russia

222 versir um "russia"

Versir

Síða 3 av 5
Dániel 11:34 Dániel

Men táið tey eru um at liggja undir, skulu tey fáa lítla hjálp, og mong skulu á kvamsvís geva seg í felag við tey.

5
Dániel 11:35 Dániel

Nøkur av hinum vitigu skulu falla, so tey kunnu verða roynd og reinsað og tváað inntil tíð endans – tí enn drálar tað við endanum, inntil hin ásetta tíð kemur.

5
Dániel 11:36 Dániel

Kongurin skal gera, sum hann vil, gera seg stóran og seta seg upp um ein og hvønn gud, og móti Gudi gudanna skal hann tala øgilig orð. Og hann skal vinna fram, inntil vreiðin er at enda; tí tað, ið avgjørt er, skal ganga út.

5
Dániel 11:37 Dániel

Gudar fedra sína skal hann einki leggja í, ei heldur kvinnulyst; ei heldur nakran annan gud skal hann leggja í; tí hann skal seta seg upp um alt.

5
Dániel 11:38 Dániel

Í staðin fyri skal hann heiðra gud verndarvirkjanna; gud, ið fedrar hansara ikki hava kent, skal hann heiðra við gulli, silvuri, dýrum steinum og øðrum, ið dýrabart er.

5
Dániel 11:39 Dániel

Og so skal hann gera við hini sterku verndarvirki og við hin fremmanda gudin: Teimum, ið viðkennast henda gud, skal hann vísa nógvan heiður; hann skal seta teir at ráða yvir mongum, og hann skal skifta út jørð til teirra í løn.

5
Dániel 11:40 Dániel

Men á tíð endans skal suðurlandskongur berjast við hann, og norðurlandskongur skal herja móti honum við vagnum, hestmonnum og nógvum skipum og bróta seg inn í londini og floyma og skola yvir tey.

5
Dániel 11:41 Dániel

Hann skal eisini bróta seg inn í hitt fagra land, og stórir skarar skulu falla; men hesir skulu sleppa undan hond hansara: Edom, Móab og hinir frægastu Ammonitar.

5
Dániel 11:42 Dániel

Hann skal eisini rætta út hondina móti øðrum londum, og Egyptaland skal ikki sleppa undan.

5
Dániel 11:43 Dániel

Hann skal leggja undir seg skattirnar av gulli og silvuri og alt dýrabart í Egyptalandi; og Libýarar og Etioparar skulu vera í fylgi við honum.

5
Dániel 11:44 Dániel

Men tíðindi eystaneftir og norðaneftir skulu ræða hann, og hann skal leggja avstað í stórari vreiði at forkoma mongum og oyða tey.

5
Dániel 11:45 Dániel

Hann skal reisa skreyttjøld síni millum havið og hitt fagra fjall halgidómsins. Men tá líður at endanum við honum, og eingin hjálpir honum.“

5
Dániel 7:1 Dániel

Fyrsta árið ið Belsazar bábelskongur sat við stýrið, hevði Dániel dreym, og sjónir komu fram fyri hann á legu hansara; eftirsíðani skrivaði hann upp dreymin og segði frá høvuðsinnihaldinum.

3
Dániel 7:2 Dániel

Dániel tók til orða og segði: Eg hevði um náttina sjón, og í hesi sjón sá eg, hvussu teir fýra vindar himmalsins østu upp hitt stóra hav.

3
Dániel 7:3 Dániel

Og fýra stór dýr komu upp úr havinum, hvørt ólíkt øðrum.

3
Dániel 7:4 Dániel

Hitt fyrsta líktist leyvu, men hevði veingir sum ørn. Meðan eg hugdi at, vórðu veingirnir slitnir av tí, og tað varð lyft upp frá jørðini og reist á tveir føtur eins og menniskja og fekk menniskjahjarta.

