sabbatsdagurin
35 versir um "sabbatsdagurin"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.
Markus 2:27 Markus
Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók
Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.
Esaias 58:13 Esaias
Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð
Fimta Mósebók 5:12 Fimta Mósebók
Akta eftir sabbatsdeginum, so tú heldur hann heilagan – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær!
Fimta Mósebók 5:13 Fimta Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Fimta Mósebók 5:14 Fimta Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur, ei heldur sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, neyt títt, esil títt ella nakað av kríatúrum tínum, ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni – tí trælur og trælkvinna tín mugu sleppa at hvíla eins og tú.
Fimta Mósebók 5:15 Fimta Mósebók
Tú skalt minnast, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín leiddi teg út haðani við sterkari hond og útrættum armi; tí er tað, HARRIN Gud tín hevur álagt tær at halda sabbatsdagin.
Esaias 58:14 Esaias
– tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!
Ezekiel 20:12 Ezekiel
Eisini sabbatar Mínar gav Eg teimum, so teir skuldu vera tekin millum Meg og tey, fyri at tey skuldu vita, at Eg, HARRIN, eri tann, ið halgar tey.
Ezekiel 20:13 Ezekiel
Men hús Ísraels var Mær ólýðið í oyðimørkini; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og vrakaðu lógir Mínar – og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum – og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey í stórum. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey í oyðimørkini og gera enda á teimum.
Ezekiel 20:14 Ezekiel
Men tað, ið Eg gjørdi, gjørdi Eg fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út.
Ezekiel 20:15 Ezekiel
Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi ikki lata tey koma inn í landið, sum Eg hevði givið teimum, landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, hitt fagrasta av øllum londum
Ezekiel 20:16 Ezekiel
– aftur fyri at tey vrakaðu lógir Mínar, ikki gingu eftir boðum Mínum og vanhalgaðu sabbatar Mínar; tí hjarta teirra gekk eftir avgudum teirra.
Ezekiel 20:17 Ezekiel
Men eyga Mítt spardi tey, so Eg forkom teimum ikki; Eg gjørdi ikki heilt enda á teimum í oyðimørkini.
Ezekiel 20:18 Ezekiel
So segði Eg við børn teirra í oyðimørkini: „Gangið ikki eftir boðum fedra tykkara, haldið ikki lógboð teirra, og gerið tykkum ikki órein við avgudum teirra!
Ezekiel 20:19 Ezekiel
Eg eri HARRIN Gud tykkara; gangið eftir boðum Mínum, og haldið lógir Mínar og gerið eftir teimum!
Ezekiel 20:20 Ezekiel
Og haldið sabbatar Mínar heilagar! Teir skulu vera tekin millum Meg og tykkum, fyri at tit skulu vita, at Eg, HARRIN, eri Gud tykkara.“
Ezekiel 20:21 Ezekiel
Men børnini vóru Mær ólýðin; tey gingu ikki eftir boðum Mínum og hildu ikki lógir Mínar, so tey gjørdu eftir teimum – og tað menniskja, ið heldur tey, skal tó liva við teimum – og sabbatar Mínar vanhalgaðu tey. Tá segði Eg, at Eg skuldi úthella vreiði Mína yvir tey og tøma út bræði Mína á tey í oyðimørkini.
Ezekiel 20:22 Ezekiel
Tó helt Eg hond Míni aftur og gjørdi tað, ið Eg gjørdi, fyri navns Míns skuld, fyri at tað skuldi ikki verða vanhalgað fyri eygum fólkanna, ið høvdu sæð, at Eg hevði leitt tey út.
Ezekiel 20:23 Ezekiel
Men Eg lyfti eisini hondini fyri teimum í oyðimørkini og svór, at Eg skuldi spjaða tey millum tjóðirnar og stroya tey út um londini
Ezekiel 20:24 Ezekiel
– aftur fyri at tey hildu ikki lógir Mínar, men vrakaðu boð Míni og vanhalgaðu sabbatar Mínar, og eygu teirra gingu eftir avgudum fedra teirra.
Matteus 5:17 Matteus
Hugsið ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.
Matteus 5:18 Matteus
Tí sanniliga, sigi Eg tykkum: Inntil Himmal og jørð forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent.
Matteus 5:19 Matteus
Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki Himmiríkis; men tann, ið heldur tey og lærir tey, skal kallast stórur í ríki Himmiríkis.
Lukas 4:16 Lukas
Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
Lukas 23:56 Lukas
So fóru tær avstað aftur og gjørdu til angandi urtir og salvur. Og sabbatin hildu tær seg stillar, eftir boðnum.
Ápostlasøgan 18:4 Ápostlasøgan
Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði Jødar og Grikkar.
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið
Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
Hebrearabrævið 4:9 Hebrearabrævið
So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.