running away from god

39 versir um "running away from god"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 139:7 Sálmarnir

Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!

6
Sálmarnir 139:8 Sálmarnir

Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har;

6
Sálmarnir 139:9 Sálmarnir

taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,

6
Sálmarnir 139:10 Sálmarnir

so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.

6
Seinna Pætursbrævið 3:9 Seinna Pætursbrævið

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.

5
Jónas 2:1 Jónas

Men HARRIN læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi, og Jónas var í búki fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur.

4
Jónas 2:2 Jónas

Jónas bað í búki fisksins til HARRAN Gud sín

4
Jónas 2:3 Jónas

og segði: „Eg kallaði á HARRAN í neyð míni, og Hann svaraði mær; úr fangi deyðaríkisins rópti eg, og Tú hoyrdi rødd mína.

4
Jónas 2:4 Jónas

Tú kastaði meg í djúpið, mitt í havið, og streymurin var rundan um meg; øll brot Tíni og allar bylgjur Tínar løgdu yvir meg.

4
Jónas 2:5 Jónas

Eg hugsaði: „Eg eri rikin burt frá eygum Tínum!“ Men eg skal aftur sleppa at skoða upp móti heilaga templi Tínum.

4
Jónas 2:6 Jónas

Vøtnini vóru rundan um meg líka at sálini, djúpið var rundan um meg, tari var vavdur um høvd mítt.

4
Jónas 2:7 Jónas

Til grundvøllir fjallanna sakk eg niður; sláir jarðarinnar vóru læstar eftir mær í allar ævir. Men Tú førdi lív mítt upp úr grøvini, HARRI Gud mín!

4
Jónas 2:8 Jónas

Táið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg HARRAN, og bøn mín steig upp til Tín í heilaga templi Tínum.

4
Jónas 2:9 Jónas

Tey, sum halda seg til tómar avgudar, venda miskunn síni bakið.

4
Jónas 2:10 Jónas

Men eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. – Hjá HARRANUM er frelsa.“

4
Seinna Timoteusarbrævið 1:7 Seinna Timoteusarbrævið

Tí Gud gav okkum ikki anda mótloysis, men anda kraftar, kærleika og siðprýðis.

4
Jeremias 17:9 Jeremias

Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað – hvør kennir tað!

3
Jeremias 17:13 Jeremias

HARRI, Tú vón Ísraels! Øll, ið venda Tær bakið, skulu verða til skammar; tey, ið víkja frá Tær, skulu verða lík skrift í sandinum; tí tey hava vent sær frá HARRANUM, kelduni við hinum livandi vatni.

3
Rómverjabrævið 8:35 Rómverjabrævið

Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð!

3
Rómverjabrævið 8:36 Rómverjabrævið

– sum skrivað er: „Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.“

3
Rómverjabrævið 8:37 Rómverjabrævið

Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum.

3
Rómverjabrævið 8:38 Rómverjabrævið

Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir,

3
Rómverjabrævið 8:39 Rómverjabrævið

hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

3
Sálmarnir 119:32 Sálmarnir

Vegin eftir boðum Tínum skal eg renna; tí Tú gert meg lættan um hjartað.

2
Esaias 50:10 Esaias

Hvør er millum tykkara, sum óttast HARRAN, sum lurtar eftir tænara Hansara? – Táið hann gongur í myrkri, og einki ljós lýsir honum, líti hann tá á navn HARRANS og styði seg á Gud sín!

2
Esaias 50:11 Esaias

Men allir tit, sum kveikja eld, sum vápna tykkum við brennandi pílum – farið sjálvir inn í loga elds tykkara og millum pílarnar, ið tit fingu at brenna! – Frá hond Míni skal hetta ráma tykkum: Í pínu skulu tit koma at liggja!

2
Jónas 3:1 Jónas

Nú kom orð HARRANS aðru ferð til Jónas; Hann segði:

2
Jónas 3:2 Jónas

„Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og ber hagar boðskapin, ið Eg gevi tær boð um!“

2
Jónas 3:3 Jónas

Tá helt Jónas avstað og fór til Nineve, eins og HARRIN hevði sagt við hann. – Nineve var stórur staður fyri Gudi, tríggjar dagsferðir langur.

2
Jónas 3:4 Jónas

Jónas gekk nú eina dagsferð inn í býin og rópti: „Um fjøruti dagar skal Nineve verða lagdur í oyði!“

2
Jónas 3:5 Jónas

Tá trúðu Ninevemenn á Gud; teir boðaðu føstu, og tey lótu seg í syrgibúna, bæði stór og smá.

2
Jónas 3:6 Jónas

Táið kongurin í Nineve fekk hetta at vita, reistist hann úr hásæti sínum, legði kappan av sær, sveipaði seg í syrgibúna og settist í øsku.

2
Jónas 3:7 Jónas

Og hann læt kunngera í Nineve: „Eftir boði kongsins og stórmanna hansara mugu hvørki menniskju ella kríatúr – neyt og smáfæ – leska nakað, ikki njóta mat og ikki drekka vatn.

2
Jónas 3:8 Jónas

Nei, tey skulu sveipast í syrgibúna, bæði menniskju og kríatúr; og tey skulu rópa til Gud, alt tað tey eru ment – og venda við, hvør av óndu leið síni og frá órættinum, ið hongur uppi í hondum hansara.

2
Jónas 3:9 Jónas

Hvør veit! Tað kundi borið á, at Gud vendi við og angraði, vendi Sær frá brennandi vreiði Síni, so vit gingu ikki til grundar!“

2
Jónas 3:10 Jónas

Táið nú Gud sá hetta, sum tey gjørdu, at tey vendu við, hvør av ónda vegi sínum, angraði Hann tað illa, ið Hann hevði hótt at lata koma yvir tey, og Hann gjørdi tað ikki.

2
Matteus 12:40 Matteus

Tí eins og Jónas var tríggjar dagar og tríggjar nætur í búki havdýrsins, so skal Menniskjasonurin verða tríggjar dagar og tríggjar nætur í fangi jarðarinnar.

2
Lukas 1:37 Lukas

Tí einki er Gudi ómøguligt.“

2
Fyrra Jóhannesarbrævið 1:9 Fyrra Jóhannesarbrævið

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.

2