sabbath day
42 versir um "sabbath day"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Esaias 58:13 Esaias
Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag Mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag HARRANS heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð
Esaias 58:14 Esaias
– tá skalt tú gleðast í HARRANUM, og Eg skal leiða teg fram yvir hæddir landsins og lata teg njóta arv Jákups, faðirs tíns; tí muður HARRANS hevur talað!
Triðja Mósebók 23:3 Triðja Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin er háheilagur sabbatur við heilagari samkomu; tá mugu tit einki arbeiði gera; tað er sabbatur HARRANS, allastaðni har sum tit búgva.
Kolossibrævið 2:16 Kolossibrævið
Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka ella viðvíkjandi høgtíð, sólkomu ella sabbati!
Kolossibrævið 2:17 Kolossibrævið
Hetta er jú skuggi tess, ið koma skuldi; men likamið er Kristusar.
Fyrsta Mósebók 2:2 Fyrsta Mósebók
Sjeynda dagin fullførdi Gud verkið, ið Hann hevði gjørt; og Hann hvíldi sjeynda dagin frá øllum verkinum, ið Hann hevði gjørt.
Fyrsta Mósebók 2:3 Fyrsta Mósebók
Gud signaði sjeynda dagin og halgaði hann; tí tann dagin hvíldi Hann frá øllum verki Sínum, tí, ið Gud hevði gjørt, táið Hann skapti.
Fimta Mósebók 5:12 Fimta Mósebók
Akta eftir sabbatsdeginum, so tú heldur hann heilagan – soleiðis sum HARRIN Gud tín hevur álagt tær!
Fimta Mósebók 5:13 Fimta Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Fimta Mósebók 5:14 Fimta Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur, ei heldur sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, neyt títt, esil títt ella nakað av kríatúrum tínum, ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni – tí trælur og trælkvinna tín mugu sleppa at hvíla eins og tú.
Fimta Mósebók 5:15 Fimta Mósebók
Tú skalt minnast, at tú vart sjálvur trælur í Egyptalandi, og at HARRIN Gud tín leiddi teg út haðani við sterkari hond og útrættum armi; tí er tað, HARRIN Gud tín hevur álagt tær at halda sabbatsdagin.
Markus 2:27 Markus
Og Hann segði við teir: „Sabbaturin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri sabbatsins skuld.
Markus 2:28 Markus
Tí er Menniskjasonurin Harri sabbatsins við.“
Onnur Mósebók 16:23 Onnur Mósebók
Men hann segði við teir: „Hetta er júst, sum HARRIN hevur sagt. Í morgin er hvíludagur, heilagur sabbatur fyri HARRANUM; bakið nú tað, ið tit ætla at baka, og kókið tað, ið tit ætla at kóka! Og alt tað, ið av loypur, skulu tit hava eftir og goyma til í morgin.“
Onnur Mósebók 16:24 Onnur Mósebók
Teir lótu tað tá liggja til dagin eftir, soleiðis sum Móses hevði sagt við teir; men nú fór tað ikki at stinka, og ikki kom maðkur í tað.
Onnur Mósebók 16:25 Onnur Mósebók
Tá segði Móses: „Etið hetta í dag! Tí í dag er sabbatur fyri HARRANUM; í dag finna tit einki á markini.
Onnur Mósebók 16:26 Onnur Mósebók
Seks dagar skulu tit savna av tí; men sjeynda dagin, sabbatin, verður einki at finna av tí.“
Onnur Mósebók 16:27 Onnur Mósebók
Kortini fóru nakrir av fólkinum út at sanka saman sjeynda dagin; men teir funnu einki.
Onnur Mósebók 16:28 Onnur Mósebók
Tá segði HARRIN við Móses: „Hvussu leingi ætla tit at seta tykkum ímóti at halda boð Míni og lógir Mínar!
Onnur Mósebók 16:29 Onnur Mósebók
Hugsið tó um, at HARRIN hevur givið tykkum sabbatin! Tí gevur Hann tykkum sætta dagin breyð fyri tveir dagar. Ein og hvør av tykkum skal verða, har sum hann er, eingin má fara frá húsum sjeynda dagin!“
Onnur Mósebók 16:30 Onnur Mósebók
– So hvíldi fólkið sjeynda dagin.
Onnur Mósebók 31:13 Onnur Mósebók
„Tú skalt tala við Ísraelsmenn og siga: „Gloymið nú ikki at halda sabbatar Mínar, tí sabbaturin er tekin millum Meg og tykkum, mann eftir mann – fyri at tit skulu sanna, at Eg, HARRIN, eri tann, sum halgar tykkum!
Onnur Mósebók 31:14 Onnur Mósebók
Sabbatin skulu tit halda, hann skal vera tykkum heilagur; tann, ið vanhalgar hann, skal lata lív, ja, ein og hvør, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin; tað menniskja skal verða týnt úr fólki sínum!
Onnur Mósebók 31:15 Onnur Mósebók
Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera háheilagur sabbatur, heiligdagur HARRANS; hvør tann, ið ger nakað arbeiði sabbatsdagin, skal lata lív!
Onnur Mósebók 31:16 Onnur Mósebók
Ísraelsmenn skulu minnast sabbatin, so teir halda hann heilagan, mann eftir mann, í allar ævir;
Onnur Mósebók 31:17 Onnur Mósebók
hann skal vera ævigt tekin millum Meg og Ísraelsmenn. Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal og jørð, men sjeynda dagin hvíldi Hann og helt Seg stillan.““
Lukas 4:16 Lukas
Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
Lukas 13:10 Lukas
Hann lærdi í eini av sýnagogunum ein sabbat.
Lukas 13:11 Lukas
Har var tá kvinna, sum átjan ár hevði havt veikleiksanda; hon var samankropnað og kundi als ikki rætta seg upp.
Lukas 13:12 Lukas
Táið nú Jesus sá hana, kallaði Hann á hana og segði við hana: „Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!“
Lukas 13:13 Lukas
Og Hann legði hendurnar á hana, og við tað sama rætti hon seg upp og prísaði Gudi.
Lukas 13:14 Lukas
Men sýnagogustjórin – sum var illur um, at Jesus grøddi sabbat – tók til orða og segði við fólkið: „Seks dagar eru, sum arbeitt eigur at verða; komið tí teir dagarnar og latið tykkum grøða, og ikki sabbat!“
Lukas 13:15 Lukas
Tá svaraði Harrin honum: „Hyklarar tykkara! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt frá krubbuni sabbat og fer við teimum til vatnið!
Lukas 13:16 Lukas
Men henda, ið er dóttir Ábraham, og sum Satan hevur bundið heili átjan ár, skuldi hon ikki verða loyst úr hesum bandi sabbat!“
Lukas 13:17 Lukas
Táið Hann segði hetta, vórðu teir til skammar, allir, sum stóðu Honum ímóti; og alt fólkið gleddist yvir tey stóru og undurfullu verk, ið Hann gjørdi.
Ápostlasøgan 16:13 Ápostlasøgan
Sabbatsdagin fóru vit út um býportrið, fram við eini á, til eitt stað, har tey plagdu at koma saman til bøn; har settust vit og talaðu við kvinnurnar, ið komu saman.
Hebrearabrævið 4:9 Hebrearabrævið
So stendur tá fólki Guds sabbatshvíla eftir.
Hebrearabrævið 4:10 Hebrearabrævið
Tann, ið komin er inn til hvílu Hansara, hevur eisini fingið hvílu eftir verk síni, eins og Gud eftir Síni.