3
Dániel 7:5 Dániel

So fekk eg at síggja eitt dýr enn – tað annað – sum líktist bjørn. Tað reisti seg upp á aðra liðina; tað hevði trý riv í munninum, millum tenninar, og sagt varð við tað: „Reis teg og et nógv kjøt!“

3
Dániel 7:6 Dániel

Enn eitt dýr fekk eg at síggja í sjón míni; tað líktist leopardi. Tað hevði á rygginum fýra fuglaveingir og hevði fýra høvd, og tað fekk stórt vald.

3
Dániel 7:7 Dániel

Síðani fekk eg í náttarsjónum mínum fjórða dýrið at síggja – øgiligt, ræðuligt og ovurhonds sterkt. Tað hevði stórar jarntenn og át og knasaði; og tað, ið eftir varð, traðkaði tað sundur við fótunum. Tað var ólíkt øllum hinum fyrru dýrunum, og tað hevði tíggju horn.

3
Dániel 7:8 Dániel

Eg ansaði gjølla eftir hornunum; tá fekk eg at síggja annað lítið horn, sum vaks upp millum teirra, og trý av hinum fyrru hornunum vórðu slitin upp fyri tí. Hetta horn hevði eygu sum menniskjaeygu, og munn, ið talaði stór orð.

3
Dániel 7:9 Dániel

Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi, og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur.

3
Dániel 7:10 Dániel

Eldstreymur gekk út frá Honum. Túsund túsund tæntu Honum, og tíggjutúsund tíggjutúsund stóðu fyri Honum. Rætturin varð settur, og bøkur vórðu latnar upp.

3
Dániel 7:11 Dániel

Meðan eg hugdi at hesum, voldu hini stóru orð, ið hornið talaði, at dýrið varð dripið; og kroppur tess varð forkomin og kastaður í eldin og brendur.

3
Dániel 7:12 Dániel

Eisini frá hinum dýrunum varð harradømið tikið; tí lívsævi teirra var ásett til tíð og stund.

3
Dániel 7:13 Dániel

Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu Ein, sum líktist menniskjasyni, kom á skýggjum himmalsins; Hann fór yvir til Hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.

3
Dániel 7:14 Dániel

Og Honum varð givið vald, heiður og ríki; allar tjóðir og ættir og øll tungumál skulu tæna Honum; vald Hansara er ævigt vald, sum aldri gongur til grundar, og ríki Hansara er ríki, sum ikki verður lagt í oyði.

3
Dániel 7:15 Dániel

Tá kendi eg, Dániel, anda mín órógvast í mær, og sjónirnar, ið fram fyri meg komu, loyptu ræðslu á meg.

3
Dániel 7:16 Dániel

Eg fór yvir til ein teirra, ið stóðu har, og bað hann geva mær álítandi frágreiðing um alt hetta; og hann svaraði mær og týddi mær tað:

3
Dániel 7:17 Dániel

„Hesi fýra stóru dýr tala um, at fýra kongar skulu stíga fram á jørðini.

3
Dániel 7:18 Dániel

Men hini heilagu hins Hægsta skulu fáa ríkið og hava tað í ogn til ævigar tíðir, ja, í aldur og allar ævir.“

3
Dániel 7:19 Dániel

Nú vildi eg fáa álítandi frágreiðing um hitt fjórða dýrið, tað, ið var ólíkt øllum hinum fyrru – sum var so øgiligt og hevði jarntenn og koparkløur, og sum át og knasaði, og traðkaði sundur við fótunum tað, ið eftir var,

3
Dániel 7:20 Dániel

somuleiðis um hini tíggju hornini á høvdi tess og um hitt nýggja hornið, tað, ið vaks upp og voldi, at hini trý hornini duttu av – tað hornið, ið hevði eygu, og munn, ið talaði stór orð, og sum var størri at síggja enn hini.

3
Dániel 7:21 Dániel

Eg sá, hvussu hetta hornið bardist við hini heilagu og vann sigur á teimum,

3
Dániel 7:22 Dániel

inntil Hin, ið gamal var, kom, og hini heilagu hins Hægsta fingu rætt sín, og tíðin kom, táið hini heilagu tóku ríkið í ogn.

