rættvísur / rættvíst
18 versir um "rættvísur / rættvíst"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 11:1 Orðtøkini
Skeiv vekt er HARRANUM andstygd, men fulla vekt líkar Honum væl.
Orðtøkini 16:11 Orðtøkini
Rættur bismari og rættar vektskálir hoyra HARRANUM til; øll loddini í posanum eru verk Hansara.
Kolossibrævið 4:1 Kolossibrævið
Tit harrar! Gerið móti trælum tykkara tað, sum rætt og hampiligt er! Tit vita jú, at eisini tit hava Harra í Himli.
Triðja Mósebók 19:35 Triðja Mósebók
Tit mugu ikki gera órætt, hvørki í dómi, í máti, í vekt ella í máli;
Triðja Mósebók 19:36 Triðja Mósebók
beina vekt, røtt lodd, rætta efu og rætta hin skulu tit hava. – Eg eri HARRIN Gud tykkara, sum leiddi tykkum út av Egyptalandi!
Orðtøkini 20:10 Orðtøkini
Tvey sløg av vekt og tvey sløg av máli – bæði eru HARRANUM andstygd.
Orðtøkini 20:23 Orðtøkini
Tvey sløg av loddum eru HARRANUM andstygd; svikavekt er ikki góð.
Amos 5:24 Amos
Nei, dómurin skal koma fløðandi sum vatn, rættvísin sum løkur, ið aldri tornar upp!
Mika 6:8 Mika
– Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum!
Efesusbrævið 6:9 Efesusbrævið
Og tit harrar! Gerið á sama hátt við teir og latið vera at hótta! Tit vita jú, at Harri bæði teirra og tykkara er í Himlunum, og hjá Honum er ikki mannamunur.
Fimta Mósebók 16:19 Fimta Mósebók
Tú mást ikki boyggja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka mutur; tí mutur blindar eygu vísmanna og vendir søkini við hjá rættvísum.
Fimta Mósebók 16:20 Fimta Mósebók
Rættvísi, rættvísi skalt tú stevna eftir; so skalt tú liva og eiga landið, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 25:13 Fimta Mósebók
Tú mást ikki í pungi tínum hava tvinnanda sløg av loddum at viga við, eitt størri og eitt minni slag.
Fimta Mósebók 25:14 Fimta Mósebók
Tú mást ikki í húsi tínum hava tvinnanda sløg av efum, eina størri og eina minni.
Fimta Mósebók 25:15 Fimta Mósebók
Lodd, ið standa fulla vekt, og efu, ið málir fult mál, skalt tú hava; so skalt tú liva leingi í landinum, sum HARRIN Gud tín gevur tær.
Fimta Mósebók 25:16 Fimta Mósebók
Tí hvør tann, ið slíkt ger – hvør tann, ið ger órætt – er HARRANUM Gudi tínum andstygd.
Orðtøkini 21:15 Orðtøkini
Tað er hinum rættvísa gleði, at rætturin hevur framgongd, men tað er teimum ræðsla, sum gera órætt.
Mika 6:11 Mika
Kann eg vera reinur við vektskálum gudloysis og við følskum vektsteinum í punginum!