:11 Galatiabrævið
Men eg, brøður – prædiki eg enn umskering, hví liggja teir tá enn eftir mær! So er jú krossurin einki ástoyt longur!
Galatiabrævið 5:12 Galatiabrævið
Eg vildi, at teir skuldu skorið seg sjálvar sundur, teir, ið villleiða tykkum.
Galatiabrævið 5:13 Galatiabrævið
Tit eru jú kallaðir til frælsi, brøður! Nýtið bert ikki frælsið holdinum til høvi, nei, tænið í kærleika hvør øðrum!
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið
Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“
Galatiabrævið 5:15 Galatiabrævið
Men bíta og eta tit hvør annan, síggið tá til, at tit verða ikki etnir upp hvør av øðrum!
Galatiabrævið 5:16 Galatiabrævið
Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!
Galatiabrævið 5:17 Galatiabrævið
Tí holdið girnast móti Andanum, og Andin móti holdinum; hesi standa hvørt øðrum ímóti, fyri at tit skulu ikki gera tað, sum tit vilja.
Galatiabrævið 5:18 Galatiabrævið
Og verða tit leiddir av Andanum, so eru tit ikki undir lógini.
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið
Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið
avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið
øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.
Galatiabrævið 5:22 Galatiabrævið
Men ávøkstur Andans er: Kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðska, trúfesti,
Galatiabrævið 5:23 Galatiabrævið
spakføri, fráhald. – Móti slíkum er lógin ikki.
Galatiabrævið 5:24 Galatiabrævið
Og tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, hava krossfest holdið við lystum og girndum tess.
Galatiabrævið 5:25 Galatiabrævið
Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!
Galatiabrævið 5:26 Galatiabrævið
Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!