3
Dániel 7:23 Dániel

So ljóðaðu orð hansara: „Hitt fjórða dýrið talar um, at fjórða ríkið skal koma á jørðini; tað skal vera ólíkt øllum hinum ríkjunum, og tað skal gloypa allari jørðini, traðka hana niður og knasa hana.

3
Dániel 7:24 Dániel

Hini tíggju hornini tala um, at av hesum ríki skulu koma upp tíggju kongar, og eftir teir skal koma upp annar kongur, sum skal vera ólíkur hinum fyrru, og sum skal fella tríggjar kongar.

3
Dániel 7:25 Dániel

Hann skal tala orð móti hinum Hægsta og kúga hini heilagu hins Hægsta; hann skal hava í huga at broyta tíðir og lóg, og tey skulu verða givin í hendur hansara tíð, tíðir og hálva tíð.

3
Dániel 7:26 Dániel

So verður rætturin settur, og valdið verður frá honum tikið, so hann verður lagdur í oyði og forkomin við alla.

3
Dániel 7:27 Dániel

Men ríkið, harradømið og valdið yvir ríkjunum undir øllum himli skal verða givið fólkinum, sum er hini heilagu hins Hægsta; ríki tess skal vera ævigt ríki, og øll veldi skulu tæna tí og lýða tað.“

3
Dániel 7:28 Dániel

Her endar frásøgnin. Meg, Dániel, ræddu hugsanir mínar stórliga, og andlit mítt skifti lit; men tað, ið eg hevði sæð og hoyrt, goymdi eg í hjartanum.

3
Dániel 8:1 Dániel

Triðja árið ið Belsazar kongur sat við stýrið, sá eg, Dániel, sjón, eina, sum kom eftir hana, ið eg áður hevði sæð.

3
Dániel 8:2 Dániel

Táið eg sá hesa sjón, var tað mær, sum eg var í borgini Susan í landspartinum Elam; og eg sá meg í sjónini standa við Ulaiá.

3
Dániel 8:3 Dániel

Táið eg hugdi upp, fekk eg at síggja veðr, ið stóð við ánna; hann hevði tvey horn, sum bæði vóru høg; tó var annað hægri enn hitt, og hetta hægra vaks seinni upp.

3
Dániel 8:4 Dániel

Eg sá veðrin stúta móti vestri, norðri og suðri, og einki dýr var ment at standa seg móti honum; eingin kundi frelsa undan valdi hansara; hann gjørdi, sum hann vildi, og hevði hugmóðigan atburð.

3
Dániel 8:5 Dániel

Táið eg nú framvegis gav gætur, fekk eg at síggja bukk, ið kom vestaneftir; hann streyk fram yvir alla jørðina, men bar ikki við hana; bukkurin hevði óføra stórt horn millum eyguni.

3
Dániel 8:6 Dániel

Hann kom til veðrin, sum hevði tvey horn, hann, ið eg hevði sæð standa við ánna, og legði á hann í óførari øði.

3
Dániel 8:7 Dániel

Eg sá, hvussu hann, táið hann var komin tætt til veðrin, leyp á hann í øði, rendi undir hann og breyt bæði hornini av honum; veðrurin var ikki mentur at verja seg fyri honum; hann feldi hann til jarðar og traðkaði hann undir, og har var eingin, ið kundi frelsa veðrin undan valdi hansara.

3
Dániel 8:8 Dániel

Bukkurin fekk ovurhonds stórt vald; men júst táið máttur hansara var sum mestur, varð hitt stóra hornið brotið av, og í staðin fyri vuksu upp fýra veldig horn, sum vendu móti hinum fýra høvuðsættunum.

3
Dániel 8:9 Dániel

Út úr einum teirra kom eitt nýtt horn, lítið í fyrstuni; men seinni varð tað ovurhonds stórt suðureftir, eystureftir og móti hinum fagra landi.

3
Dániel 8:10 Dániel

Tað vaks líka upp til her himmalsins og kastaði til jarðar nakrar av herinum og av stjørnunum og traðkaði tey undir.

3