rættvísgjøring við trúgv

12 versir um "rættvísgjøring við trúgv"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 3:28 Rómverjabrævið

Tí halda vit nú, at menniskjað verður rættvísgjørt av trúgv, uttan lógverk.

4
Rómverjabrævið 5:1 Rómverjabrævið

Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.

4
Galatiabrævið 2:16 Galatiabrævið

men av tí at vit vita, at menniskjað verður ikki rættvísgjørt av lógverkum, men við trúgv á Jesus Kristus, so hava vit eisini trúð á Kristus Jesus, fyri at vit kundu verða rættvísgjørdir við trúgv á Kristus og ikki av lógverkum; tí av lógverkum verður einki hold rættvísgjørt.

4
Rómverjabrævið 3:20 Rómverjabrævið

Tí einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lógverkum; við lógini kemur sannan av synd.

3
Rómverjabrævið 4:5 Rómverjabrævið

Men tann, ið ikki virkar, men trýr á Hann, sum ger hin ógudiliga rættvísan – honum verður trúgv hansara roknað til rættvísi.

2
Rómverjabrævið 5:9 Rómverjabrævið

Mangan meir skulu vit tí, táið vit nú eru rættvísgjørd í blóði Hansara, við Honum verða frelst frá vreiðini.

2
Seinna Korintbrævið 5:17 Seinna Korintbrævið

Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.

2
Galatiabrævið 2:21 Galatiabrævið

Eg seti ikki náði Guds úr gildi; tí fæst rættvísi við lóg, so er jú Kristus deyður til einkis.

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2
Filippibrævið 3:9 Filippibrævið

og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.

2
Jákupsbrævið 2:24 Jákupsbrævið

Tit síggja, at menniskjað verður rættvísgjørt av verkum og ikki av trúgv eina.

2