salvingsolja

26 versir um "salvingsolja"

Versir

Síða 1 av 1
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið

Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.

6
Markus 6:13 Markus

Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.

5
Onnur Mósebók 40:9 Onnur Mósebók

Síðani skalt tú taka salvuoljuna og salva tabernaklið og alt, sum í tí er, og tú skalt halga tabernaklið og alt, ið til hoyrir, so tað verður heilagt.

4
Onnur Mósebók 30:31 Onnur Mósebók

Men við Ísraelsmenn skalt tú siga so: „Hetta skal vera heilaga salvuolja Mín hjá tykkum, mann eftir mann.

3
Onnur Mósebók 30:32 Onnur Mósebók

Hon má ikki koma á likamið á nøkrum øðrum menniskja, og tit mugu onga aðra salvu gera, blandaða soleiðis sum hana; heilag er hon, heilag skal hon vera tykkum.

3
Onnur Mósebók 30:33 Onnur Mósebók

Tann, ið ger slíka salvu, og tann, ið nýtir hana á ein, ið ikki er vígdur, hann skal verða týndur úr fólki sínum.““

3
Matteus 6:17 Matteus

Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,

3
Hebrearabrævið 1:9 Hebrearabrævið

Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!“

3
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:27 Fyrra Jóhannesarbrævið

Men tit – salvingin, ið tit fingu frá Honum, verður verandi í tykkum; og tykkum nýtist ikki, at nakar lærir tykkum; tí sum salving Hansara lærir tykkum alt, so er tað – satt og ikki lygn. Og verðið verandi í Honum, so sum hon hevur lært tykkum!

3
Fyrsta Mósebók 28:18 Fyrsta Mósebók

Tíðliga morgunin eftir reistist Jákup og tók steinin, ið hann hevði havt undir høvdinum, reisti hann sum minnisstein og helti olju út yvir hann.

2
Onnur Mósebók 29:7 Onnur Mósebók

Tak so salvuoljuna og hell hana út yvir høvd hansara og salva hann!

2
Onnur Mósebók 30:22 Onnur Mósebók

Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:

2
Onnur Mósebók 30:23 Onnur Mósebók

„Tak tær kryddurtir, av tí besta, ið er: Av reinasta myrra 500 seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, 250 seklar, av kalmus av fínasta slagi 250 seklar,

2
Onnur Mósebók 30:24 Onnur Mósebók

av kassia 500 seklar eftir halgidómsvektini, og eina hin av olju av oljuberum.

2
Onnur Mósebók 30:25 Onnur Mósebók

Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, kryddsalvu, slíka sum salvublandarar gera hana; heilag salvuolja skal tað vera.

2
Fyrra Sámuelsbók 10:1 Fyrra Sámuelsbók

Nú tók Sámuel oljufløskuna, helti oljuna út yvir høvd hansara, kysti hann og segði: „Hevur HARRIN ikki salvað teg til høvdinga yvir fólki Sínum, Ísrael!

2
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir

Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.

2
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir

Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;

2
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir

Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.

2
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir

Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.

2
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir

Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.

2
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir

Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.

2
Lukas 4:18 Lukas

„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,

2
Lukas 7:46 Lukas

Tú salvaði ikki høvd Mítt við olju, men hon salvaði føtur Mínar við salvu.

2
Ápostlasøgan 10:38 Ápostlasøgan

– um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á – tí Gud var við Honum.

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:20 Fyrra Jóhannesarbrævið

Tit hava salving frá hinum Heilaga og vita alt.

2