sacrifices

52 versir um "sacrifices"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrra Sámuelsbók 15:22 Fyrra Sámuelsbók

Men Sámuel segði: „Man HARRIN leggja líka mikið í brennioffur og sláturoffur sum í lýdni fyri orði HARRANS! Nei! Lýdni er meiri vert enn sláturoffur, og at lurta eftir er meiri vert enn veðrafiti!

6
Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið

Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.

6
Sálmarnir 51:16 Sálmarnir

Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín – so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!

5
Sálmarnir 51:17 Sálmarnir

Harri, lat upp varrar mínar – so skal muður mín kunngera prís Títt!

5
Markus 12:33 Markus

Og at elska Hann av øllum hjarta sínum, av øllum viti sínum og av allari styrki síni, og at elska næsta sín sum seg sjálvan – tað er meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.“

5
Efesusbrævið 5:2 Efesusbrævið

og livið í kærleika, eins og Kristus elskaði okkum og gav Seg sjálvan fyri okkum sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga!

5
Triðja Mósebók 17:11 Triðja Mósebók

Tí sálin í øllum holdi er í blóðinum, og Eg havi givið tykkum tað at nýta á altarinum at gera bót fyri sálir tykkara; tað er blóðið, ið ger bót, tí sálin er í tí.

4
Esaias 1:11 Esaias

Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.

4
Hebrearabrævið 9:22 Hebrearabrævið

Ja, næstan alt verður eftir lógini reinsað við blóði, og uttan at blóð verður úthelt, fæst ikki fyrigeving.

4
Fyrra Pætursbrævið 2:5 Fyrra Pætursbrævið

og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi!

4
Triðja Mósebók 1:1 Triðja Mósebók

HARRIN kallaði á Móses og talaði við hann úr samkomutjaldinum og segði:

3
Triðja Mósebók 1:2 Triðja Mósebók

„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið onkur av tykkum vil bera HARRANUM fram offur av fænum, kann hann taka offur sítt annaðhvørt av neytunum ella av smáfænum.

3
Triðja Mósebók 1:3 Triðja Mósebók

Er tað brennioffur, ið hann vil bera fram, og hann tekur tað av neytunum, skal tað vera lýtaleyst kríatúr av hannslagi; hann skal koma at durum samkomutjaldsins við tí, so hann verður væl toknaður fyri ásjón HARRANS.

3
Triðja Mósebók 1:4 Triðja Mósebók

Og hann skal leggja hondina á høvd offurdýrsins; so verður tað væl toknað og bøtir fyri hann.

3
Triðja Mósebók 1:5 Triðja Mósebók

Síðani skal hann drepa hin unga tarvin fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu bera fram blóðið og sletta tað rundan um á altarið, ið stendur fyri durum samkomutjaldsins.

3
Triðja Mósebók 1:6 Triðja Mósebók

So skal hann fletta offurdýrið og lima tað sundur.

3
Triðja Mósebók 1:7 Triðja Mósebók

Og synir Áron, prestin, skulu kynda eld á altarinum og leggja við á eldin.

3
Triðja Mósebók 1:8 Triðja Mósebók

So skulu synir Áron, prestarnir, leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin.

3
Triðja Mósebók 1:9 Triðja Mósebók

Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin brenna alt samalt á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.

3
Triðja Mósebók 1:10 Triðja Mósebók

Tekur hann brennioffur sítt av smáfænum, av seyðinum ella geitunum, so skal tað vera lýtaleyst kríatur av hannslagi.

3
Triðja Mósebók 1:11 Triðja Mósebók

Hann skal drepa tað norðan fyri altarið, fyri ásjón HARRANS, og synir Áron, prestarnir, skulu sletta blóðið úr tí rundanum á altarið.

3
Triðja Mósebók 1:12 Triðja Mósebók

So skal hann skera tað sundur, og presturin skal leggja stykkini saman við høvdinum og tálgini oman á viðin, ið lagdur er á altareldin.

3
Triðja Mósebók 1:13 Triðja Mósebók

Innvølurin og føturnir skulu verða vaskaðir í vatni, og so skal presturin bera alt samalt fram og brenna tað á altarinum; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.

3
Triðja Mósebók 1:14 Triðja Mósebók

Eru tað fuglar, ið hann tekur HARRANUM til brennioffur, so skal hann taka offur sítt av turtildúvum ella av dúvuungum.

3
Triðja Mósebók 1:15 Triðja Mósebók

Presturin skal bera fuglin fram at altarinum, snara høvdið av honum og brenna tað á altarinum; og blóðið skal verða kroyst út inn móti síðu altarsins.

