rúmdin
52 versir um "rúmdin"
Versir
Síða 1 av 2Sálmarnir 8:3 Sálmarnir
Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
Sálmarnir 8:4 Sálmarnir
Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Esaias 40:26 Esaias
Lyftið eygum tykkara móti hæddini og hyggið! – Hvør hevur skapt alt hetta? Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 147:4 Sálmarnir
Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.
Opinberingin 8:12 Opinberingin
Fjórði eingilin blásti í lúður; tá varð triðingurin av sólini raktur, og triðingurin av mánanum og triðingurin av stjørnunum, so at triðingurin av teimum varð myrkur; dagurin misti triðingin av ljósi sínum, somuleiðis náttin.
Fyrsta Mósebók 1:16 Fyrsta Mósebók
Gud gjørdi tey bæði stóru ljósini, hitt størra til at ráða um dagin, hitt minna til at ráða um náttina, og stjørnurnar.
Job 26:7 Job
Hann breiðir norðrið út yvir hitt tóma og heingir jørðina á einki.
Sálmarnir 19:2 Sálmarnir
Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara.
Sálmarnir 19:3 Sálmarnir
Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað;
Sálmarnir 19:4 Sálmarnir
uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist,
Sálmarnir 19:5 Sálmarnir
gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis. Á himli reisti Hann sólini tjald.
Sálmarnir 19:6 Sálmarnir
Og hon er sum brúðgómur, ið kemur út úr brúðarkamari sínum; sum kappi gleðir hon seg til at renna skeið sítt.
Sálmarnir 104:1 Sálmarnir
Lova HARRANUM, sál mín! HARRI Gud mín, Tú ert sára stórur! Í stórleika og dýrd ert Tú klæddur;
Sálmarnir 104:2 Sálmarnir
Tú sveipar Teg í ljós sum kappa; himmalin spennir Tú út sum tjald;
Sálmarnir 104:3 Sálmarnir
Tú smíðar í vøtnunum hásal Tín, gert skýggini til vagn Tín, fert fram á veingjum vindsins;
Sálmarnir 104:4 Sálmarnir
vindarnar gert Tú til sendiboð Tíni, logandi eld til tænarar Tínar;
Sálmarnir 104:5 Sálmarnir
Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.
Sálmarnir 104:6 Sálmarnir
Við djúpum vøtnum hevði Tú fjalt hana sum við klædningi, vøtnini stóðu yvir fjøllini.
Sálmarnir 104:7 Sálmarnir
Fyri hóttan Tíni flýddu tey, stygdust burtur av torurødd Tíni;
Sálmarnir 104:8 Sálmarnir
tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum;
Sálmarnir 104:9 Sálmarnir
Tú setti mark, sum tey ikki skulu fara um, tey skulu ikki uppaftur leggja yvir jørðina.
Sálmarnir 104:10 Sálmarnir
Keldur letur Tú springa upp í dølunum, millum fjøllini renna tær;
Sálmarnir 104:11 Sálmarnir
tær geva øllum dýrunum á markini at drekka, villeslini sløkkja tosta sín;
Sálmarnir 104:12 Sálmarnir
yvir teimum búgva fuglar himmalsins, millum greinarnar hoyrast teir láta.
Sálmarnir 104:13 Sálmarnir
Úr hásali Tínum vatnar Tú fjøllini; jørðin verður mettað av ávøkstinum, ið Tú skapir.
Sálmarnir 104:14 Sálmarnir
Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini
Sálmarnir 104:15 Sálmarnir
og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.
Sálmarnir 104:16 Sálmarnir
Trø HARRANS verða mett, sedristrøini á Libanon, tey, ið Hann hevur plantað,
Sálmarnir 104:17 Sálmarnir
har sum fuglarnir byggja sær reiður, storkurin, sum hevur bústað sín í sypristrøunum.
Sálmarnir 104:18 Sálmarnir
Hini høgu fjøll eru til steingeitirnar; klettarnir eru fjallagrevlingunum skjól.
Sálmarnir 104:19 Sálmarnir
Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
Sálmarnir 104:20 Sálmarnir
Tú sendir myrkur, og nátt verður; tá rørast øll dýr í skóginum;
Sálmarnir 104:21 Sálmarnir
hinar ungu leyvur brøla eftir ráni, tær krevja føði sína frá Gudi.
Sálmarnir 104:22 Sálmarnir
Sólin kemur undan; tá sníkja tær seg burtur og leggjast í bøli síni;
Sálmarnir 104:23 Sálmarnir
tá fer menniskjað út til dagsverk sítt, til arbeiði sítt inntil kvøldið.
Sálmarnir 104:24 Sálmarnir
– Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.
Sálmarnir 104:25 Sálmarnir
Har er nú havið, stórt og vítt; tað er fult av óteljandi nøgd av dýrum, bæði smáum og stórum;
Sálmarnir 104:26 Sálmarnir
har fara skipini, Livjatan, sum Tú skapti at spæla har.
Sálmarnir 104:27 Sálmarnir
Øll bíða tey eftir Tær, at Tú skalt geva teimum føðina, táið tíð er.
Sálmarnir 104:28 Sálmarnir
Tú gevur teimum, og tey sanka; Tú letur upp hondina, og tey verða mettað við góðum.
Sálmarnir 104:29 Sálmarnir
Tú fjalir andlitið; tá fellur ræðsla á tey; Tú tekur anda teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið;
Sálmarnir 104:30 Sálmarnir
Tú sendir Anda Tín út, og tey verða skapt; ásjón jarðarinnar endurnýggjar Tú.
Sálmarnir 104:31 Sálmarnir
Heiður HARRANS skal vara til ævigar tíðir! HARRIN skal gleða Seg í verkum Sínum!
Sálmarnir 104:32 Sálmarnir
Eygnakast frá Honum – og jørðin nøtrar! Stoytur frá Honum – og fjøllini rúka!
Sálmarnir 104:33 Sálmarnir
Eg skal syngja fyri HARRANUM, so leingi sum eg livi; eg skal syngja Gudi mínum lov, so leingi sum eg eri til.
Sálmarnir 104:34 Sálmarnir
Hevði songur mín líkað Honum! – Eg havi gleði mína í HARRANUM.
Sálmarnir 104:35 Sálmarnir
Høvdu syndarar horvið av jørðini, og gudleys ikki verið til longur! – Lova HARRANUM, sál mín! Halleluja!*
Sálmarnir 115:16 Sálmarnir
Himmalin er Himmal HARRANS, men jørðina hevur Hann givið menniskjabørnunum.