samandráttur av lógini

18 versir um "samandráttur av lógini"

Versir

Síða 1 av 1
Fimta Mósebók 6:5 Fimta Mósebók

Og tú skalt elska HARRAN Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av allari styrki tíni.

4
Markus 12:28 Markus

Tá kom ein av hinum skriftlærdu til Hansara; hann hevði hoyrt orðaskifti teirra og skilt, at Hann svaraði teimum væl. Hann spurdi Hann: „Hvørt boð er hitt fyrsta av øllum?“

4
Markus 12:29 Markus

Jesus svaraði: „Hitt fyrsta er hetta: „Hoyr, Ísrael! Harrin Gud okkara, Harrin er Ein.

4
Markus 12:30 Markus

Og tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni.“

4
Markus 12:31 Markus

Annað er hetta: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ Størri enn hesi er einki annað boð.“

4
Markus 12:32 Markus

Tá svaraði hin skriftlærdi Honum: „Rætt, Meistari! Tað er satt, Tú sigur, at Hann er ein, og at eingin annar er enn Hann.

4
Markus 12:33 Markus

Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan – tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.“

4
Markus 12:34 Markus

Táið nú Jesus sá, at hann svaraði vitiga, segði Hann við hann: „Tú ert ikki langt frá ríki Guds!“ – Og eingin vágaði sær meir at seta Honum spurningar.

4
Rómverjabrævið 13:8 Rómverjabrævið

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

4
Rómverjabrævið 13:9 Rómverjabrævið

Tí hetta: „Tú mást ikki dríva hor“; „tú mást ikki drepa“; „tú mást ikki stjala“; „tú mást ikki girnast“ – og hvat annað boð ið er – tað er stutt innihildið í hesum orði: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

4
Rómverjabrævið 13:10 Rómverjabrævið

Kærleikin ger næstanum einki ilt; tí er kærleikin uppfylling lógarinnar.

4
Matteus 22:37 Matteus

Hann svaraði honum: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.“

3
Matteus 22:38 Matteus

Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.

3
Matteus 22:39 Matteus

Men annað er hesum líkt: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

3
Matteus 22:40 Matteus

Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir.“

3
Galatiabrævið 5:14 Galatiabrævið

Tí øll lógin er uppfylt í einum orði, í hesum: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“

3
Onnur Mósebók 34:28 Onnur Mósebók

Hann varð so har hjá HARRANUM 40 dagar og 40 nætur uttan at eta breyð og uttan at drekka vatn; og Hann skrivaði á talvurnar sáttmálaorðini, hini 10 orðini.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:4 Fyrra Jóhannesarbrævið

Hvør tann, ið ger synd, ger eisini lógbrot, og synd er lógloysi.

2