3
Triðja Mósebók 1:16 Triðja Mósebók

So skal hann taka kjósina út við gorinum, sum í henni er, og blaka hana á øskudungan eystan fyri altarið.

3
Triðja Mósebók 1:17 Triðja Mósebók

Síðani skal hann kryvja fuglin við veingjunum á; teir má hann ikki skilja frá. Og so skal presturin brenna hann á altarinum, á viðinum, ið lagdur er á eldin; tað er brennioffur, eldoffur, HARRANUM til góðan anga.“

3
Hebrearabrævið 10:1 Hebrearabrævið

Lógin hevur bert skugga hinna komandi góða, ikki sonnu mynd teirra; tí kann hon aldri við ofrunum, ið teir altíð hvørt ár av nýggjum bera fram, gera tey fullkomin, sum koma fram við teimum.

3
Hebrearabrævið 10:2 Hebrearabrævið

Annars høvdu tey jú hildið uppat at borið tey fram, av tí at hini ofrandi ikki longur høvdu havt syndir á samvitskuni, táið tey eina ferð vóru reinsað.

3
Hebrearabrævið 10:3 Hebrearabrævið

Men við hesum ofrum verður hvørt ár mint um syndir.

3
Hebrearabrævið 10:4 Hebrearabrævið

Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir.

3
Hebrearabrævið 10:5 Hebrearabrævið

Tí sigur Hann, táið Hann kemur í heimin: „Sláturoffur og matoffur vildi Tú ikki hava, men likam gjørdi Tú Mær til;

3
Hebrearabrævið 10:6 Hebrearabrævið

brennioffur og syndoffur líkaði Tær ikki.

3
Hebrearabrævið 10:7 Hebrearabrævið

Tá segði Eg: „Hygg, Eg komi – í bókrulluni er skrivað um Meg – at gera vilja Tín, Gud!““

3
Hebrearabrævið 10:8 Hebrearabrævið

– Eftir at Hann fyrst hevur sagt: „Sláturoffur, matoffur, brennioffur og syndoffur vildi Tú ikki hava, og tey líkaði Tær ikki“ – og tey verða tó borin fram eftir lógini –

3
Hebrearabrævið 10:9 Hebrearabrævið

so hevur Hann harnæst sagt: „Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!“ – Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin –

3
Hebrearabrævið 10:10 Hebrearabrævið

og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar!

3
Hebrearabrævið 10:11 Hebrearabrævið

Ein og hvør prestur stendur dagliga og ger tænastu og ber fram somu offur ferð eftir ferð – sum tó aldri kunnu taka burtur syndir;

3
Hebrearabrævið 10:12 Hebrearabrævið

men Hann hevur borið fram eitt offur fyri syndir og hevur síðani við alla sett Seg við høgru hond Guds

3
Hebrearabrævið 10:13 Hebrearabrævið

og bíðar nú bert eftir, at fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul.

3
Hebrearabrævið 10:14 Hebrearabrævið

Tí við einum ofri hevur Hann við alla gjørt tey fullkomin, sum halgað verða.

3
Hebrearabrævið 10:15 Hebrearabrævið

Tað vitnar eisini Heilagi Andin fyri okkum. Tí eftir at Hann hevur sagt:

3
Hebrearabrævið 10:16 Hebrearabrævið

„Hetta er sáttmálin, Eg skal gera við tey eftir teir dagar“, sigur Harrin: „Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra,

3
Hebrearabrævið 10:17 Hebrearabrævið

og syndir teirra og lógbrot teirra skal Eg ikki minnast aftur.“

3
Hebrearabrævið 10:18 Hebrearabrævið

Men har sum fyrigeving er fyri tey, er ikki longur offur fyri synd.

3
Mika 6:6 Mika

– „Við hvørjum skal eg stíga fram fyri HARRAN, boyggja meg niður fyri Gudi á hæddini? Skal eg stíga fram fyri Hann við brenniofrum, við vetringum?

2
Mika 6:7 Mika

Man HARRANUM líka veðrar í túsundtali, oljuløkir í tíggjutúsundtali? Skal eg lata hin frumborna mín fyri misbrot mítt, lívsfrukt mína sum syndoffur fyri sál mína?“

2
Mika 6:8 Mika

– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!

2
Jóhannes 1:29 Jóhannes

Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: „Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!

2
Filippibrævið 4:18 Filippibrævið

Nú havi eg nóg mikið av øllum og havi yvirflóð; mær trýtur ikki, nú eg við Epafroditusi havi fingið gávu tykkara – yndisligan anga, offur, fagnað av Gudi og Honum til gleði.

2