sálarlig sjúka
38 versir um "sálarlig sjúka"
Versir
Síða 1 av 1Sálmarnir 34:17 Sálmarnir
Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
Sálmarnir 34:18 Sálmarnir
Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
Sálmarnir 34:19 Sálmarnir
HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.
Sálmarnir 34:20 Sálmarnir
Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;
Filippibrævið 4:6 Filippibrævið
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
Filippibrævið 4:7 Filippibrævið
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið
Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.
Esaias 41:10 Esaias
– Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Matteus 4:24 Matteus
Hann varð gitin um alt Sýrland, og tey komu til Hansara við øllum sjúkum, sum vóru heimsøkt av ymiskum sjúkdómum og plágum, bæði teimum, ið vóru sett av illum andum, niðurfalssjúkum og lamnum; og Hann grøddi tey.
Matteus 17:14 Matteus
Táið teir so komu til fólkið, kom maður til Hansara, fall á knæ fyri Honum og segði:
Matteus 17:15 Matteus
„Harri! Miskunna syni mínum! Hann hevur niðurfalssjúku og pínist svárliga; ofta dettur hann í eld, og ofta í vatn.
Matteus 17:16 Matteus
Og eg kom við honum til lærisveinar Tínar; men teir kundu ikki grøða hann.“
Matteus 17:17 Matteus
Tá svaraði Jesus: „Tú vantrúna og rangvørga ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum? Fáið Mær hann higar!“
Matteus 17:18 Matteus
Og Jesus talaði harðliga til hansara; tá fór hin illi andin út úr honum, og drongurin varð grøddur frá somu stund.
Matteus 17:19 Matteus
Tá fóru lærisveinarnir til Jesus avsíðis og søgdu: „Hví kundu vit ikki reka hann út?“
Matteus 17:20 Matteus
Hann svaraði teimum: „Tí tit eru so vantrúnir! Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Hava tit trúgv sum sinnopskorn, kunnu tit siga við hetta fjall: „Flyt teg hiðani og hagar!“ og tað skal flyta seg. Og einki skal vera tykkum ómøguligt.
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Sálmarnir 23:2 Sálmarnir
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Sálmarnir 23:3 Sálmarnir
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Sálmarnir 23:4 Sálmarnir
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Sálmarnir 23:6 Sálmarnir
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir.
Sálmarnir 56:11 Sálmarnir
Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara, við hjálp HARRANS skal eg prísa orði Hansara.
Jeremias 29:11 Jeremias
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Jónas 2:5 Jónas
Eg hugsaði: „Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!“ Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum.
Jónas 2:6 Jónas
Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt.
Jónas 2:7 Jónas
Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín!
Lukas 1:37 Lukas
Tí einki er Gudi ómøguligt.“
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 12:16 Rómverjabrævið
Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið
Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.
Seinna Korintbrævið 12:9 Seinna Korintbrævið
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Seinna Korintbrævið 12:10 Seinna Korintbrævið
Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.
Fyrra Pætursbrævið 5:8 Fyrra Pætursbrævið
Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt.