salt

20 versir um "salt"

Versir

Síða 1 av 1
Matteus 5:13 Matteus

Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tað dugir einki longur uttan at verða kastað út og traðkað niður av menniskjum.

8
Markus 9:50 Markus

Saltið er gott; men verður saltið saltleyst, við hvørjum vilja tit tá geva tí kraftina aftur! Havið salt í tykkum sjálvum og haldið frið hvør við annan!“

6
Kolossibrævið 4:6 Kolossibrævið

Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!

6
Triðja Mósebók 2:13 Triðja Mósebók

Tú skalt lata salt í øll matoffur tíni; tú mást ikki lata salt fattast í matofri tínum; tí saltið hoyrir til sáttmálan við Gud tín; saman við øllum ofrum tínum skalt tú bera fram salt.

5
Lukas 14:34 Lukas

Víst er saltið gott; men missir eisini saltið kraft sína, við hvørjum skal tað tá fáa hana aftur!

5
Lukas 14:35 Lukas

Tað dugir hvørki í mold ella í tøð; tað verður kastað út. Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!“

5
Fjórða Mósebók 18:19 Fjórða Mósebók

Allar heilagar gávur, sum Ísraelsmenn skulu lata til HARRAN, havi Eg givið tær og sonum og døtrum tínum sum ævigan rætt; hetta skal vera ævigur saltsáttmáli* fyri ásjón HARRANS fyri teg og eftirkomarar tínar.“

4
Seinna Kongabók 2:20 Seinna Kongabók

Tá segði hann: „Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!“ Teir so gjørdu.

3
Seinna Kongabók 2:21 Seinna Kongabók

So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: „So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.“

3
Seinna Kongabók 2:22 Seinna Kongabók

Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.

3
Seinna Krønikubók 13:5 Seinna Krønikubók

Áttu tit ikki at vitað, at HARRIN Gud Ísraels við saltsáttmála* hevur givið Dávidi kongadømið yvir Ísrael til ævigar tíðir, honum og sonum hansara!

3
Ezra 6:9 Ezra

Og tað, ið teimum tørvar av ungtarvum, veðrum og lombum, til brennioffur til Gud Himmalsins, og hveiti, salt, vín og olja, skal verða givið teimum dag eftir dag – tað má ikki verða gloymt – í tí nøgd, sum prestarnir í Jerusalem siga til

3
Job 6:6 Job

Hvør man eta tað, sum einki salt er í! Smakkar eggjahvíti væl!

3
Ezekiel 16:4 Ezekiel

Táið tú vart fødd, gekk so: Ikki varð nalvastrongur tín avskorin, tann dag tú vart fødd, ikki vart tú vaskað rein í vatni, ikki gníggjað við salti og ikki sveipað í sveip.

3
Matteus 5:14 Matteus

Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.

3
Matteus 5:15 Matteus

Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.

3
Matteus 5:16 Matteus

Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!

3
Markus 9:49 Markus

Tí ein og hvør skal verða saltaður við eldi, og eitt og hvørt offur skal verða saltað við salti.

3
Fyrsta Mósebók 19:26 Fyrsta Mósebók

– Men kona Lot, sum aftan fyri hann gekk, hon hugdi aftur um seg – og varð ein saltstólpi.

2
Ezekiel 43:24 Ezekiel

Tú skalt leiða teir fram fyri ásjón HARRANS, og prestarnir skulu stroya salt á teir og ofra HARRANUM teir sum brennioffur.

2