Sáa og høsta
24 versir um "Sáa og høsta"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 6:7 Galatiabrævið
Villist ikki! Gud letur Seg ikki spotta; tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Galatiabrævið 6:8 Galatiabrævið
Tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta oyðing; men tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív.
Galatiabrævið 6:9 Galatiabrævið
Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.
Galatiabrævið 6:10 Galatiabrævið
Latið okkum tí, eftir sum okkum ber til, gera øllum gott, og fyrst og fremst teimum, sum hoyra til húshald trúarinnar!
Galatiabrævið 6:6 Galatiabrævið
Tann, sum upplærdur verður í orðinum, skal geva honum, ið upplærir hann, part við sær í øllum góðum.
Sálmarnir 126:5 Sálmarnir
Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleðirópum.
Sálmarnir 126:6 Sálmarnir
Tey ganga grátandi og sáa sáð sítt; tey koma aftur við gleðirópum, berandi bundi síni.
Orðtøkini 22:8 Orðtøkini
Tann, ið sáar órætt, skal heysta ilt, og vreiðikoyril hansara skal sláa hann sjálvan.
Prædikarin 3:1 Prædikarin
Alt hevur stund sína, og hvør fyritøka undir himli hevur tíð sína.
Prædikarin 3:2 Prædikarin
At verða føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína; at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað, ið plantað er, hevur tíð sína;
Prædikarin 3:3 Prædikarin
at drepa hevur tíð sína, og at grøða hevur tíð sína; at ríva niður hevur tíð sína, og at byggja upp hevur tíð sína;
Prædikarin 3:4 Prædikarin
at gráta hevur tíð sína, og at læa hevur tíð sína; at syrgja hevur tíð sína, og at dansa hevur tíð sína;
Prædikarin 3:5 Prædikarin
at kasta burtur steinar hevur tíð sína, og at sanka steinar hevur tíð sína; at taka í favn hevur tíð sína, og at halda seg frá favntaki hevur tíð sína;
Prædikarin 3:6 Prædikarin
at leita hevur tíð sína, og at missa hevur tíð sína; at goyma hevur tíð sína, og at kasta burtur hevur tíð sína;
Prædikarin 3:7 Prædikarin
at skræða sundur hevur tíð sína, og at seyma saman hevur tíð sína; at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína;
Prædikarin 3:8 Prædikarin
at elska hevur tíð sína, og at hata hevur tíð sína; ófriður hevur tíð sína, og friður hevur tíð sína.
Prædikarin 3:9 Prædikarin
Hvønn vinning hevur tann, sum ger okkurt, av møðini, ið hann hevur av tí!
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið
Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið
so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.